hósdagur 7. juni 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 106 - 7. mai 2001
Nr. 106 - 7. mai 2001
21
gult20 cyan20 magenta20 svart20
gult21 cyan21 magenta21 svart21
Ongar pengar við í himmiríkið
Vágstún hýsir stórum
tiltøkum
Onkur av stóru tiltøkunum á Norðoyastevnu verða
hildin í Vágstúni. Har verður stevnan sett av borgar-
stjóranum fríggjadagin, og leygarkvøldið er mid-
náttarsamkoma, har sera nógv fólk vanliga er við.
Sunnudagin fer skrúðgonga við skótum og ítróttar-
fólki úr Klaksvíksgarðinum og heim í Vágstún, har
fólkafundur verður. Jørgen Niclasen heldur røðuna.
Umframt hesi tiltøk verða eisini ymiskir kristiligir
útifundir í Vágstúni, meðan stevnan varar.
Dagliga rokast tey á
bingjuplássinum millum
skrottaðar bilar, gomul
málingablikk, brotin
sjónvarp, pappkassar og
annað burturkast. Á
Norðoyastevnu njóta tey
lívið í Aberdeen. Og skuldi
nakar verið í iva, um tann
festliga býarmyndin í
Klaksvík fer at síggjast og
bera seg á enskum, er
svarið stutt og greitt: –
Keine problemen!
FÓLK
Steintór Rasmussen
Tú kennir teg vælkomnan inn í
tann lítlan skúrin. Herborg er
farin eftir vatni, og Ingólvur
koyrir nakrar skeiðir av Karat í
filtrið.
Jú, tey hava funnið stevið sam-
an, bæði sum hjún og sum
arbeiðsfelagar. Og ímeðan deym-
urin av nýbryggjaðum kaffi
spakuliga fyllur rúmið, er ongin
bíðitíð eftir mongu søgunum,
sum tey fortelja um ein munn.
– Vit blivu góð á Oyrabakka í
1987 og longu árið eftir giftust
vit, sigur Ingólvur, og Herborg er
skjót at leggja afturat:
– Ja, tað var so heitt, at sama
dag kom eldur í gamla Timbur-
handilin í Klaksvík.
Og so verður flent so hjartaliga.
Hon kemur við koppunum og
hann við einum keksapakka. Og
prátið kemur inn á matgerð og
arbeiðsbýtið heima við hús.
- Vit skiftast um at gera mat.
Hon ger mat til mín, og eg geri
mat til hennara, sigur Ingólvur,
sum eisini starvast sum køkshjálp
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Og
Herborg, sum í síni tíð var á
Húsarhaldsskúla, klappar búkin-
um vælnøgd.
- Ja, sum tú sært, eru vit alt ov
glað fyri góðan mat. Men vit
grenja ikki um vektina. Vit
skiftast um at gera døgurða, og
hvørgin okkara er kræsin. Men at
baka lata vit onnur um. Vit búgva
so nær við bakaran, og tað
lættasta er bara at keypa, tá ið vit
skulu hava okkurt søtt undir
tonnina.
Gott arbeiðspláss
Tá ið Ingólvur Johannessen í
1995 byrjaði á bingjaplássinum
hjá IRF, var hann einsamallur um
arbeiðið. Men skjótt fekk hann
hjálp frá Herborg, sum ongantíð
hevur verið bangin fyri at taka
eina hond í.
Í fyrstani var tað mestsum til
stuttleika og fyri at halda mannin
við selskap, at hon fór á bingju-
plássið. Men sum góð og álítandi
arbeiðsmegi kom eisini hon á
lønarlistan hjá kommununi.
Og í dag er tað herliga parið í
Jørundsgøtu í Klaksvík drívmeg-
in á ruskplássinum. Tey taka
ímóti rokaðum bilum, sum koma
við óruddi á ruskplássið, og skipa
soleiðis fyri, at burturkastið fer í
rætta kontainaran. Tey syrgja fyri,
at jarn og annað metall ikki kem-
ur uppí tað, sum skal brennast, og
tey spula og rudda upp eftir vitj-
andi. Og eisini er okkurt smá-
vegis pappírarbeiði.
- Hetta er eitt gott arbeiðspláss,
og vit eru væl nøgd við viður-
skiftini. Vit koma í samband við
nógv fólk, og vit uppliva okkurt
hvønn dag.
Og tey møðast ikki av hvørjum
øðrum, hóast tey eru saman bæði
í arbeiði og sum maður og kona.
– Tað gongur uppá stás. Tað er
stuttligari og betri at vera saman
um hetta arbeiði, siga tey bæði,
sum á pappírinum skulu taka tørn
annaðhvønn leygardag, men sum
kortini, tá ið avtornar, plaga at
vera saman um vaktina.
Ókeypis sjónvarp
Tað eru ikki allir norðoyingar,
sum eru líka raskir at sortera
ruskið. Og tað eru tey somu, sum
blanda alt saman. Papp, jarn,
fløskur, battaríir og annað vanda-
mikið burturkast.
