mikudagur 30. januar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 21 - 30. januar 2008
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Martina T. Kruse á
Eiði,
vanliga
nevnd
Martina hjá Jens Arna,
andaðist á Korndalsbýli
num mánadagin, 92 ára
gomul.
Jarðarferðin
verður úr Eiðis Kirkju
fríggjadagin
kl.
14.
Sungið verður úr sálma
bókini. Tey, ið vilja
minnast Martinu, kunnu
lata
Korndalsbýlinum
eina gávu.
Kistan við Hera Simon
sen Østerø fer úr Lands
sjúkrahúskapellinum
týsdagin klokkan 17.
Jarðarferðin
verður
mikudagin klokkan 13
úr Havnar Kirkju. Tey,
ið vilja minnast Hera
kunnu lata eina peninga
gáva til Føroya Felag
Móti
Krabbameini.
Konta í peningastovnu
num.
Jóhan
Olsen
við
Gøtugjógv andaðist á
Landsjúkrahúsinum
mánadagin,
77
ára
gamal.
Brynhild Irena Joen
sen, ættað av Hvítanesi
andaðist 26. januar, 46
ára gomul. Jarðarferðin
verður úr Magleby kirke
á Møn leygardagin 2.
februar.
Andlát og jarðarferðir
Í desember mánað 2007 andaðist Essa
Arge, 82 ára gamal. Essa mundi vera
mest kendur fyri sítt starv sum skurð
lækni á Landssjúkrahúsinum, men
hann var eisini ítróttarmaður, og
høvdu badminton og golf hansara ser
liga áhuga.
Millum aðra ítrótt, ið Essa eisini
fekst við, men sum kanska ikki so
nógv vita um ella hava gloymt, telist
eisini fimleikur. Hann gjørdi fimleik
við mannfólkaliðinum hjá Fimleika
felagnum Ljósinum í sjeytiárunum, tá
felagið enn var ungt. Essa var eisini
virkin á tí fyrisitingarliga økinum í
fimleikahøpi, tí hann var nevniliga
fyrsti formaður í Fimleikafelagnum
Ljósinum og var við til at stovna felag
ið í 1975. Hann var eisini fyrsti for
maður í Føroya Fimleikasambandi, tá
tað varð sett á stovn í 1980.
Essa var giftur við Lydiu, ið bæði
var uppruni til Ljósið og drívmegi í
felagnum í mong ár, so helst hevur tað
verið ein háttur at stuðla konuni, at
hann tók við álitinum at vera formaður.
Hann var formaður í nøkur ár, og var
hetta í eini tíð, tá fimleikaframsýningar
drógu nógv fólk til sín, og feløg ferð
aðust kring landið at sýna fram. Essa
var eisini partur av hesum framsýning
um, har hann m.a. “passaði musikkin”,
og tað eru fleiri av gomlu limum fe
lagsins, ið minnast aftur á hesa tíðina
sum stuttliga og minnisríka.
Og hóast tað eftirhondini eru nøkur
ár, síðan Essa var formaður og bein
leiðis vardi av felagnum, so mugu vit
siga, at fáur var so trúgvur til fram
sýningarnar sum Essa, tí tað munnu
vera fáar sýningar, ið eru farnar aftur
við borðinum, har Essa og Lydia ikki
hava verið at sæð millum áskoðarar
nar.
Við hesum fáu orðum vilja vit lýsa
frið yvir minnið um Essa Arge
Fimleikafelagið Ljósið
Eliesar Arge til minnis
Dagurin
31. januar. Vigilius, deyður ár 405. Kemur ungur til Trient, har hann í 385 gerst biskupur. Tá ið hann á eini
trúboðaraferð kollveltir eina skurðgudamynd, verður hann steinaður til deyða.
Nýggi føroyski felagsskap
urin »Hjálp jødunum heim«
fær forkunnuga vitjan úr
Ísrael. Tað er jødiska sang
kvinnan Israela Assago,
sum fer at syngja og greiða
frá síni serligu søgu, hvussu
hon kom úr Etiopia til
Ísraels.
Sunnukvøldið 3. februar
kl. 20.00 verður konsert í
Læraraskúlahøllini á Frælsi
num í Havn. Umframt
Israelu Assago, so fara eis
ini Heini Lützen og Sigrið
Rasmussen at syngja á kon
sertini. Saman við song
kvinnuni úr Ísrael, koma
eisini føroyavinirnir Jan
Rosenberg og Jakob Snir,
sum fara at greiða frá aktu
ellum viðurskiftum í Ísrael.
Almenni Ísraelski hjálpar
stovnurin „Keren Hayesod“,
sum
merkir
„Sameinda
Ísraelska Áheitanin“, hevur
deildir kring allan heim og
hevur til endamáls at hjálpa
jødunum aftur til Ísraels,
eins og at hjálpa teimum
veiku í Ísrael. Grunnurin
hevur verið við jødafólki
num tá ringast stóð til, og
eisini tá alt var gleði og
gaman. Tað byrjaði á Zion
istaráðstevnuni í London
26. juli 1920, tá nýggj vón
birtist fyri at jødarnir kundu
fáa sítt egna land. Beinan
vegin var greitt, at peningur
mátti útvegast til at menna
hetta
nýggja
heimland
teirra, og at byrjast skuldi
frá berum botni.
