Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindi Nr. 22 - 31. januar 2008 tíðindi Magni Arge og Christian Andreasen skrivaðu í gjár undir sáttmála við Airbus- verksmiðjuna. Spildurnýtt flogfar kemur í flotan í 2011 FlogFerðsla Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sáttmálin við Airbus varð undirskrivaður í Toulouse í Fraklandi í gjár. Vegna Atlantic Airways skrivaðu Christian Andreasen, nevndarformaður, og Magni Arge, stjóri, undir. A 319 er eitt av heimsins mest seldu flogførum. Talan er um sama slag flogfar, sum var á royndarferð í Føroyum í oktober 2005. A 319 tekur millum 130 og 150 ferða­ fólk og lastar munandi meira enn verandi flogfør hjá Atlantic Airways. ­ Hesin sáttmálin er eitt stórt stig á leiðini at endur­ nýggja og effektivisera okk­ ara flota. Flogfarið fer vænt­ andi í rakstur millum Før­ oyar og Danmark og á øðrum leiðum í Evropa í seinasta lagi í 2011, sigur Christian Andreassen. Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, heldur, at við nýggja flogfarinum økjast møguleikarnir at skapa størri vøkstur bæði í rutuflúgvingini og leigu­ flúgving. ­A 319­flogfarið er eitt gott val, tí tað tekur fleiri ferðafólk enn verandi flog­ før, sigur Magni Arge. Hann vil tó ikki siga nakað um, hvørt fólk skulu rokna við betri ella verri regul­ ariteti. ­ Tað fáa vit sjálvandi ikki sagt, fyrr enn vit hava roynt tey. Men partvíst eru hesi flogfør sera væl útgjørd við tólum til millum annað innflúgving. Og partvíst vóna vit eisini, at vøllurin í Vágum er betri, tá nýggja flogfarið kemur. Stjórin vil ikki siga, hvussu stór íløgan er. Men áður hevur hann nevnt, at skal talan verða um nýggj flogfør til flotan hjá Atlantic Airways, kosta hesi millum 200 og 240 milliónir. Sambært almennu tølunum er listaprísurin hjá Airbus fyri hesi flogfør 66 milliónir dollarar. Men tað er væl hugsandi, at prísurin er nakað minni, tá talan samstundis er um optiónir upp á. ­ Tað er tó greitt, at við verandi dollarakursi er talan um hepna løtu hjá okkum at gera eina slíka løtu. Sjálvandi vita vit ikki, hvussu kursurin verður um trý ár, men tí partinum kunnu vit helst tryggja okkum ímóti, sigur hann. Atlantic Airways hevur í dag sjey flogfør og tríggjar tyrlur. Við Airbus­flog­ farinum verður sjøtul settur á eitt nýtt tíðarskeið í søgu felagsins, tí síðan stovnanina fyri 20 árum síðan hevur felagið einans brúkt flogfør frá British Aerospace. Atlantic Airbus Undirskriftin hjá Magna Arge verður her sett á sáttmálan. Hetta er fyrsta ferðin, at Atlantic Airways keypir spildurnýtt flogfar Ófriður valdar enn í Kenya Hóast tað nú eru 35 dagar síðani forsetavalið í Kenya, og meira enn ein vika síðani Cofi Annan kom til Nairobi, at fáa finna ein friðarligan enda, so er eingin friður í landinum. Tey almennu tølini siga, at yvir 800 fólk eru deyð og 300.000 heimleys, hesu tøl eru óivað í verðuleikanum væl hægri. Ófriðurin ídag, hevur einki við politik at gera, nei, tað er eitt gamalt stríð ímillum ymisku ættarbólkarnir, sum er kykna uppaftur, aftaná valið. Tað er tað ein óhugnalig etnisk útreinsan, góðir grannar eru brádliga fíggindar, og tá telur ættarupprunin meir enn gott vinarliga. Ja, enntá blandaði hjún eru rakt, tey verða ikki viðurkend. Omanfyri 50.000 krónur komu inn til Neyðhjálp í Kenya­tiltakið, og eru teir nýttir til at keypa tað sum bráðfeingis tørvur er á. Tað eru seks føroyingar í Kenya, og tey eru sjálvsagt øll merkt av støðuni, men kenna seg tó ikki noydd at rýma. Tey seks eru hjúnini Malena og Jens Meitilberg, sonur teirra, Josva, og so eru tað Mia, Hallgerð og Hendrik, ið fara til Føroya aftur í dag. Skuldi støðan í landinum versnað munandi, siga tey seg umhugsa hvat gerast skal, og hava tey gott samskifti við donsku sendistovuna har. Í sambandi við at Jean Djurhuus er settur sum stjóri á TRYGD, verður móttøka hjá TRYGD á Kongabrúnni, Gongin 7, fríggjadagin 1. februar kl. 15.00–17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gongin 7 Postboks 44 FO-110 Tórshavn Tel. 35 81 00 www.trygd.fo Móttøka