mikudagur 30. januar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 21 - 30. januar 2008
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
bilar
Í sendingini Bylgjan
hjá Kringvarpinum
hesa vikuna vórðu
tveir bilar ummældir:
Skoda Fabia Combi
Sport og Saab 9-3
Sport Sedan. Tveir
sportligir familjubilar
bilar í hvør sínum
klassa
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Bilarnir sum vórðu ummæld
ir í sendingini Bylgjan hjá
Kringvarpinum mikudagin
30. januar vóru Skoda Fabia
Combi Sport við 1,4 litra
bensinmotori við 86 hk, og
Saab 93 Sport Sedan við
við 175 hk.
Fyrri bilurin, sum varð
royndarkoyrdur, var Skoda
Fabia Combi Sport, sum
júst nú er komin á marknað
in sum stationcar. Talan er
um ein praktiskan bil, sum
er ein tann størsti í sínum
klassa. Viðførisrúmið er
430 litrar.
Tann royndarkoyrdi Fabia
Sport Combi kostar kr.
205.750, og hevði 1,4 litra
bensinmotor við 86 hk.
Fabia fæst eisini við bæði
minni og størri bensinmo
torum sum t.d. 1,2 við 60
ella 70 hk, 1,6 við 105 hk
og trimum dieselmotorum:
1.4 TDI við 70 ella 80 hk
og 1.9 TDI við 105 hk. Tann
størsti hevur hevur diesel
partikulfiltur sum standard.
Fabia fæst í hesum útgávum:
Classic, Ambiente, Sport
og Elegance.
Fabia hava nógvar inn
bygdar trygdarskipanir sum
standard sum t.d. ESP og
airbag framman, í síðunum
og gardinairbag.
Skoda Fabia Combi kann
síggjast og roynast hjá Norð
bil við Oyggjarvegin. Prísir
nir byrja við kr. 148.000,
Saab 9-3
Seinni bilurin varð Saab 9
3 Sport Sedan 2,0 turbo við
175 hk. Saab 93 hevur fing
ið eina sonevnda facelift.
Bilurin er dagførdur við
meira markantum designi
og betri koyrieginleikum.
Nýggja modellið er eyð
kent av t.d. størri kølaragitt
ari og rammum rundan um
tokulyktirnar. Aftan eru eisi
ni nakrar designbroytingar,
eins og desinið sum heild er
broytt.
Saab 93 hevur hópin av
innbygdum trygdarskipan
um og er ein av heimsins
tryggastu bilum. Bilurin
fekk gullmedalju frá "Insur
ance Institute for Highway
Safety” í fjør, sum er hægsta
viðurkenning fyri trygd í
USA.
Bilurin, sum varð roynd
arkoyrdur,
kostar
kr.
362.400. Hann var sera væl
útgjørdur við t.d. leðurkab
inu, klimaanleggi, ferðpiloti
og BOSEanleggi.
Saab 93 kann síggjast og
roynast hjá Auto Service.
Bilurin fæst í nógvum
ymiskum útgávum og kann
bíleggjast eftir egnum yns
ki. Tann biligasti kostar
280.000 krónur.
Skoda Fabia og Saab 9-3
Nýggja modellið av Saab
9-3 er eyðkent av t.d. størri
kølaragittari og rammum
rundan um tokulyktirnar
Aftan eru eisini nakrar
designbroytingar, eins og
desinið sum heild er broytt
Skoda Fabia Combi Sport er
júst nú komin á marknaðin
sum stationcar
Fabia Combi er ein praktiskur
bilur við stórum viðførisrúmi
bilar