Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 14 nr. 21 • 30. januar 2008 so illa, tí hetta starvið stuttleikaði mær, og Mads vildi helst hava meg at lesa sínar søgur upp. Tá blaðið var fyri hond gingu ofta fleri dagar til at skriva inn í tað og tekna høvd, sum eg altíð gjørdi mær nógvan ómak við. Serliga vóru tað veitslubløðini, sum vit løgdu okkum nær við. Ungmannafelagsgildi í 1907 Leygarkvøld 23. november 1907 var annað gildi ungmannafelag­ sins hildið. Eg var valdur til blaðstýrara. Fleri dagar framman­ undan starvaðust Mads Winther og eg við Baldursbrá. Ta ferðina skrivaðu vit millum annað Bræv frá Bjørn Winther til Brand Alberg og annað. Eg gjørdi mær nógvan ómak við høvdinum yvir blaðnum. Í blaðið hevði eg eisini skrivað Hans Andriasar sang “Eg elski tíni eygu” við nótum omanfyri, eg ætlaði mær at syngja hann. Gildiskvøldið kom, eitt deiligt mánaljóst kvøld, hópur av limum vóru komnir til veitsluna og alt var hugnaligt, ljóst og festligt. Fyrst dansaðu vit inntil kl. 12. So kom kaffi, og tá skuldi blaðið lesast upp, meðan drukkið bleiv. Eg las so tær fyrstu greinirnar, og so kom sangurin. Eg segði frá, at nú kom ein yrking av Hans Andriasi, sum eg skuldi royna at syngja ístaðin fyri at lesa, men eg nevndi einki um lagið, tað ætlaði eg skuldi vera ein hemmiligheit, hvør hevði smíðað. Men tá reisist Mads upp av beinkinum og segði, at hann vildi bert siga frá, at lagið til hendan sang var originalt, og at Petur Alberg hevði smíðað tað. Eg bleiv hálvilla við, tí eingin av hinum limunum vistu nakað um, at eg hevði gjørt tað, og eg var so bangin fyri at vera grinin í há fyri mína frekheit. Men syngja mátti eg. Áðrenn eg fór at lesa, hevði eg drukkið ein snaps uppi á loftinum frá Mourits hjá Hans Mohr. Salurin glitraði av ljósum, pyntaður við fløggum var hann. Ljósklæddar gentur sveimaðu runt umkring við kaffikannum og køkuføtum. Beinkirnir runt um salin vóru avtaklaðir við glaðum veitslugestum, alt var fest – fest. Eg kom í stemning, og eg sang so hjartaliga, sum eg kundi. Tað var fyrstu ferð, eg sang offentliga, og spenningurin hjá mær var óførur, men væl eydnaðist, og eg var nógv fagnaður aftaná. Tað var ein deilig veitsla. Hans Andrias kemur heim Seinast í november ella fyrst í desember 1907 kom Hans Andrias aftur úr Keypmannahavn við einari slupp, Maritanu. Á heimferðini hevði hann yrkt Heimferð ­ “Heysið mesan og stórsegl, nú heim eg sigla vil”. Henda yrking var prentað í jólanummarið av Tingakrossi í 1907. Hans Andrias hevði tá verið reiðiliga leingi burtur. Hann skuldi fáast við at studera í Keypmannahavn, men tað bar ikki til. Hann manglaði pening og hvørt av sínum. Nú kom hann heim, júst sum ungmannafelagið treivst av tí allar besta. Tað var lív fyri Hans Andrias. Hann tók fatt alt fyri eitt at yrkja og skriva. Tað var ein óførur stuðul. Stinuborg Hann fór nú at halda privatskúla fyri smábørnum um dagarnar. Nøkur kvøld í vikuni helt hann kursus í føroyskum og øðrum fyri vaksin. Serliga vóru tað fólk úr ungmannafelagnum, sum tóku lut. Til at halda skúla í leigaði hann sær eitt hús yviri á Kák, har sum Sámal hjá Sannu og síðan einkja hansara Stina búði. Stina giftist aftur við Elias Johansen í Rættará, og húsið stóð fyri einki. Hetta hús, sum vit góvu navnið Stinuborg, bleiv nú samlingspláss fyri okkum vinmonnunum, t.d. Michael í Dávastovu, Niels á Krákusteini, Óla Jákup í Horni, kollfirðinginum A. E. Djurhuus, Símun Petur (Zachariassen), Andrias Ziska, Nyholm, Mads Winther og eg. Mest var tað eg einsamallur, ið vitjaði Hans Andrias. Stovuvindeygað, ið er 3 rammur ella 1½ fak stórt, vendir suðureftir. Frammanfyri tí stóð borðið, sum Hans Andrias skrivaði á. Í krókinum innanfyri borðið stóð ein stór kista. Við hin borðsendan móti hurðini, sum var í sjálvum horninum, stóð ein stólur. Frammanfyri borðinum var Hans Andriasar sessur. Fram við norðara bróst stóð eitt langt borð við leysari plátu á tveimum bukkum. Hetta var skúlaborðið. Báðu megin vóru beinkir og fyri endanum stólar. Ein lampa hekk uppi yvir hesum borðinum. Á hinum var ein standilampa. Bíleggarovnurin var í stovuni. Veggirnir vóru ómálaðir, men Hans Andrias hevði eina svarta talvu, eina stóra reol og