mikudagur 30. januar 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
28
nr. 21 • 30. januar 2008
Tað er eingin ivi um, at tað finst
nógv áhugavert tilfar í Baldurs
brá, tá hugsað verður um øll tey
megnarfólk, sum hava skrivað í
blaðnum. Í hesum umfari er bert
pláss fyri einum lítlum broti.
Í november 1907 situr Petur
Alberg og skrivar eitt bræv,
sum hann dagfestir í Tjørnuvík
26. mai 1972. Her letur hann
brævskrivaran eita Bjørn og
móttakaran eita Brand, og so
spælir hann sær við, hvussu
umstøðurnat fóru at vera í Føroy
um 65 ár seinni. Brandur hevur
búð í Amerika í 10 ár og er nú
á vitjan. Vit endurgeva brot úr
brævinum:
Góði vinur,
Tað er skomm av mær, at eg skal
hava latið teg bíða so leingi at
frætta frá mær, men eg havi havt
so nógv at tikist við, síðan eg kom
aftur til Føroyar, at eg neyvan havi
fingið tíð at sovið og enn minni
fingið tíð til at hugsa um teir, ið
burturi eru. Eg vóni, at tú hevur
fingið ta heilsu, sum eg sendi
tær yvir til San Francisco yvir
tann tráðleysa. Ferðin higar til
Føroyar frá Chicago við ballónini
gekk sera væl, undantikið, at vit
tann dagin í storminum fingu
eitt lítið brek í róðurgreiðirnar.
Eg kom higar til Tjørnuvíkar við
jarnbananum í Havn, og ætli eg
at steðga her á hotellinum í tveir
dagar.”
Sum tann sjónleikarhugaði
saknar hann teatur í Tjørnuvík,
men á Eiði er tó eitt frálíkt, sum
hann kann fara til.
“Meðan eg steðgaði í Havn,
hevði eg tað so frágera gott, tað
var valla, at eg kendi Havnina
aftur, tó eg ikki hevði verið
burtur í meira enn 10 ár. Har
búgva um 75.000 fólk, og alt sær
nýtt og moderna út. Teatur og
variteir eru 1. klassa, og Tivoli
kann sammetast við líknandi av
sama slag aðra staðni.
Eitt kvøldið var eg í Ungmanna
felagnum. Har las ein limur upp
úr einari gamlari bók. Teir søgdu,
at tað var felagsins fyrsta blað
bók. At hugsa tær til, hvussu lítið
fólk kravdi tá. Nú kemur blaðið
út, prentað sjálvsagt, hvønn
dag og er nú felagsblað fyri øll
ungmannafeløgini i Føroyum.
Tað stendur hart poltiskt stríð í
hesum døgum, tí nýggj valg skulu
vera til Føroya Ríksdag. Væntast,
at sosialistarnir nú koma at eiga
flest allar sessirnar.
Ja, her er nógv umbroytt, og
tann gamli havnamoli, sum fyrr
gekk frá Skansa út á Argir, er nú
bygdur av nýggjum og gongur frá
Hoyvík og suður á Glyvursnes.
Men tað tørvar eisini, tí bæði
er skipaflotin hjá føroyingum
stórur, og so hava tey skipini, ið
sigla til Grønlands og londini við
Norðpólin uppløgu her og størri
parturin vetrarstøðu.
Kirkjubøreyn er nú avvaksið
við viðskóg, men tað hevur verið
drúgt arbeiði.
Nú hoyri eg, at Amerikabáturin
pípar 1. ferð. Tað er væl best,
at eg fái endað hetta brævið.
Vit síggjast aftur í Washington í
heyst.
Vinarlig heilsan
Bjørn
Mads doyði bert 52
ára gamal í 1923.
M.A. Jacobsen skrivaði
millum annað um
hann:
Øll tey fyrstu árini var Mads
Andrias Winther oddamaður
(ungmanna) felagsins, og tað
treivst væl undir hansara hondum.
Hann elskaði ungdómin og dugdi
sjáldsama væl at vera saman við
teimum ungu, altíð í góðum hýri,
fryntligur og skemtingarsamur,
og so átti hann hetta barnsliga
álvara, ið gjørdi tey ungu trygg og
opinskárað. Hann var eingin røðari,
men hansara bjarta lívsáskoðan,
ið elvdi honum sjálvum ljósar
vónir um framburð land og fólk,
skygdi gjøgnum orð hansara og
vermdi ungar sálir, og sjálvur
yngdist hann upp í samveruni við
teim ungu og kendi sær hvíld og
ugga í ungdómsarbeiðnum. Á
felagsfundunum var tað upplest
urin av hinum skrivaða blaðnum
Baldursbrá, ið elvdi mestan
áhuga og stuttleika. Øllum var tað
forkunnugt at hoyra móðurmálið
nýtt í yrking og skaldsøguskriving.
Og blaðið gjørdi tað, at flest øll
máttu royna seg við penninum.
Og merkiligt er, hvussu hugaðir
limirnir vóru at skriva. Bløðini fylla
seks stórar foliobøkur, ið nú eru
til skjals á Landsbókasavninum.
Hetta er ein stakmerkilig
Havnarsøga frá árunum 1906
1912, skrivað av unga ættarliðnum
í Havn, og nógv av hesum, ið her
er skrivað, hevur skaldskaparligt
og bókmentaligt virði.
Mads var føddur 23. november
1871 á Sandi og doyði 8. februar
1923. Hann var á sorinskrivara
skrivstovuni í eitt mannaminni.
Foreldrini vóru Elisabeth
Marianna f. Mohr, Hoyvík
og Niels Christoffer Winther
av Sandi. Kona hansara var
Sigrið Thorbjørg f. Mohr í
Havn. Hann var tingmaður fyri
Sjálvstýrisflokkin 190623. Fyrst
fyri Suðurstreymoyar valdømi
til 1918 og síðan fyri Sandoyar
valdømi, tá ið hann var sýslu
maður í Sandoyar Sýslu. Hann var
limur í Tórshavnar býráð 190916
og formaður 190913. Hansara
Úrvalsrit komu út í 1932. Mesta
tilfar í hesi bók eru greinir, hann
skrivaði í Baldursbrá.
Mads Andrias Winther, undangongumaðurin
Næstu ferð
Í komandi Miðviku
verður greitt frá ferðini
hjá Niels R Finsen heim
úr Grønlandi í 1939 við
250 útróðrarmonnum.
Høvuðskeldan er Aksel
Dalsgaard úr Skálavík.
Aftaná verða fýra partar
av spennandi tilfari um
Daniel J. Danielsen, sum var
trúboðari í Congo 190103
Hetta er eitt dømi um skriftina hjá Petur Alberg í Baldursbrá.
Hon talar fyri seg
Mads Andrias
Winther var eingin
ársungi, men
hann var eldsál í
ungmannafelagnum
Dømi úr Baldursbrá
Høvd á Baldursbrá, teknað av Petur Alberg