mikudagur 30. januar 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 30. januar 2008
23
bilar
Bilverkstaðið hjá
Auto Service er í
løtuni gjørt um til
eina skúlastovu,
har biltøkningarnir
fáa undirvísing í
framkomnu el-skip-
anini í nýggjastu
bilunum. Skeiðið er
fyriskipað í samstarvi
við Autobranchens
Udviklingscenter í
Danmark
Bilar
Magnus Gunnarsson
Maggi@sosialurin.fo
Frá týsdegnum 29. til og
við hósdagin 31. januar er
bilverkstaðurin hjá Auto
Service við Oyggjarvegin
gjørdur um til skúlastovu,
har biltøkningarnir hjá fyri
tøkuni fáa eitt eftirútbúgv
ingarskeið í elskipanini í
nýggjastu bilunum.
Skeiðið er fyriskipað í
samstarvi við Autobranch
ens Udviklingscenter í Dan
mark, sum hava sent tveir
instruktørar til Føroya at
undirvísu í elskipanini í
nýggjastu bilunum. Undir
vísingin er bæði teoretisk
og praktisk.
Anthonius
Dalsgaard,
tekniskur leiðari, sigur at
skeiðið er skraddaraseymað
til Auto Service, og tey bil
merkini sum teir umboða:
Peugeot, Opel, Nissan og
Saab. Skeiðið er ein liður í
málsetninginum hjá Auto
Service, sum er at fyritøkan
skal vera í støðugari menn
ing, og starvsfólkini alla tíð
ina verða dagførd, so hvørt
sum nýggj tøkni kemur í bil
arnar.
Canbus-skipanin
Á skeiðnum verður t.d. Can
busskipanin við fleirvegis
kommunikatión gjøgnum
gingin. Henda skipan er í
øllum nýggjum bilum, og
setur hon stór krøv til bil
tøkningarnar. Umframt slík
skeið verða biltøkningarnir
hjá Auto Service alla tíðina
dagførdir við tí nýggjasta,
sum hendir innan tey fýra
bilmerkini,
sum
teir
umboða.
Autobranchens Udvikl
ingscenter, sum hoyrir undir
Erhvervs Uddannelses Cen
ter (EUC), varð stovnað í
1999, tí tørvur var á einum
felags orkudepli fyri bil
branchuna.
Autobranchens Udvikl
ingscenter er ein vitanarban
ki, sum gevur nýggja vitan
og teknologi til bilverkstøð
gjøgnum undirvísing, skeið,
temadagar og líknandi til
tøk til frama fyri at bæði
mekanikarin og verkstaðið
verða best møguliga dag
førd.
Bilverkstaðurin
sum skúlastova
Bilverkstaðið hjá Auto Service er í løtuni gjørt um til eina skúlastovu, har biltøkningarnir fáa undirvísing í framkomnu el-skipanini í nýggjastu bilunum
Jan Caspersen og Sølve Gudmundsen frá Autobranchens Udviklingscenter. Sølve er føroyingur,
ættaður úr Vági
Bilverkstaðurin hjá Auto Service hevur sína egnu teldudeild