annað inni, so tað var heilt hugnaligt. Her var mong hugnalig løta. Eg vitjaði støðugt yvir í Stinuborg um kvøldarnar. Antin las Hans Andrias nýsmíðaðar yrkingar fyri mær, ella eg sang nýsmíðaði løg fyri honum, ella vit prátaðu um forelskilsi og annað tílílkt “svermarí”. Vit høvdu altíð onkra flammu, sum inspireraði okkum sjálvsagt – stór børn vóru vit báðir tveir. Stundum var hildið kalas í Stinuborg um dansikvøld. Tá gekk tað meira harðliga til, og prátið var ikki so stilt og poetiskt, sum tá skaldið og eg sótu tveir einir. Ja, Stinuborg goymir nógv minnir, mest um hugnaligar stillar løtur, men eisini um kvøld, tá hugurin var kátur. Sum greitt varð frá í Miðvikuni um 100 ára dagin fyri lagið fyri tjóðsanginum, so var tað eisini í Ungmannafelagshøpi, at Petur Alberg gjørdi lagið til grækarismessusangin Tjaldur ver vælkomið. Hesum greiðir Petur Alberg frá í hesi frásøgn og verður ikki endurtikin. Aftur veitsla Leygardagin 28. mars 1908 høvdu vit aftur veitslu í Ung­ mannafelagnum. Tað hevur eingin verið síðan 23. november árið fyri. Eg var blaðstýrari og tók nú tveir sangir uppí, “Nú er lotið lýtt” og “Eg saðlaði mær ein hvítan hest” úr Hans Andriasa “Maritu.” Í ein fart smíðaði eg tvey løg og sang teir so veitlsukvøldið. Hetta var eitt vakurt og stuttligt veitslukvøld. Hans Andrias hevði verið fyristøðumaður fyri “dekoreringini” av teatirsalinum, og um hetta hevði Mads og eg skrivað eina grein í Baldursbrá, sum varð lisin veitslukvøldið og var til stóran stuttleika. Avskeðsveitslan So leið tíðin. Apríl var skjótt at enda, og í mai skuldi eg fara avstað (til Noregs at læra til málara). Leygarkvøldið 25. apríl helt Ungmannafelagið avskeðsveitslu fyri mær í teatir­ salinum. Har vóru nógv vøkur orð søgd, helst av Mads A. Winther, nógv ov vøkur fyri meg, so eg sat og rodnaði upp um bæði oyru. Hans Andrias hevði gjørt sína røðu uppá rím sjálvsagt, ógvuliga vøkur og hjartalig var hon. Hon er skrivað í einum av teim bókum, eg havi savnað føroyskar yrkingar uppí. [Hana hava vit funnið fram, og er hon tískil prentað í hesi grein]. Eg var so ovfarin og rørdur av øllum hesum, tí eg kendi á mær, at eg hevði ikki fortjent tað. Eg hevði jú so lítið gjørt í Ungmannafelagnum, einans lisið upp nøkur Baldursbrá og sungið nakrar sangir. At skriva søgur dugdi eg ikki. Men orðini, ið søgd vóru, sýntust at vera ærliga meint, og eg hugsi, at tað serliga var sangurin, sum hevði gjørt limirnar so mikið góðar við meg, sum hetta kvøldið sýntist at vera. Tá veitslan var liðug, og eg var heimkomin, sat eg leingi við vindeygað á Ovasta Loft og stardi út á sjógv. Morgunin var so hugtakandi stillur og vakur, sjógvurin lá so spegilsblankur, at eg hevði so lítlan hug at fara til songar, hjartað var eisini so fult av kenslum, at tað var ikki so lætt at sovna. Mánadagin 11. mai um eftir­ middagin, sigldi eg út av Havnar­ vág við Eljan á ferð til Noregs at læra at mála. Henda tíðin, ið farin var, hevði verið vøkur og sorgleys fyri mær. Eg hevði einans meg sjálvan at teinkja uppá og kundi tí fjasa við at gera løg og skriva í Baldursbrá og tílíkt. Sinnið var lætt, og einki nívdi sálina. Um nakrar mánaðir skuldi eg fáa at síggja, at lívið ikki bert var spæl og dansur á rósum. Men gott er, at ein ikki sær fram í tíðina, tann stundin, ið er góð, er ikki ring. Hetta hevði verið ein góð stund, og hon gav andaliga barlast á ferðini í teimum komandi árum. Seinnapartin í september sigldi eg inn aftur á Havnarvág við Prospero. Pápi hevði sent boð eftir mær at hjálpa teimum at mála tey nýggju húsini hjá Finsen og m.a. klubban, sum stóð M. A. Jacobsen hevur ikki av ongum fingið uppkallað eina mentunarvirðisløn eftir seg. Hann var eisini ein av mentamonnunum frá Ungmannafelagstíðini Áarstova, haðani Hans Andrias Djurhuus var ættaður, var eisini ein mentunarmiðdepil í Havn. Hon er húsið vinstrumegin. Høgrumegin húsið hjá Gregersen. Teknað av Kristin í Geil niðan gjøgnum ánna. Myndin er úr bókini hjá Andrias Ziska "Tórshavn lív og vøkstur" Andrias og Anna Ziska, systir Petur Alberg, vóru eisini virkin í Ungmannafelagnum, og tey vóru millum tey mongu, sum vóru blaðstjórar á Baldursbrá. Her eru tey avmyndað á gullbrúðardegnum 27.2.1960