Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 21 - 30. januar 2008 ] Tá Ritt Bjerregaard mánadagin helt røðu fyri donsku europa­ meistarunum,­ var tað við orðum,­ sum føroyska Malan Lud­ vig hevði fest á blað Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Malan, sum er 26 ára gom­ ul, lesur pedagogik í danska høvuðsstaðnum. Á yvir­ bygninginum til lesnaðin er rættiliga frítt, hvørjar læru­ greinar verða valdar. Og ein møguleiki er eisini at fara í starvsvenjing. Hendan møguleika valdi Malan at gera nýtslu av, og hon fekk pláss á ráðhúsinum, har »Overborgmesterens Sekretariat« leitaði eftir ein­ um lesandi, sum vildi í starvsvenjing. Og fyri tveimum vikum síðani byrj­ aði Malan so í hesum sessi­ num. Talan skal skrivast Sum so mong í bæði Føroy­ um og Danmark, so sat Mal­ an nærum kleind at skíggj­ anum, meðan EM­enda­ spælið í hondbólti var á skránni. Og sum vera man, so gjørdist spenningurin ikki minni, so hvørt sum danska gulltokið trumlaði alla mótstøðu til viks. ­ Tá eg seinasta fríggjadag á arbeiðsplássinum fekk at vita, at danska landsliðið skuldu feirast á Ráðhúsið­ num, um teir vunnu gull, var eg kvik at bjóða meg fram. Eg var tí nokk eyka spent sunnudagin, tá finalan varð spæld, sigur Malan frá. Til stuttleikar kann nevn­ ast, at hátíðarhald fyri donskum hondbólti ikki er heilt ókent hjá Maluni. Í 1984 var hon eisini til stað­ ar, tá donsku jarnkvinnurnar komu heim við gulli. Ta ferðina var tað tó á sjálvum Ráðhúsplássinum – og ikki inni á sjálvum Ráðhúsinum – at hon helt til. ­ Og mánamorgun til arbeiðis fekk eg at vita, at eg kundi sleppa at byrja uppá taluna, sum Ritt Bjerre­ gaard skuldi halda fyri landsliðnum. Tað var rætti­ liga óveruligt at sita og skri­ va eina talu, sum alt Dan­ mark, og fleiri við, skuldu hoyra seinni tann dagin. Tað varð tó ikki heilt mín tala, tí hon varð væl rættlis­ in, og eg vil eisini undir­ strika, at feilurin viðvíkjandi býnum ikki var mín. ­ Tá talan var skrivað, vóru enn nógvir tímar eftir, til landsliðið skuldi koma á Ráðhúsið, og eg var sera spent. Eg hevði fingið loyvi at »smugla« eina vinkonu við inn á Ráðhúsið tann dagin, so vit vóru sera spent­ ar, tá klokkan nærkaðist 17. Nógva hetju-myndir Røðan, sum Malan altso sín stóra lut í, vrð hildin í øllum góðum. Aðrar røður skuldu sjálvandi eisini haldast, men síðani kundu tey flestu taka sær meira av løttum. Millum annað við siðbund­ nu pannukøkunum. ­ Eg og vinkonan, Hildur, royndu so at fáa myndatøkur saman við og autografar frá spælarunum. Og tað gekk mikið væl. Vit fingu auto­ graf frá øllum uttan Lars Rasmussen, sum fór avstað rættiliga tíðliga. Harafturat fingur vit nógvar myndir. Og nú er so eingin ivi um, at so leingi eg eri í starvs­ venjing, so verður tað eg, ið sleppi at standa fyri hond­ bóltstiltøkum, um nakað verður, sigur Malan brosan­ di. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Tað var rætti­li­ga óveruli­gt at si­ta og skri­va ei­na talu, sum alt Danmark, og flei­ri­ vi­ð, skuldu hoy­ra sei­nni­ tann dagi­n. (Malan Ludvi­g) Føroysk røða til EM-hetjurnar Tað gekst væl hjá Maluni­ og Hi­ldur at fáa orð á donsku hetjurnar. Kasper Hvi­dt var kanska størsta hetjan av øllum, og her sæst hann saman vi­ð Maluni­ Tað eru i­kki­ øll, sum sleppa somi­ki­ð nær EM-gulli­num. Og tí var talan sjálvandi­ um stóra uppli­vi­ng hjá Maluni­ Joachi­m Boldsen hevur í flei­ri­ ár veri­ð ei­n av ímy­ndunum av danska manslandsli­ðnum. Her eru Malan og Hi­ldur avmy­ndaðar saman vi­ð stórspælaranum