mikudagur 30. januar 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 • 30. januar 2008
MIÐvIkaN
27
Røða hildin leygarkvøldið 25da apríl 1908 í
teatirsalinum av H A Djurhuus. (tá eg skuldi fara
avstað til Bergen).
Henda røða er umrødd í frásøgnini hjá Peturi, og
sum tað sæst er hon uppá rím.
Summarnáttin er dreymanna stund,
tá lýður ein fegin á alt,
kenslurnar vakna og trygg kennist lund
og mangt finnist, ið áður var fjalt.
Tá valdar hitt dulda í sálini býr,
mót víðskygdum hægdum sær fóturin snýr,
hvar lotini leika so svalt.
Hoyrir tú mutla streymandi á?
Hvat man tað vera sum hon sigur frá?
Skilir tí kvæðið? Hon kvøður
um ferð yvir fjøllini há.
Settist tú nakrantíð fossinum hjá
á nátt meðan alt var kvirt.
Hoyrdi tú ikki eitt kvæði tá,
sum náttin sjálv hevur yrkt.
Væl var tað hulið, hitt dragandi ljóð,
djúpt tá hvørt orð seg í sálina gró,
og tú kendi sinni títt styrkt.
Fagurt var kvæðið, sum nykurin kvæð,
hugtikin satst tú og lýddi á tað.
Kendi tú ei slíkar løtur
teg mentan at kvøða eitt lag.
Hoyrdi tú ljóðið hitt hulda, sum fer
leikandi fram sína leið?
Kendi tú føgur ein summarnátt er?
So svíkir eydnan teg ei.
Skilti tú rætt hin alfagra sang,
sum vindurin ber yvir tindar og ong
so verður framferðin greið;
tí fatar tú náttina, hennara rødd,
so verður í vanda ei sálin tín stødd,
tá fær tú sigrandi vónir
og øll tíni sár verða grødd.
Summarnáttin er meginar stund,
tá setist mangt verkið á stovn.
Summarnáttin er kenslunar stund,
hon veitir tær treystastu vón.
Bygdi tú ikki tær skýhøga høll
meðan dimmið, hitt hvílandi, eymt fevndi fjøll
og sást manga dárandi sjón.
Elskar tú náttina, hennara song
setur tær nykur á harpuna strong
so lærir tú fossakvæðið
og áarløgini mong.
Og fert tú enn burtur til onnur lond,
hvar alt tykist stórt tær og nýtt
ljósnættarkvæðið, hin ljósnáttar ond
fylgir so langt tær og vítt,
dregur teg aftur at heimligu strond,
tí okkara summarnátt eigur trý bond,
ið draga hvønn aftur til sítt.
Skilti tú kvæðið sum fossurin kvæð,
kendi tær nykurin náttana lag,
veit eg, at tú kemur aftur
eins og tú nú fert avstað.
So ynski eg tær eina góða ferð,
ein bjartan ein sólríkan dag.
Havnar Fótboltsfelag helt sítt
triðja ársgildi seinasta leygar
kvøldið. Øll gildini hava verið
stuttlig og hugnalig, tí haldi eg
hetta seinasta bar av, og tykir
mær, at ungdómurin í Havn dugir
at koma saman til stuttleika í
góðum lagi. Tað tykir mær, at
tað er ein broyting í mátanum at
stuttleika sær og haldi eg, at tann
broytingin er góð.
Væl var fyristaðið, bæði við
mati, stuttleika og skemtan.
Teatursalurin var vakurt skrýddur,
vakrari enn nakrantíð fyrr og
sinnið var ljóst og kátt hjá
øllum. Tað var dansað føroyskur,
eingilskur og norskur dansur.
Skiftandi sangur, sungin av
sangfelagnum Ljómur, røður
hildnar og ymisk spøl spæld.
Eitt kvøld við góðum minnum og
hopandi, at fleiri slík máa eydnast
ungdóminum í komandi tíðum.
Summarnáttin
Gildið í fótbóltsfelagnum
í gerð. (Tað má hava verið ein
umbygging).
Ætlanin var, at eg skuldi fara
yvir aftur til mítt kæra Bergen,
men pápi bleiv sjúkur um veturin
1908/09, og tann sjúkan vardi til
hansara deyða í apríl 1912, og eg
fór ikki yvir aftur.
Lagasmíð í Bergen
Petur greiðir nokk so nógv frá
uppihaldinum í Noregi. Her skal
bert takast tað við, sum hevur
samband við hesa frásøgn, eisini
um sang.