Frá tí at staturin varð
stovnaður í 1948, er hann, á
undranarverdan hátt, komin
heilskapaður ígjøgnum eitt
ótal av álopum frá sínum
fíggindasinnaðum
grann
um.
Í tøttum samstarvi í meira
enn 50 ár hava stovnarnir
„Jewish Agency“ og „Keren
Hayesod“ stuðlað Ísraelska
Statinum fíggjarliga. Jødar
nir eru bjargaðir heim úr
mongum londum har teir
vóru ótryggir og í vanda.
Sum avleiðing av falli jarn
tjaldisins flutti veldig nøgd
av jødum heim til egna land
sítt, sum seinastu øldina er
broytt frá turrari oyðimørk
til fruktagott og nýmótans
land, har fólkaræði er sett í
hásætið.
Síðan Ísraelski staturin
varð stovnaður hava hesir
hjálpargrunnar, flutt nærum
3 mió. innflytarar til Ísraels
og hjálpt teimum til rættis í
landinum, stovnað fleiri
enn 800 smærri bygdir í
Ísrael, broytt 90 vánalig
grannaløg til nútíðar býir,
fyrireikað
umsorgan
og
útbúgving fyri 300 tús. Ung
dómar og hjálpt túsundtals
ungdómum
kring
allan
heim, at fyrireika seg til at
flyta til Ísraels
Nógv er gjørt, men enn
er langt á mál. Enn hava tús
undtals
jødar
vánaligar
umstøður og eru í beinleiðis
vanda í londum har ófriður
er, sum t.d. í Etiopia og í
fyrrv. Sovjet. Eisini eru tað
enn túsundtals ungir jødar
sum ikki kenna sín samleika
og sína søgu, og sum búgva
í fjarskotnum avkrókum í
umstøðum sum liggja langt
undir tí sum vit taka sum
sjálvfylgja.
Júst nú verður atbeitt við
at fáa 17.000 jødar heim úr
Etiopia. Teir liva undir sera
truplum og vandamiklum
umstøðum, og Ísraelska
stjórnin hevur samtykt at
hjálpa teimum heim til
Ísraels. Verkætlanin er sera
kostnaðarmikil fyri Ísra
elska samfelagið. Arbeiðið
byrjar í fyribilslegum, har
Etiopararnir fáa frágreiðing
um Ísrael. Tá tey so eru
komin til nýggja heimland
sítt,byrjar ein innflytaraskrá,
har tey læra hebraiskt mál,
enskt, rokning, kunningar
tøkni og Ísraelska mentan,
so tey vera væl fyrireikað
til at fóta sær í nýggju til
veru síni heima í Ísrael.
Tey trý føroysku feløgini,
Vinir Ísraels í Føroyum,
Ísraelsfelagið og Ísraels
missiónin, hava stovnað
eina føroyska deild, nevnd
Hjálp jødunum heim«.
Í tøttum samstarvi við
„Keren Hayesod“ hava før
oyingar nú høvi at stuðla
jødunum at flyta til Ísraels
og at hjálpa teimum við
fyribils bústaði, skúlagongd
o.ø., soleiðis at teir verða
førir fyri at standa á egnum
beinum í nýggja heimlandi
sínum.
Vinir Ísraels í Føroyum,
Ísraelsfelagið og Ísraels
missiónin vóna at Lærara
skúlahøllin verður stúgv
andi full, tí hetta verður eitt
serstakt
og
forkunnugt
kvøld, har Ísrael og útvalda
fólk Guds, jødarnir, verða í
middeplinum.
Konsert í Læraraskúlahøllini
Jødiska sangkvinnan Israela
Assago
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
kæri maður, pápi, verfaðir, abbi, langabbi og bróðir
Jóhan Olsen
Gøtugjógv
andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin
28. januar 77 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum hósdagin 31. januar kl. 17.00
Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkju fríggjadagin
1. februar kl. 14.00
Vegna familjuna
Marna
Tey, ið vilja minnast Jóhan, kunnu lata Gøtu kirkju eina gávu.
Konta í peningastovnunum
Okkara góða mamma, vermamma, omma
og langomma
Martina T. Kruse
Eiði
andaðist mánadagin 28. januar 2008
á Korndalsbýlinum, 92 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Eiðis Kirkju fríggjadagin
1. februar 2008, kl 14.00.
Sungið verður úr sálmabókini.
Vegna tey avvarandi
Hanna, Tia og Olaf við familjum
Tey, ið vilja minnast Martinu, kunnu lata Korndalsbýlinum
eina gávu.
Lydia og Eliesar Arge