Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 21 - 30. januar 2008 ] Ungverskur unglingi við Margáir EB/Streymur tykist halda fram við at styrkja sær um spælarahópin. Í løtuni er ein 18 ára gamal ungverji og venur við felagsliðnum, sum aftur í ár meddar eftir toppinum. Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, sigur, at talan er um áleypara, sum seinast hevur spælt í næstbestu deildini í Eysturríki. – Hann hevur sýnt áhuga at koma hendavegin, og vit vænta okkum sjálvandi nakað av honum. Enn er tó eingin sáttmáli skrivaður, men nú venur hann so við liðnum í tvær vikur, og so verður støða tikin til tann partin. Overgaard leingir við AB AB hevur á heimasíðu sínari boðað frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Morten Overgaard, sum í fjør var ein av grundstuðlunum í verjupartinum. Hóast AB flutti niður, so var lítil ivi um, at danski verjuleikarin væl og virðiliga hevur støði til Formula-bólt, og tí eru tey á Argjum sjálvandi fegin um, at nýggjur sáttmáli er komin upp á pláss. Steypaliðið fram um øll hini er aftur í ár partur av mansfinaluni í hondbólti Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Níggju av seinastu tíggju ferðunum hevur StÍF verið partur av mansfinaluni í hondbólti. Av teimum níggju eru sjey endaðar við sigri til StÍF, og tí er eingin ivi um, at strand- ingar aftur í ár hava góðar vónir um, at teir skulu lyfta steypinum enn eina- ferð. Settu ferðina upp Fortreytirnar eru í øllum førum til staðar, eftir at StÍF vann tryggan sigur á veteranunum hjá Kyndli í hálvfinaluni. Fyrra dystin vann StÍF 37-15, og við sigrinum í gjár gjørdist samlaða úrslitið 76-44. Í gjár hekk Kyndil við eina løtu. Fyri steðgin var ikki tann heilt stóri mun- urin á liðunum báðum, men tá ungu og topp- trimmaðu strandingarnir settu ferðina upp eftir steðgin, beyð ikki bøtur, tá væntaði sigurin varð spældur heim. Vandi í vælferðini Og lítil ivi er um, at strand- ingar eisini eru favorittar í finaluni. Líka mikið um mótstøðuliðið eitur Kyndil ella H71. Einasti vandi í vælferð- ini man vera, at StÍF eisini er somikið væl við í lands- kappingini. Hóast StÍF tey nógvu seinastu árini hevur havt ein stóran leiklut í toppinum av føroyskum hondbólti, so er greipan ikki vunnin hesi árini kort- ini. Teir vórðu annars meistarar í bæði 1999 og í 2004. Men júst tey bæði árini taptu teir eisini steypafinaluna. Seinnu ferðina enntá móti Kyndli, sum væl kann hugsast at verða mótstøðuliðið hesa- ferð. StÍF-Kyndil 39-29 (15-17): Áttanda finalan á rað Kyndil II-StÍF 29-39 (15-17) StÍF víðari við 44-76 10 min: 5-5 20 min: 7-11 40 min: 17-16 50 min: 21-30 Málskjúttar Kyndil: Rúni Johansen 10(1), Jónleif Sólsker 9(1), Brian Poulsen 4, Uni Wardum 3(1), Hannis Wardum 2, Kári R. Nielsen 1 StÍF: Bárður Danielsen 7, David Edvardsen 7(1), Rúni Niclasen 5, Jón Rasmussen 5, André F. Dani- elsen 4, Borgar Danielsen 2 Brotskøst: Kyndil 4, StÍF 1 Útvísingar: Kyndil 2, StÍF 1 Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg FAKTA Spenningur verður stórur á Hálsi, har kvinnurnar hjá Kyndli og Tjaldri skulu gera av, hvør teirra fær óvæntaða finalumøguleikan Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hevði onkur undan kapping- arbyrjan sagt, at Tjaldur ella Kyndil skuldu verða annar