- Onkuntíð fellur okkurt orð, tá
ið vit blanda okkum uppí, og siga
hvussu tingini skulu gerast. Tað
loysir seg tó ikki at vera for-
nermaður. Og tað, sum vit ikki
tíma at hoyra, kemur inn gjøgnum
eitt oyra og útaftur gjøgnum hitt.
Men sum heild, so eru fólk
positiv og fitt, og tey lurta eftir
okkum.
Men koyra fólk eisini góðar
nýtiligar vørur burtur?
- Ájú. Tað kemur meira enn so
fyri, sigur Ingólvur, og Herborg
nikkar samtykkjandi.
- Vit hava eitt nýtt og næstan
óbrúkt sjónvarp heima hjá okk-
Ingolvur og Herborg Johannesen
hava funnið stevið saman. Bæði
sum hjún og arbeiðsfelagar á
ruskplássinum í Klaksvík
Mynd: Jens Kristian Vang
Skákmát
Í kvøld fer Klaksvíkar Talvfelag at skipa fyri tveim-
um talvkappingum í felagshúsinum, Skákinum, á
Akursmørk.
Klokkan 17.30 verður snarkapping fyri børn og
ung, og steyp verður latið til vinnaran.
Kl. 20.30 verður kapping í snartalvi fyri vaksin í
Skákinum, og her verður eisini steyp at vinna.
Umframt talvkappingarnar gleða talvfólk í Klaks-
vík seg til, at heimsins besti telvari kemur á vitjan í
býnum leygardagin.
um, sum var á veg í bingjuna.
Tann, sum tveitti tað burtur, helt
tað vera í ólagi, men viðkomandi
hevði bara ikki skil at trýsta á
Stand-by knøttin. Tað var onki
galið við sjónvarpinum, sum nú
stendur í stovuni heima hjá okk-
um.
Og Herborg minnir mannin á
hornasofuna, sum neyvan var
meira enn eitt ára gomul, og sum
eisini mundi fingið somu lagnu.
Hana høvdu vit ikki pláss fyri,
so nú hevur onkur annar fingið
gleði av henni.
Ongar pengar við í
himmiríki
Tey bæði Herborg og Ingólvur
royna annars sum best at smíða
sær eydnuna, og hevur ikki alt
altíð gingið til vildar, so hava tey
í dag eini fitt lítil hús og klára seg
til dagin og vegin.
- Vit keyptu húsini fyri 200.000
krónur kontant, sigur Ingólvur
glaður, og hann eins og Herborg
er ikki sørt errin, at tey klára seg
sjálvi bæði so og so.
– Jú, nú taka vit frí í nakrar
dagar nú og fara til Skotlands at
halda Norðoyarstevnu.
– Seinast sigldu vit, men
hesaferð flúgva vit. Hvørki eg
ella Herborg leggja nakað í alt
fólkið og allan vertskapin, sum
nú verður, so vit fara heldur á
hotell í Aberdeen. Tað við peng-
um gongur nokk, tí vit hava júst
fingið feriuløn.
– Og pengar eru til at brúka, tí
vit fáa teir ikki við okkum í
himmuríki, eru hjúnini eisini
samd um.
Men hvussu eru tit kring í
enska málinum?
Á, har hava vit keine problem-
en, dettur tað úr Herborg og hon
hon flennur aftur í skellilátri.
Til arbeiðis
Vit fara út úr skúrinum og ganga
millum tær mongu bingjurnar við
kemikalium, jarni og øðrum
burturkasti.
Økið, sum einaferð var grót-
brot, er eisini bilpark norðoyinga.
Hetta sjónliga arrið á vestursíðuni
á Klakkinum er ikki serliga
vakurt, og tað kann heldur ikki
goymast burtur. Men millum alt
skrambli; gamlar stovumøblum,
brúktar bilar, brotnar harddiskar,
gummistúlvlar og slitnar gólv-
máttur er eisini hesin áhugaverda
forvitnisliga opnað bókin um
Herborg og Ingolf.
Tey bæði fara eftir kusti og
spaka. Klokkan er nú so mikið, at
skjótt koma teir fyrstu bilarnir,
lessaði IRF við skrambli og
burturkasti, inn á ruskplássið.
– Vit blivu góð á Oyrabakka í 1987,
og longu árið eftir giftust vit. Tað
var so heitt, at sama dag kom eldur
í gamla Timburhandilin í Klaksvík,
Ingólvur Johannesen byrjaði á ruskplássinum í 1995, og tá var hann
einsamallur um arbeiðið
Mynd: Jens Kristian Vang
Í fyrstani var tað mestsum til stuttleika og fyri at halda mannin við selskap,
at Herborg fór á bingjuplássið. Men sum góð og álítandi arbeiðsmegi kom
eisini hon á lønarlistan
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
21
20