mikudagur 30. januar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 30. januar 2008
17
MBT er det første fodtøj
der aktiverer hele kroppen.
Du mærker den positive effekt
af Masai Barefoot Technology
allerede fra første skridt.
Ergo.fo er det eneste sted på
Færøerne du kan købe MBT.
Så kig ind forbi butikken,
og tag de første skridt mod
en sundere og stærkere krop.
M. Walk black
Ergo.fo
J.C. Svabosgøta 6
FO -100 Tórshavn
Tlf. 315 777
ergo.fo
mbt-danmark.dk
Týsdagin 29. januar
var samkoma á
landbúnaðardeplinum
í Kollafirði har 23
næmingar, ið hava
fullført útbúgvingina
“Yrkisskeið innan
landbúnað” fingu
handað prógv
Hetta er eitt yrkisskeið sum
Tórshavnar Kvøld- Ung-
dóms- og Listaskúli skipar
fyri í samstarvi við Menta-
málaráðið og sum m.a.gevur
næmingunum rætt til at
søkja festi.
Útbúgvingin fevnir um
seks lærugreinir við tilsam-
ans 200 tímum. Lærugrein-
arnar eru búskapur, húsdjór,
lívfrøði og náttúra, plantur,
tøkni og verkætlanir. Tey
sum hava luttikið á skeið-
num eru úr øllum landinum,
bæði ung og eldri, kvinnur
og menn, verandi og kom-
andi bøndur.
Dugnaskapsprógv
til frítíðarsiglarar
Kvølskúlin er eisini farin
undir eina útbúgving fyri
frítíðarsiglarar í samstarvi
við Vinnuháskúlan. Hetta
er ein útbúgving í siglingar-
læru, sjóreglum, veðurlæru
og trygd, havumhvørvi, sjó-
mansskapi og nýtslu av
GPS og radara. Útbúgvingin
hevur til endamál, at næm-
ingarnir skulu fáa eina so
holla vitan, at teir trygt
kunnu føra bát undir øllum
umstøðum, sigur Jákup P.
Strøm, sum leggur afturat
at skeiðið er fullteknað,
men heldur áfram í heyst,
um játtan fæst.
nøvn
Próvhandan á
landbúnaðar
deplinum
Næmingarnir sum fingu prógv í útbúgvingini “Yrkisskeið innan landbúnað” eru: Bergur Berg,
Hans Andreas N. Dahl, Martin Eið, Jan í Horni, Dorthea Joensen, Heri Jógvan Joensen, Jógvan
Joensen, Per Joensen, André Kruse, Rasmus Magnussen, Fríðfinn Nicolajsen, Gunnfríður Dahl
Olsen, Jógvan Fróði Olsen, Karl Petersen, Kári á Presttrøðni, Tórður á Presttrøðni, Konnie
Reinert, Sanna Silvurstein, Jóhan Simonsen, Anfinnur Thorsteinsson, Mortan Vang, Torkil
Zachariassen og Jóannes V. Rasmussen
Mynd: Jens Jákup Hansen
Veddingafyritøkurnar
hava føroyska bólkin
The Dreams sum
favoritt til at vinna
danska Grand Prixið
leygarkvøldið. Harð
asti kappingarneyti
verður Simon Mathew
Grand Prix
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Donsku veddingarfyritøk-
urnar kenna seg vísar í, at
tað verður antin føroyski
punkbólkurin The Dreams
ella danska poppstjørnan
Simon Mathew, sum fara at
vinna danska Grand Prixið
leygarkvøldið.
Hjá Bet24 verður mett, at
The Dreams hevur besta
møguleikan at vinna kapp-
ingina,
meðan
Scandic
Bookmakers
halda,
at
Simon Mathew er besta
boðið.
The Dreams taka lut við
einum heldur øðrvísi sangi,
tá ið tað snýr seg um Grand
Prix. Ekstrablaðið hevur
skírt hetta rópirock, og tað
kann verða ein stórur fyri-
munur fyri The Dreams, at
teirra sangur hoyrist burtur
úr rúgvuni.
The Dreams fóru í fyrstu
syftu við í Grand Prixið fyri
at gera vart við seg, áðrenn
fyrsta fløgan hjá teimum í
Danmark kemur út beint
eftir Grand Prixið. Men nú
er bólkurin alt í einum favo-
rittur til at vinna kappingina,
og tað kann verða, at føroy-
ingar kunnu gera munin í
atkvøðugreiðsluni leygar-
kvøldið.
Føroyingar fáa møguleik-
an at atkvøða við sms, og
tað kann gerast við at senda
“sang 09” til telefon numm-
arið 1212.
The Dreams eru
favorittar
Føroyski rópirockurin er favorittur til at vinna danska Grand
Prixið leygarkvøldið
nýggjur lýsingarmiðil í Føroyum
40” lýsingarskíggjar
kring landið
Tel 34 18 00 s-lysingar@sosialurin.fo
Skíggjarnir hanga á hesum støðum:
• Kiosk Vár í Klaksvík
• Postverkinum í Klaksvík
• Kiosk Vár í Saltangará
• Haraldsen í Fuglafirði
• Mylluni í Miðvági
• FK í miðbýnum í Tórshavn
• 2 skíggjar í Handilskjarnanum í Tórshavn
• 2 skíggjar í Statoil á Argjum