mikudagur 30. januar 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 21 - 30. januar 2008 ]
KEV leitar eftir góðum lærlingum innan el.
Ert tú opin og erligur, hevur rímiligan kunnleika
til teldu og hug at arbeiða innan el, ynskja vit
at frætta frá tær.
Fyrimunur er, um tú hevur SIT.
Send okkum eina skrivliga umsókn við avriti
av prógvum v.m.
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta
lagi 12. februar 2008.
Hevur tú okkurt at spyrja um, kanst tú ringja
til Oddur á telefon 505882.
Lærlingur
Kongshavnar El-Virkið
Gulasteinsvegur 30 · FO-610 Saltangará
t-postur: kev@kev.fo
Stór flogbóltskapping
hevur um vikuskiftið
verið í Klaksvík. Hetta
var kapping fyri
yngri lið, t.e. gentir og
dreingir í bólkunum
10, 12 og 14 ár, um
framt kvinnu og
mansunglingar
FLOGBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Kappingin var sera væl
fyriskipað, og við Norðoya
Sparikassa sum stuðli, skip
aði Mjølnir fyri einari sera
væleydnaðari kapping.
Styttri enn vanligt
Kappingin var soleiðis skip
að, at hon ikki innibar, teir
vanligur reglurnar í flog
bólti. Ístaðin fyri at spælt
varð til best av fimm settum,
varð spælt til best av trimum
settum í hvørjum dysti, og
hetta stytti munandi um
dystirnar. Á hendan hátt var
møguleiki fyri at avgreiða
dystirnar skjótari, og varð
kappingin eisini á hendan
hátt meiri áskoðaravinarlig.
Ungverskt álop í B36
Tað hevur verið eitt stórt tómrúm á liðnum hjá B36,
síðan Sylla fór til Malta at spæla fótbólt. Men nú
tykist holið at vera fylt. B36 boðaði nevnliga í gár
frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við tveir
ungverskar áleyparar. Annar er 29 ára gamli Karoly
Potemkin, sum ein part av síðsta kappingarári leikti
við EB/Streymi. Hin áleyparin eitur Tamas Nagy, og
er 30 ára gamal. Umframt at hava spælt í bestu
ungarsku deildini í nógv ár, hevur hann spælt á U21
landsliðnum hjá Ungarn.
Arsenal aftur á toppinum
Arsenal vann í gjárvøli á heimavølli 30 á Newcastle. Úrslitið
er nett tað sama, sum tað var, tá ið Newcastle leygardagin í
steypakappingini vitjaði á sama vølli. Sigurin ber við sær, at
Arsenal er nýtt oddalið. London felagið hevur 57 stig, og
Manchester United hevur 54 stig. Manchester United fær
mikukvøldið møguleika at endurvinna oddasessin við betri
málmuni enn Arsenal. Í kvøld fer Portsmouth at vitja á Old
Trafford.
Dreingir 10 ár. Aftastarað frá vinstru: Gull Fleyr: Beinta Venjari,
Uni, Gilli, Niels, Eli, Bárður og Guðrun Venjari. Miðraðið: Silvur
ÍF: Beinir, Martin, Hjørtur, Høgni, Tróndur og Eyðun Venjari (Jan
vantar á myndini). Fremsta rað: Bronsu Mjølnir: Vera Venjari,
Uni, Mikkjal, Kristin, Martin, Fróði og Berit Venjari
Dreingir 12. Aftasta rað: Gull Mjølnir: Eyðbjørn Venjari,
Heðin, Andreas, Jóannes og Fríði. Miðraðið: Silvur Dráttur:
Rannva Venjari, Fríði, Johan Arni, Jóannes Albert, Sigurð Fríði
og Sigurð. Fremsta rað: Bronsu ÍF: Bjarni Venjari, Tóri, Eyðun,
Jákup, Oluf, Daniel, Bjarti og Hjørtur Hjálparvenjari
Dreingir 14. Aftasta rað: Gull TB: Fróði, Jákup, Margeir, Benja
min, Kjartan, Ragnar, Rasmus, Rógvi, Fríði og Otta Venjari.
Miðraðið: Silvur Mjølnir: Heðin, Karl, Aron, Fríði, Sólvi, Bjarti,
Andrias, Martin og Lato Venjari. Fremsta rað: Bronsu SÍ: Bárður,
Niels Erik, Jens, Svein Øssur, Jákup, Jóannes og Venjarin
Gentur 10. Aftasta rað: Gull Fleyr: Sóley, Katharina, Eva,
Beata, Magnhild og Anna Venjari. Miðraðið: Silvur Dráttur:
Suni Venjari, Joan, Barbara, Birita, Annika, Anna, Kristina og
Rannvá Venjari. Fremsta rað: Bronsu KÍF: Joan Venjari, Deepa,
Rannvá, Kára, Tóra og Guðrun Venjari
Gentir 12. Aftasta rað: Gull KÍFa: Anika, Bára, Birta, Elisabeth,
Anja, Malan og Gunnvá Venjari. Silvur ÍF: Randi Venjari,
Kristina, Hanna, Tórhild, Jastrid, Marta og Katrin Venjari
Gentir 12. Bronsu Fleyr: Anna, Maria, Elisabeth, Kristina,
Juliett, Rannva, Juditt og Jan Venjari
Gentir 14. Aftasta rað: Gull TB: Tórfríð Venjari, Sirið, Mirjam,
Bára, Gunnvør, Súsanna, Elisabeth og AnnMari Venjari. Mið
raðið: Silvur Fleyr: Birita, Poulina, Barbara, Hanna, Anita,
Annika, Alexandra, Rakul og Linda. Fremsta rað: Bronsa KÍF:
Dóra, Ásvør, Annie, Unnur, Gunn og Rúna
Kvinnuunglingar. Aftasta rað: Gull Fleyr: Kristian Venjari, Tina,
Anna Sára, Simonika, Karina, Rakul, Eyð, Óluva, Brynhild,
Rúna og Hans Venjari. Miðraðið: Silvur Mjølnir: Lato Venjari,
Jastrið, Sofía, Sára, Annika, Elisabeth, Eina, Poulina, Sølva,
Olivia og Durita. Fremsta rað: Bronsu KÍF: Sissal, Guðrun,
Marta, Heidi, Hjørdis, Sonja, Barbara, Heidi og Jákup Venjari
Væleydnað flog
bóltskapping
Mansunglingar. Aftasta rað: Gull Fleyr: Pól Venjari, Fróði, Leo,
Regin, Bjarki, Bogi, Rói og Jan Venjari. Miðraðið: Silvur SÍ:
Jákup, Filip, Brandur, Martin, Emil, Finn Ingi og Sonni
Mansunglingar. Bronsu TB: Suni Venjari, Arthur,
Hanus, Gunnar, Hugin, Gilli og Magnar.