hósdagur 7. juni 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 106 - 7. mai 2001
Nr. 106 - 7. mai 2001
23
gult22 cyan22 magenta22 svart22
gult23 cyan23 magenta23 svart23
Lykilin er dygd
Nógvar framsýningar
Tað verða nógvar framsýningar at fara til á norðoya-
stevnu. Summar eru afturvendandi, meðan aðrar eru
nýggjar.
Stóra listaframsýningin er fastur táttur á stevnuni, og í
ár verður framsýningin í skúlanum við Ósánna. Á
framsýningini verður eisini modell av skonnartini Polar-
farið, sum Hans Jacob Fuglø hevur gjørt, sýnt fram.
Norðoya Fornminnasavn hevur framsýning um ull í
sínum egnu hølum, Norðoya Fotofelag hevur framsýning
av myndum í Kunningarstovuni, og í skótahúsinum,
Uppistovu, verður framsýning av modellbilum og motor-
súkklum.
– Gert tú eitt gott arbeiði,
so fært tú eisini nógvar
uppgávur, sigur Jastrid
Gullaksen, sum hevur
arbeitt sum grafiskur
designari í Klaksvík í fleiri
ár. Nú hevur hon gjørt
nýtt grafiskt virki saman
við Gunvu við Keldu
GRAFIKKUR
Eyðun Klakstein
Grafiska vinnan stórtrívist í
høvuðsstaðnum. Nógv virki og
fólk starvast innan hesa vinnu, og
útbúgvin fólk hava ongar trupul-
leikar við at fáa starv.
Tað hevði heldur ikki verið
nakar trupulleiki hjá Jastrid og
Gunvu at farið til arbeiðis í Havn,
men tær hava valt at fara aftur til
heimstaðin og gera sítt egna virki,
sum tær kalla Vasti.
Jastrid er útbúgvin grafiskur
designari, og Gunvá er grafikari
og hevur eisini tikið útbúgving
innan leiðslu og fíggjarstýring.
– Tað ber væl til at hava eitt
slíkt virki í Klaksvík, hóast mesta
virksemið innan hesa vinnuna
higartil hevur verið í Havn. Gert
tú eitt gott arbeiði, so fært tú
eisini nógvar uppgávur, sigur
Jastrid Gullaksen, sum hevur
arbeitt sum grafiskur designari í
Klaksvík í fleiri ár.
Samskifti um netið
Gunvá við Keldu hevur starvast
nógv á bløðunum í Havn, men nú
er hon flutt til Klaksvíkar at
arbeiða.
– Tað kann eisini verða ein
fyrimunur, at okkara virki liggur
uttan fyri Havnina. Vit eru ikki í
sama umhvørvi, og tað kann
koma okkurt gott burturúr tí,
heldur Gunvá.
Jastrid Gullaksen hevur havt
Grafiskt Design í fleiri ár, og tað
heldur Gunvá hevur verið við at
bróta upp úr nýggjum. Nú fara
tær saman um nýtt virki, og
viðskiftafólk hava tey kring alt
landið.
– Tað er eingin trupulleiki at
arbeiða í Klaksvík, hóast tú hevur
kundar í Havn ella í Eysturoynni.
Tað ber til at samskifta umvegis
netið, og tað verður nógv brúkt,
sigur Jastrid.
– Tá tú ert komin at kenna tínar
kundar, og teir hava fingið álit á
tær, so ber tað vil til at samstarva
fyri tað um annar er í Havn og hin
í Klaksvík, sigur hon.
Broyting hend í Klaksvík
Vasti hevur móttøku fríggjadagin,
men tær hava verið í gongd síðani
1. apríl, og nógv er at gera. Norð-
oyastevnan skapar eisini ein
ávísan tørv.
– Tað eru nógvar smáar upp-
gávur her í Klaksvík áðrenn
norðoyastevnuna. Handlar og
fyritøkur skulu hava ymiskt klárt
til stevnuna, og tað hjálpa vit so
teimum við, sigur Gunvá.
Síðani Jastrid Gullaksen fór
undir sítt virki í Klaksvík er nógv
broytt.
– Tað tykist sum fleiri og fleiri
fyritøkur vilja gera meiri burtur
úr sær sjálvum við faldarum,
lýsingum og øðrum. Bara síðani
eg byjaði, er ein stór broyting
hend í Klaksvík, sigur Jastrid.
Og so er tað tann upplagdi
spurningur. Hvat merkir Vasti?
Og svarið er, at Vasti merkir
vakurleiki, og navnið er eisini eitt
spæl við bókstavunum í nøvn-
unum hjá Gunvu og Jastrid.
Formaðurin í Norðoya Ítróttar-
og Frítíðarráð er væl nøgdur við
norðoyastevnuskránna
STEVNUSKRÁ
Eyðun Klakstein
Ársins norðoyastevnuskrá líkist
sær sjálvari. Har eru afturvend-
andi tiltøk, sum vertir og gestir
hava vant seg við.
Men onkur nýggj tiltøk eru
eisini á skránni, og vitjanin av
heimsins besta telvara, Garri
Kasparov, fer eisini at verða ein
stórhending á stevnuni.
– Vit eru væl nøgdir við
skránna. Sjálvandi eru nógv
afturvendandi tiltøk, men soleiðis
er við øllum stevnum. Men tað
eru eisini onkur nýggj tiltøk á
skránni, sigur Jan Gardar, sum er
formaður í Norðoya Ítróttar- og
Frítíðarráð (NFÍ). Tað er NFÍ,
sum samskipar norðoyastevnuna.
– Kasparov kemur á vitjan,
nýggjar og spennandi framsýn-
ingar eru á skránni, og so er
bjargingarroyndin komin aftur á
skránna.
– Tað kann eisini fáa týdning, at
kappróðurin í Klaksvík kann fara
at gera seg galdandi. Tað kann gera
stevnuna stuttligari, sigur Jan.
Børnini skuldu fingið
meiri
Jan Gardar letur væl at arbeiðnum
við skránni. Stríðið er sjálvandi at
samskipa tey mongu tiltøkini, og
hetta hevur eydnast væl.
– Tá tað eru so nógv stór og góð
tiltøk, so slepst ikki undan, at
summi
tiltøk
renna
saman.
Leygardagin er til dømis bjargi-
ngarroynd og vitjan hjá Kasparov
í senn, men soleiðis eru treytirnar,
sigur Jan Gardar.
Bæði børn og vaksin hugna sær
á ársins fyrstu veruligu summar-
stevnu, og formaðurin heldur, at
fleiri tiltøk áttu at verið til børn.
– Vit hava tivoli, ponyríðing,
hoppiborg og okkurt annað, men
tað hevði verið stuttligari við
fleiri tiltøkum til børn, so tey
rættiliga kundu hugna sær á
stevnuni, heldur Jan Gardar.
– Tað tykist sum fleiri og fleiri
fyritøkur vilja gera meiri burtur úr
sær sjálvum við faldarum, lýsingum
og øðrum. Bara síðani eg byjaði, er
ein stór broyting hend í Klaksvík,
sigur Jastrid Gullaksen, sum nú
hevur gjørt nýtt grafiskt virki saman
við Gunvu við Keldu
Mynd: Jens Kristian Vang
Nøgdur við skránna
Jan Gardar, formaður í NFÍ, er væl
nøgdur við skránna á
norðoyastevnuskránna, men tað
slepst ikki undan, at onkur stór
tiltøk renna saman
Mynd: Eyðun Klakstein
C
M
Y
K
23
22