Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 22 - 31. januar 2008 tíðindi KEV leitar eftir góðum lærlingum innan el. Ert tú opin og erligur, hevur rímiligan kunnleika til teldu og hug at arbeiða innan el, ynskja vit at frætta frá tær. Fyrimunur er, um tú hevur SIT. Send okkum eina skrivliga umsókn við avriti av prógvum v.m. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 12. februar 2008. Hevur tú okkurt at spyrja um, kanst tú ringja til Oddur á telefon 505882. Lærlingur Kongshavnar El-Virkið Gulasteinsvegur 30 · FO-610 Saltangará t-postur: kev@kev.fo Keypssamtøkan í Vágum FK í Vágum sóknast eftir Fólki at starvast í handlinum Arbeiðstíðin verður 30 tímar um vikuna Løn: Sambært sáttmálan við S & K Nærri fæst at vita við at venda sær til Álv Samuelsen, tel 221130 Skrivlig umsókn skal, skjótast til ber, ella í seinasta lagi 12. februar sendast til FK Vágar 370 Miðvági att: Álvur Simonsen tel 332950 Hvussu kann sjó­ vinna gerast ein av landsins mest týð­andi vinnum? Hendan spurningin fer ráð­stevnan Shipping Føroyar 2008 at varpa ljós á. Ráð­stevnan verð­ur í Norð­urlandahúsinum 7. mars, og við­ á stevnuni verð­a m.a. fyrilestrarhaldarar frá Danmarks Rederiforening, Torm A/S, Simon Møkster Shipping, Mærsk Supply Service og Sjóvinnudeplinum Ráðstevna Tíðindaskriv Føroya Banki, Reiðara­ felagið fyri Farmaskip og Sjóvinnudepilin skipa fyri Shipping Føroyar 2008. Endamálið við ráðstevuni er at umrøða, hvussu møgu­ leikarnir í føroyskari sjó­ vinnu kunnu troytast upp­ aftur betur enn í dag. Um føroysk sjóvinna var lutfalsliga líka stór sum tann danska, stóð hon fyri eini samfelagsligari inn­ tjening á umleið tvær milliardir krónur. Men tað ger hon ikki. Inntjeningin í føroyskari sjóvinnu verður í løtuni mett at vera um 400 mió. kr. Greitt er kortini, at før­ oyingar hava stórar førleikar innan shipping. Millum 800 og 1000 føroyingar sigla við útlendskum reiðaríum, serliga donskum, norskum og skotskum reiðaríum, og spurningurin er, um hendan væl skikkaða arbeiðsmegin bara skal arbeiða fyri útlendsk feløg í alla framtíð. ­ Vit halda, at føroyska samfelagið kann fáa mun­ andi meira burtur úr sjóvinnuni enn nú. Fingust nógvir av føroyingunum at arbeiða í føroyskari sjó­ vinnu, og fingu vit gjørt FAS­skipanina betri, kundi verulig ferð fingist á inntjeningina í sjóvinnuni. Eisini hava vit ríka møgu­ leikar at veita tænastur úr Føroysum fyri útlendsk reiðarí, siga fyrireikararnir. Føroya Banki, Sjóvinnu­ depulin og Reiðarafelagið fyri Farmaskip vænta nógvar luttakarar á ráð­ stevuni, bæði sigalndi fólk, íleggjarar, politikarar og onnur áhugað. Shipping Føroyar 2008 Møguleikarnir innan føroyska sjóvinnu skulu troytast meira og betur, siga fyriskipararnir av ráðstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum í mars mánaði Lesið internet Sosialin ! www.sosialurin.fo