Ein morgun stóð eg og málaði
inni. Vindeygað stóð opið, og
eg sang av hjartans lysti “Várt
fagra heim, várt dýra land”.
(Lagið “Og Guð vors lands).
Eina løtu seinni fór eg út eitt
ørindi, og Wathne kom til mín
og segði, at eg hevði eitt frálíkt
mál, og hann ivaðist ikki í, at eg
hevði sloppið til teatrið, um eg
hevði lært at sungið. Hann ráddi
mær til at taka tímar í sangi á
Bergen Musikkonservatorium,
har hann sjálvur hevði gingið. Eg
var ógvuliga fegin yvir tað, hann
segði, og ætlaði eg mær eisini
at tosa við fyristøðumannin, men
tað kom ongantíð í lag.
Við hvørt sat eg einsamallur
inni, tá regnið oysti niður, og eitt
slíkt kvøld (18. juli 1908) gjørdi
eg lagið til “Eg elski teg land”.
Ein sunnudag eftirmiddag stutt
aftaná smíðaði eg eisini her
í Bergen løgini til Havið: “So
bylgjandi blátt” og “Her er eingin
føroyingur at finna”.
Løg til sjónleik
Í teimum døgunum fekk eg bræv
frá Kristin bróður, har hann bað
meg senda sær nótarnar til “Tú
alfagra land mítt”, “Tjaldur ver
vælkomið”, “Eg elski tíni eygu”
og “Legg tínar armar um háls
mín”. Teir skuldu nýtast í einum
sjónleiki, teir skuldu spæla í
Havn á Ólavsøku til 100 ára
minning Nólsoyar Pálls. Tá eg
sat og skrivaði hesi løgini fyri at
senda tey til Føroyar, tá komu
fram fyri meg allar tær stundir
í Ungmannafelagnum og aðra
staðni, har eg hevðu sungið
hesar mínar sangir, og eg var eitt
sindur sárur um hjarta av longsli.
Eisini ynskti eg mær at vera
við til sjónleikin og alt starvið
frammanundan.
Seinni, aftaná ólavsøku, fekk
eg brøv frá Føroyum, frá pápa
og Poul bróðuri, sum søgdu frá,
hvussu óførur gravgangur hevði
verið eftir billettum til sjónleikin,
ið bar navnið Ófriðarligar Tíðir.
Áh, sum eg sá Havnina og heimið
fyri mær í kærum hugnaligum
ljósi! At kunna hava verið har
uppi um Ólavsøkuna og spælt
Løbner, sum ætlanin var, tað
hevði verið stuttligt! Og nú gekk
eg her og tvassaði og sá ikki ein
føroying, dag út og dag inn. Eg
var ótolin og longdist, men eg
havi jú higartil “dansað á rósum”
gjøgnum lívið og kendi ógvuliga
lítið til beisku síðuna av lívinum.
Brøvini søgdu mær eisini frá tí
stóra brandinum hjá Z. Heinesen
1. august. Tað var ógvuliga
interessant at lesa um, ein øgilig
hending í tí lítlu stillu Havnini. Tí
betri doyði eingin.
Baldursbrá kom 105
ferðir
Petur skrivar ikki meira um
Ungmannafelagið í síni dagbók.
Men hann hevur tó verið virkin
í felagnum eftir heimkomuni.
Hetta sæst á Baldursbrá, har
hann hevur verið ritstjóri á fleiri
av bløðunum seinastu tíðina hjá
Ungmannafelagnum.
Baldursbrá kom út 105 ferðir.
Av hesum stóð Petur Alberg sum
ritstjóri á 16 av hesum bløðum.
Samlaða síðutalið er omanfyri
1.000. Her er nógv spennandi
tilfar, sum vit uttan iva fara at
koma aftur til. Fyrst og fremst
lýsir hetta tilfar tey áhugamál,
sum ungdómurin í Havn hevði.
Eins og í dag var fótbóltur eisini
eitt av tí sum áhugi var fyri. Her
kann til stuttleika endutakast
frásøgn frá ársveitslu hjá HB í
1906.
Nyholm Debes var ein av stigtak
arunum til Ungmannafelagið. Hann
var skald og eisini løgtingsmaður
Hans Andrias Djurhuus hevur ein stóran leiklut í hesi frásøgn. Hetta er
standmynd av honum. Aftanfyri sæst "Hans Andriasa hús", har hann búði frá
1936 til hann doyði í 1951