Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Í sama viðfangi sum eg nevni tey ymsu løgini hjá mær, má eg eisini skriva nakað um Ungmanna­ felagið, tí tað ól so nógvar góðar kenslur fram í okkum ungu, og tann tíðin er so samanknýtt við so at siga øll míni løg. Havnar Ungmannafelag varð íbirt 6. november 1906. Mads Winther, Nyholm Debes og eg sendu lista runt í Havn og bjóð­ aðu ungfólki saman til fund í gamla Sloans Sali. Ein rúgva var møtt, og tó at øll ikki komu við í felagið, sum nú varð stovnað, var tó limatalið stórt (upp til 150). Høvuðsmálið var at vekja ans fyri móðurmálinum Hvørt mikukvøld skuldi møti haldast frá 9­11. Nyholm Debes kom við uppskoti um, at vit skuldu hava eitt skrivað felagsblað, eins og ungmannafeløg í Noreg høvdu tað. Hetta uppskotið var væl undirtikið, og blaðið bleiv skýrt Baldursbrá. Hvørja viku skuldi veljast nýggjur blaðstýrari, sum so skuldi hava blaðið liðugt skrivað til næsta fundarkvøld, og sum sjálvur skuldi lesa tað upp. Teir felagslimir, sum á nakran hátt vóru førir til tess, skuldu senda greinir og yrkingar til blaðstýraran. Greinirnar kundu vera antin stuttligar ella álvarsamar. So skuldi eisini hvørt kvøld veljast ein orðstýrari, sum til næsta kvøld skuldi finna eitt evni til limirnar at kjakast um. Hann skuldi sjálvur røða fyrst, og so kundi einhvør kjakast um evnið aftaná. Tá limirnir vóru møttir, kl. var sum oftast kvart til ella hálvgum tíggju, bleiv møtið byrjað við einum føroyskum álvarsamum sangi. Sum oftast skipaði eg, tí Mads, ið var formaður, dámdi so væl mítt syngingarlag, og hann bað altíð meg skipa. Hann sjálvur dugdi væl at kvøða í dansi, men ikki so væl at syngja ein sang. Blaðið Baldursbrá Baldursbrá var skrivað inn í eina innbundna bók í foliostødd. Tær blivu einar fimm, áðrenn felagið sovnaði í 1911. Mads var fyrsti blaðstýrari. Kristin bróður hevði teknað titulblaðið í fyrstu bók. Ikki var alt so gott, ið var skrivað í Baldursbrá gjøgnum árini, men nógvar greinar vóru frálíkar, og av hesum átti Mads meginpartin í. Sum dømi kann nevnast “Eitt heppið bragd”, “Faðir vár”, “Árið runt” o.s.fr. Fyrsta veturin hildu vit møti frá november til apríl. Um summarið 1907 var hvíld, og við oktober mánaða 1907 byrjaði so Ungmannafelagsins annar vetur. Næstan allar greinirnar, sum Mads Winther smíðaði hendan veturin, blivu skrivaðar í felagi við mær. Vit báðir plagdu at sita uppi á ovasta lofti í Geil. Borðið stóð frammanfyri vindeyganum við øðrum endanum móti kaminuni. Frammanfyri sat eg og skrivaði, og við hin borðendan plagdi Mads at sita við vinstra alboga á borðendanum, rygginum móti útvegginum, krosskastaðum bein­ um og guva blákardús, meðan hann dikteraði, og eg skrivaði. Tað “fleyt” frá honum. Á hendan hátt dugdi hann best at skapa smáar søgur og tílíkt, antin tað er álvarsamt ella skemtingarsamt. Her uppi á Ovasta lofti skrivaðu vit millum annað: Árið runt, Stevnumøtið á Penaplássi, Faðir vár, Hvat síðan viðurfórst Petrinu, Tá teir deklareraðu, Byrjandi vár og nógv annað. So væl lá fyri hjá Hans Andriasi Meðan eg skrivi um “ovasta loft” skal eg her nevna eitt lítið dømi um, hvussu lætt tað fellir Hans Andrias at yrkja. Tað skuldi vera gildi í felagnum. Eg skuldi vera blaðstýrari. Mads og eg sótu nú uppi á loftinum og smíðaðu søgur. Vit báðir sótu sum vant við borðið og Hans Andrias, sum hetta kvøldið eisini var har uppi, sat í seingini hjá mær við beinunum uttanfyri stokkin og legði uppí, meðan Mads dikteraði. Vit bóðu hann heldur taka og yrkja ein sang til Baldursbrá, sum eg kundi syngja á veitsluni. “Ja, vel”, segði Hans Andrias, “gev mær eitt lag at yrkja eftir.” Vit nevndu so Drachmann: “Se det summer af sol over engen”, og Hans Andrias sat nú eina løtu og ruggaði aftur og fram. So rópar hann: “Skriva nú”, og so dikteraði hann mær trý ørindi í senn. “Nei, sum sólin á fjøllini skínur”. Hann hevði yrkt allan sangin í okkurt um eitt korter og goymdi øll trý ørindini i høvdinum í senn. Ógvuliga ofta varð eg valdur til orðstýrara. Mær dámdi tað ikki Ungmannafelagið fyri 100 árum síðani: Lítillætni Petur Alberg Beint undan jólum høvdu vit eina frásøgn um, tá Petur Alberg gjørdi lagið til okkara tjóðsang fyri 100 árum síðani. Hetta má sigast at vera rættuligur partur av okkara søgu. Tað er merkiligt, at Petur Alberg ikki er meira kendur, enn hann er. Hann hevur verið sera gávaður maður. Hetta kom fram heilt frá tí, Petur var blaðungur drongur, sum tað eisini sæst í teimum dagbókum hjá honum, sum vit hava endurgivið í Miðvikuni. Tað er so heppið, at vit hava atgongd til hansara skjalasavn, og hetta gevur okkum hesa ferð møguleika fyri koma við higartil ókendum tilfari um ungmannafelagstíðina fyrst í 20. øld, hana sum Petur Háberg í Hugbirtingum kallar fyri gulløldina. Vit fara her fyrst at endurgeva tað, sum Petur Alberg skrivar um hesa tíðina, og sum tað sæst, er hetta framhald av tí, hann skrivar um sítt lagasmíð. Hann skrivar serliga um neyva sambandið við Hans Andrias Djurhuus. Men serliga fáa vit váttað, at Petur Alberg er ein sera lítillætin og eyðmjúkur maður. Petur skrivar: Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Í Stinuborg var ein stórur partur av virkseminum hjá Ungmannafelagnum. Á hesi mynd av Kongabrúnni síggjast millum seglini tvey vindeygu. Hetta er Stinuborg. Tá hon varð niðurtikin, hevði Hans Andrias eina yrking um húsini Petur Alberg er keldan til meginpartin av hesi áhugaverdu frásøgn