Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 21 - 30. januar 2008 tíðindi Innari svínhundurin fær ein hvøkk, meðan næstrakærleiki fær eina akutta meining í leikinum Býtisbarnið, ið verður sýndur í Norðurlandahúsinum í løtuni Sjónleikur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang ”Vita tit, hvat eitt býtisbarn er fyri nakað?” Sjónleikarin Marita Dals­ gaard hyggur spyrjandi út yvir tey gott 200 skúlabørn­ ini, ið eru savnað at hyggja at sjónleiki í Norðurlanda­ húsinum hesa løtuna. ”Ja... øhh ... nei”, ljóðar tað forvitið og ótolið úr sal­ inum. Og so fáa vit fyrst søguna um, hvussu huldufólk fyrr í tíðini onkuntíð stjólu menn­ iskjabørn og løgdu sítt egna, ljóta huldubarn í staðin. Ein­ asti mátin, at býta eitt sovorð­ ið býtisbarn um aftur, var at buka huldubarnið til blóðið sprændi so illa, at huldu­ mamman sjálv kom aftur við menniskjabarninum og tók huldubarnið við sær aftur. Skal, skal ikki Børnini halda ondini, tá Marita Dalsgaard við eitt umskapast til eina slevandi og óhugnaliga huldukonu, sum tevjar menniskjalugt frá einum hestavogni, ið kemur framvið. Í vogninum sita eini so fegin bóndahjún við sínum nýfødda soni. Brádliga gerast hestarnir skakkir av onkrum og loypa upp frá, so barnið dettur úr vogninum. Nú er lag á manni hjá huldukonuni at stjala menniskjabarnið ­ og er tað í grundini ikki heilt rímiligt, tí: ”Hví eru menniskjabørn­ ini so vøkur, meðan okkara eru ... hmm .. ikki so øgiliga vøkur?”, spyr huldukonan. Løtan, har huldukonan stríðist við sína trongd at stjala menniskjabarnið, er ein av teimum bestu í leikin­ um Skiftingen, sum leikbólk­ urin Fair Play spælir í Norð­ urlandahúsinum hesar dagar­ nar. Tað er, sum berjist Mar­ ita Dalsgaard við eitt ógvus­ ligt og livandi trøll, í royndini at standa móti freistingini. Og tá hon umsíðir gevur eft­ ir og fer luskandi avstað við barninum, skilja vit hana væl, og hava mest sum sam­ kenslu við henni. Men tað hava vit eisini við bóndakon­ uni, sum júst hevur mist sín einasta son, og sum ikki kann fáa fleiri børn. Sannførandi spæl Soleiðis verður frá byrjan í leikinum lagt upp til, at áskoðarin sendir eitt mor­ alskt eygnabrá langt inn í seg sjálvan. Ber tað til at elska eitt barn, sum er ljótt sum arvasyndin og hartil ikki er títt egna? Hava vit ikki øll rætt til at fáa full­ komin og vøkur børn? Og hvat við barninum? Víst er tað synd í bóndahjúnunum, at tey hava mist sonin og nú skulu dragast við hetta mis­ hátta býtisbarnið. Men barn­ ið hevur jú onki gjørt, og tí hevur tað ikki uppiborið at verða bukað og bart. Sum um støðan ikki er nóg ræðulig frammanundan, eru bygdafólkini nú eisini farin at slatra um vanlukk­ una, sum er hend bónda­ hjúnunum. Uttan onnur amboð enn teskandi røddirnar, sigandi eygnabrá og hábrøgd skapa teir fýra leikararnir snildis­ liga og sannførandi eina mynd, sum vóru tey ein heil­ ur hópur av slatrandi bygdar­ fólkum. Saman við bygda­ fólkunum glepsar og goyr okkara innari svínhundur í hatri til óbodna og fremm­ anda býtisgestin, saman við onkrari løgnari blanding av hevndarhuga, skaðafrøi og falskari samkenslu við bónda­ hjúnunum. Skundaður av bygdafólk­ inum og sínum egna ráða­ loysi, byrjar bóndin at buka býtisbarnið, sjálvt um kon­ an tykist so hjartaliga synd í tí. ”Men vilt tú ikki hava tín egna son aftur?”, spyr bónd­ in konuna. Eina løtu er púra kvirt. ”Jú, men ikki, um tað skal vera uppá handan mát­ an”, svarar bóndakonan avgjørd, og tekur býtisbarnið upp í fangið. Ver móti øðrum ... Til endan gevur bóndin upp. Hann kann snøgt sagt ikki góðtaka, at ala upp eitt so mishátt barn, sum ikki er av hansara egna blóði. Og sjálvt um bóndakonan elsk­ ar mann sín yvir alt, letur hon hann fara. Hon góðtek­ ur, at tað er prísurin hon má gjalda fyri sín kærleika til býtisbarnið. Ì leikinum Skiftingen er hetta tað, ið skal til, fyri at fáa menniskjabarnið aftur. Og so skuldi alt jú verið gott aftur. Men ikki í hesum leikinum. Tá bóndahjúnini spyrja afturkomna sonin, hvussu hann hevur havt tað, fær svarið hárini at reisa seg í nakkanum: ”Tá tit vóru góð við huldudrongin, vóru huldu­ fólkini eisini góð við meg. Men tá tit bukaðu hann, bukaðu tey eisini meg ...” Moralskt drama Hóast moralurin tykist skorð­ in út í papp í søguni, kennist tað ikki soleiðis, tá tú hyggur eftir Skiftingen. Leikurin er gyklandi logiskt bygdur upp, so tú uttan himpr letur teg taka við og soleiðis ikki varnast moralsku tvístøðuna, fyrr enn tú stendur beint í henni saman við persónunum á pallinum. Sum við øðrum ævigt gald­ andi søgum, gloymir tú, at umstøðurnar í Skiftingen hoyra einum øðrum heimi til. Ómakaleyst og sannfør­ andi kemur leikurin at snúgva seg um teg og meg, hvussu vit bera okkum at móti okk­ ara næsta, og hvussu vit rea­ gera, tá vit kenna okkum órættvíst viðfarin. So einfalt ­ og so fløkt. »Býtisbarnið« – ein moralskur uppsangur Leikurin byggir á stuttsøguna Skiftingen hjá Selma Lageröf, ið er prentað í savninum Trolde og Mennesker frá 1915. Tað er danski leikbólkurin Fair Play, ið spælir leikin. Leikarar: Marita Dalsgaard, Henriette Rosenbeck, Jesper Pedersen Henrik Steen Larsen FAKTA Løtan, har huldukonan (Marita Dals­gaard) berj­is­t móti freis­tingini s­tj­ala mennis­kj­a­ barnið, er ein av teimum bes­tu í leikinum Skiftingen Snildis­liga og s­annførandi s­kapa teir fýra leikararnir eina mynd av einum heilum hópi av s­latrandi bygdafólkum Við eitt ums­kapas­t Marita Dals­gaard til eina s­levandi og óhugnaliga huldukonu