Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 30. januar 2008 15 viðmerkingar Flokkarnir, ið nú ætla at stovna samgongu, hava eftir øllum at døma sett sær fyri, sum eitt av sínum aðalmálum, at taka verk­ ætlanina um gerð av undir­ sjóvartunli millum Suður­ streymoy og Skálafjørðin úr hondunum á p/f Skála­ fjarðartunlinum og komm­ ununum kring fjørðin og geva hana upp í hendurnar á einum almennum partafelag. Høvuðsgrundgevingarnar kunnu m.a. síggjast í eini grein á Portalinum tann 29. januar, nevniliga at okkara góðu politikarar ikki vilja, at vinningurin av verkætl­ anini, sum verður sagdur at vera 1,5 – 2 milliardir krón­ ur, skal enda hjá nøkrum privatum partaeigarum, men heldur nýtast til at fíggja aðrar samfelagsverk­ ætlanir, so sum Sand­ oyartunnilin og kanska aðrar stórar verkætlanir við. Hesar grundgevingar eru tiknar úr leysum lofti og hava einki sum helst við veruleikan at gera! Tað er rætt, at ein privat verkætlan í prinsippinum kostar nakað meira enn ein almenn, men tey nevndu tølini eru burtur úr vón og viti. Eigararnir av einum privatum felag taka sjálv­ andi ein ávísan prís fyri tann váðan, sum liggur í at átaka sær alla fíggjarliga o. a. ábyrgd av verkætlanini. Í eini verkætlan sum Skála­ fjarðartunlinum kemur hesin prísur fram í tí avkasti – ella vinningi – sum eigararnir skulu hava av sínum eginpeningi í felagnum. Vit kenna ikki støddina á hesum vinningi frammanundan, tí hann skal avtalast millum felagið og landsmyndug­ leikarnar, men eitt stað millum 10 og 15 % (lat okkum siga 12 %) um árið er helst á góðari leið. Roknast má við, at felagið – fyri at standa ímóti tí fíggjarliga váðanum – má hava einar 150 – 200 milliónir kr. í eginpeningi. Árliga avkastið av egin­ peninginum verður sostatt umleið 12 % av 200 mió. kr. = 24 mió. kr. Eitt alment partafelag skal ikki neyðturviliga hava nakran vinning av partapeninginum – og felagið krevur kanska heldur ikki nakran veru­ ligan reiðan partapening, men kann heldur taka eitt lán. Hetta lán kostar helst umleið 6 % í rentum um árið, altso umleið 12 mió. kr. (6 % av 200 mió. kr.). Veruligi kostnaðurin ella vinningurin fyri eginpen­ ingin í einum privatum felag, samanborið við eitt alment partafelag, er sostatt umleið 12 mió. kr. um árið ella 120 mió. yvir 10 ár, 240 mió. yvir 20 ár o.s.fr. Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skulu eftir ætlan gjaldast aftur yvir 15 ár, sum vildi svarað til umleið 180 mió. kr. Hetta er umleið ein tíggjundapartur av talinum, sum nevnt er á Portalinum. Ein annar meirkostnaður kemur av tí partinum av byggikostnaðinum, sum ikki verður fíggjaður við eginpeningi, men gjøgnum lán. Um samlaði kostnað­ urin av verkætlanini er 1 milliard krónur, skulu 800 milliónir lánast. Køn fólk meta, at eitt privat felag helst skal gjalda umleið eitt prosent meira í árligari rentu enn eitt alment partafelag skal gjalda, tí trygdin aftan fyri eitt tílíkt alment felag verður mett at vera betri enn í einum privatum felag. Hesin meirkostnaður er sostatt umleið 8 mió. kr. um árið (1 % av 800 mió.). Samlaði meirkostnaðurin verður sostatt umleið 20 milliónir kr. um árið ta fyrstu tíðina, har av umleið 12 mió. kr. eru vinningur til felagið (sum løn fyri váðan). So hvørt, sum lánið verður goldið niður, gerst munurin minni. Ein Sandoyartunnil verður mettur at kosta umleið 700 milliónir kr. Samstundis verður mett, at ferðslan í hesum tunli kanska fer at kunna fíggja raksturin, men ikki rentur og avdráttir av láninum. Treytað av afturgjaldstíðini v.m., fer árligi kostnaðurin