parturin í steypafinaluni hjá kvinnum, so høvdu tey flestu helst bara ypt øksl. Men veruleikin er nú, at annað av liðunum fær møguleikan. Kyndil hevur ikki verið í finaluni, síðani tær í 2000 vunnu eina óhugnaliga spennandi finalu á VB, men tað krevur nakað, um Kynd- il skal somikið langt í ár. Tjaldur hevur nevnliga gjørt púrasta greitt, at tað var álvari handan orðini, tá tey í summar søgdu, at liðið – umframt uppflyting til Sunset-deildina – eisini ætl- aði sær langt í steypakapp- ingini. Fyrru hálvfinaluna móti Kyndli vann Tjaldur við fýra málum, og tí hava tær nú góðar fortreytir at spæla seg fram til størsta hondbóltsdagin av øllum. Í hini hálvfinaluni hjá kvinnum er so sum so við spenninginum. Stjørnan gjørdi nevnliga bart, tá tær vitjaðu í Vág i, og ilt er at síggja, hvussu tær skulu missa seks mála stóra leiðslu á heimavølli. Seinasta finalan í kvøld verður hjá monnum. Her hevur Kyndil betru kortini í dystinum móti H71. Fyrra dystin, sum varð spældur í Hoyvíkarhøllini, vann Kynd- il við seks málum. Og tað er ein leiðsla, sum eigur at geva teimum grønu stóran fyri- mun undan dystinum í kvøld. Seinastu finalistarnir skulu finnast Dystirnir í kvøld Kvinnur Dystur Klokkan støðan Kyndil-Tjaldur 18.30 28-32 Stjørnan-VB 19.00 28-22 Menn Kyndil-H71 20.00 28-22 FAKTA Pál Joensen kutaði um vikuskiftið 19/100 sekund av føroyska metinum á 100 metra frí. Eisini setti hann met í 100 og 400 metra blandaðari svimjing Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Svimjikapping var í Havn um vikuskiftið, og vóru tað hesaferð svimjarar úr bólki 3 og eldri, ið royndu seg. Aftur hesaferð gjørdist SuSvim vinnari av kapping- ini við 30 gull-, 15 silvur-, og 12 bronsuheiðursmerkj- um. Pál Joensen er glóðheit- asta navnið í føroyskari svimjing í løtuni, og aftur hesa ferð skarvaði hann av metunum. Hesa ferð gjørd- ist talan um trý av slagnum. Á 100 metra blandaða teininum svam hann heim í 1.00,80, og er tað 37/100 sekund betri enn gamla met- ið, sum Beinir E. Danielsen úr Flot átti. Í 100 metra frí gjørdist talan um nýtt met við 0.52,30, sum eru 19/100 sekund betri enn gamla metið hjá Kristiani Olsen. Og í 400 metra blandaðari svimjing gjørdist talan eisini um met. Hesa ferð við tíðini, 4.34,41. Topp 10 Fina stig í 25m hyli Navn Ár Felag Stað Grein Tíð Stig 1 Pál Joensen 90 SuSvim HS. Jan 08 400m frí 03.56.73 793 2 Kári J. á Høvdanum 90 Ægir HS. Jan 08 100m rygg 00.57.66 698 3 Shaila M. Garðarnar 84 SuSvim HS. Jan 08 50m frí 00.27.31 695 4 Pauli Ø. Mohr 91 FS HS. Jan 08 50m frí 00.24.08 690 5 Mona Simonsen 91 SuSvim HS. Jan 08 400m frí 04.33.58 686 6 Danjal M. Hoffgaard 89 SuSvim HS. Jan 08 100m frí 00.54.36 638 7 Dánjal Hestoy 90 HS HS. Jan 08 50m frí 00.25.20 602 8 Helena Sævarsdóttir 94 SuSvim HS. Jan 08 50m frí 00.28.71 598 9 Karina Petersaen 80 FS HS. Jan 08 50m bringa 00.36.00 594 10 Bjørg Seloy 92 HS HS. Jan 08 200m frí 02.17.48 586 10 Malan V. Bærendsen 91 SuSvim HS. Jan 08 200m bringa 02.47.68 586 Heiðursmerkjabýtið Felag gull silvur bronsa SuSvim 30 15 12 Fuglafj. Svimjifelag 26 10 7 Havnar Svimjifelag 21 19 12 Ægir 18 25 14 Reki 7 7 8 Flot 6 5 2 FAKTA Pál Joensen setir nú eisini met á styttru crawl-teinunum. Um vikuskiftið tók hann 100 metra metið hjá Kristiani Olsen Enn trý Pál-met