fyri rentur og avdráttir helst at liggja um einar 60 ­ 70 mió. kr. um árið. Tær 20 milliónirnar røkka sostatt í mesta lagi til at fíggja ein triðing av kostnaðinum fyri Sandoyartunnilin. Tað er, hvat tað kann geva av pengum at taka Skálafjarðartunnilin úr hondunum á partafelagnum og kommununum við Skálafjørðin og leggja verkætlanina í eitt alment partafelag. Men so eigur tað almenna eisini allan váða í sambandi við verkætlanina. Restin av pengunum, einar 40 – 50 mió. kr. um árið, skal finnast aðrastaðni. Og nú er tað, at henda samgongan framhaldandi vil hava Skálafjarðar­ tunnilin at gjalda allan Sandoyartunnilin – og møguliga aðrar verkætlanir við. Tað kann einans gerast við at hækka gjaldið fyri at koyra ígjøgnum tunnilin. Tað svarar til, at tað verður lagdur ein serskatt­ ur á brúkaran av Skála­ fjarðartunlinum fram um allar aðrar samfelags­ borgarar í landinum. Hetta er ein partur av tí, sum okkara politikarar – íroknað tveir av Skálafjørð­ inum – hava at bjóða okkum. Men tað er ikki alt. Aðrir partar av søguni síggja soleiðis út: Fyrst skaptu vit Føroya kanska bestu verkætlan nakrantíð. Tað varð gjørt við nógv stríð, men í góð­ ari semju millum komm­ unurnar á Skálafjørðinum, sum er so ógvuliga umráðandi, tí vit fáa eina velduga ferðsluæðr beint inn í hjartað á fjørðinum. Fer hetta samanhald fyri bakka, er óvist, um vit nakrantíð fáa nakran tunnil (stríðið í Leirvík kann skjótt fara at líkjast eini sunnudagsskúlaútferð, samanborið við eitt stríð um Skálafjarðartunnilin). Nú ætla okkara lands­ politikarar at skræða verk­ ætlanina úr hondunum á kommununum og frátaka teimum alla framhaldandi ávirkan á hana. Sum grundgeving royna teir at billa Føroya fólki inn, at til ber at fíggja aðrar stórar samfelags­ íløgur bara við at leggja verkætlanina við Skála­ fjarðartunlinum í eitt alment partafelag í staðin fyri at lata eitt privat felag gera tunnilin saman við kommununum kring fjørðin. Í veruleikanum ætla teir at áleggja okkum á Skálafjørðinum og her um vegir ein serskatt til einsamøll at gjalda ein Sandoyartunnil og møguligar aðrar verkætlanir við. Hvat høvdu t.d. havnar­ fólk – ella suðuroyingar – sagt til, at ein bummur varð settur upp á R.C.Effersøesgøtu – ella í Hovstunlinum – har ein rívilig upphædd varð kravd frá hvørjum bili at gjalda Sandoyartunnilin fyri, meðan allir aðrir borgarar í landinum einki skuldu gjalda? Ófatiligt, um tílíkt kann gerast við vælsignilsi frá okkara egnu politikarum av Skálafjørðinum! Ein dáragerð ímóti Skálafjørðinum Martin V. Heinesen Eitt afturvendandi hugtak undir valstríðnum hevur verið ”skattalættin til tey vælbjargaðu”. Vit fáa aftur og aftur at vita, at landsins stýrið veitir skattalætta til tey háløntu, meðan verka­ maðurin má svíða. Samtak, Sosialurin, fleiri valevni til løgtingsvalið o.o. vísa á, at samgongan hevur veitt ein ovurstóran skattalætta til tey háløntu í mun til tey lágløntu, og m.a. Samtak mælir sostatt til, at skatta­ lættin fyri 2008 verður strikaður. Okkurt lesara­ bræv hevur verið síðstu dag­ arnar, sum vísir á tað sama. Eg skal ikki taka støðu til, um skattalættin er rættvísur ella órættvísur, ella um hann landsbúskaparliga er skilagóður. Men eg meini, at kjakið í ov stóran mun snýr seg um, at skattalættin rakar sosialt skeivt. Einki verður nevnt um, at landið – samstundis, sum skattalættin varð settur í verk – álegði flestu skattgjaldarum eitt mun­ andi hækkað gjald til sam­ haldsfasta arbeiðsmarkn­ aðareftirløngargrunnin (eg sigi ”flestu”, tí at fólka­ og fyritíðarpensjónistar ikki gjalda arbeiðsmarknaðar­ gjøld). Nettoinntøkan hjá lønmótakarunum er sum kunnugt samansett av løn, landsskatti, kommunuskatti og arbeiðsmarknaðargjøld­ um. Um skatturin fer til fólkapensjón, sjúkrahús ella samhaldsfasta er fyri tann einstaka borgaran líkamikið – tað er ikki ein gang so frætt, at tá løn­ móttakarin fær útgoldið sína løn, at tað sæst, hvat fer í landskassan, og hvat fer í samhaldsfasta. Ein hækking í gjaldinum til samhaldsfasta hevur fyri borgaran júst sama virkna sum ein skattahækking – og í mínum hugaheimi er tað eisini ein skattahækk­ ing. At tað so í onkrari skipan hjá Toll og Skatt stendur skrásett til okkurt annað er, fyri meg, eitt feitt. Tí er ikki nøktandi bert at viðgera sosiala órættvísi í landsskattinum, men neyðugt er at hyggja eftir øllum skatta­ og avgjaldsbroytingum. Tað er rætt, at tað er ógvuliga avmarkað, hvat láglønt fáa burturúr skatta­ og avgjaldsbroytingunum. Men hinvegin at siga, at tað bert eru tey háløntu, sum skúma róman, er ikki heilt rætt. Talvan vísir, at lítil munur er á tí, sum tey miðalløntu og høgt løntu hava fingið burtur úr skatta­ og avgjaldsbroyt­ ingum tey síðstu 6 árini, meðan tey sera høgt løntu í veruleikanum hava fingið eina skatta­ og avgjalds­ hækking. Tey, sum kanna tølini nærri, síggja, at undanfarna samgonga eisini gav skattalætta – enntá var árligi lættin størri enn tað, sum ABC­sam­ gongan hevur framt. Talvan skal sjálvandi takast við tí fyrivarni, at talan er um nakrar inntøkubólkar, har sæð verður burtur frá øllum vanligum lønarhækk­ ingum. Uttasta kolonnan vísir, hvussu skatta­ og av­ gjaldsbroytingar tey síðstu 6 árini ávirka nettolønina, hjá lønmótakarum. Tey, sum tala ímóti skattalættanum, og sum mæla til at strika skatta­ lættan, eiga eisini at hava eina meining, um hækkaða inngjaldið til samhaldsfasta skal varðveitast. At strika skattalættan og varðveita hækkaða inngjaldi til sam­ haldsfasta er tað sama sum at áleggja føroyingum eina skattahækking – eisini teimum láløntu. Skattalættin strikast? Hoyvík Heri Petersen Løntakarar uttan barnafrádrátt og við miðal kommunuskattaprosenti (sambært www.tollskatt.fo) Løntakari innt: 150.000 2002 2004 2008 munur02-08 Arbeiðsinntøka 150.000 150.000 150.000 Kommunuskattur og kirkjuskattur 25.465 25.357 25.500 Landsskattur 22.020 20.360 17.500 Arbeiðsmarknaðargj 3.000 2.625 5.055 Løn eftir skatt og am-gjøld 99.515 01.658 101.945 2.430 Løntakari innt: 200.000 2002 2004 2008 munur02-08 Arbeiðsinntøka 200.000 200.000 200.000 Kommunuskattur og kirkjuskattur 35.335 35.262 36.125 Landsskattur 40.520 35.760 28.000 Arbeiðsmarknaðargj 4.000 3.500 6.740 Løn eftir skatt og am-gjøld 120.145 125.478 129.135 8.990 Løntakari innt: 250.000 2002 2004 2008 munur02-08 Arbeiðsinntøka 250.000 250.000 250.000 Kommunuskattur og kirkjuskattur 45.205 45.167 46.750 Landsskattur 59.020 53.760 38.500 Arbeiðsmarknaðargj 5.000 4.375 8.425 Løn eftir skatt og am-gjøld 140.775 146.698 156.325 15.550 Løntakari innt: 450.000 2002 2004 2008 munur02-08 Arbeiðsinntøka 450.000 450.000 450.000 Kommunuskattur og kirkjuskattur 84.685 84.787 89.250 Landsskattur 133.020 125.760 103.000 Arbeiðsmarknaðargj 9.000 7.875 15.165 Løn eftir skatt og am-gjøld 223.295 231.578 242.585 19.290 Løntakari innt: 1.000.000 2002 2004 2008 munur02-08 Arbeiðsinntøka 1.000.000 1.000.000 1.000.000 Kommunuskattur og kirkjuskattur 193.255 193.742 206.125 Landsskattur 336.520 323.760 287.250 Lækking av skatti við hámark -29.775 -17.502 - Arbeiðsmarknaðargj 20.000 17.500 33.700 Løn eftir skatt og am-gjøld 480.000 482.500 472.925 -7.075