hósdagur 7. juni 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 106 - 7. mai 2001
Nr. 106 - 7. mai 2001
27
gult26 cyan26 magenta26 svart26
gult27 cyan27 magenta27 svart27
Hann hevur gravað
Klaksvík upp og niður,
men síðani hann gjørdist
80 ára gamal, hevur Dorus
Johannessen ikki arbeitt.
Hann hevur tó ongar
trupulleikar við at fáa
tíðina at ganga. Hann er
tíðliga á fótum, og hann
situr ikki stillur
FÓLK
Eyðun Klakstein
Hóast hann var til sjós sum ungur,
endaði Dorus Johannessen sum
arbeiðsmaður á landi.
Spakin og eyrhøggarin hava
verið arbeiðsamboðini fram um
onnur, og ikki fyrr enn hann
gjørdist áttati ára gamal, tveitti
hann spakan frá sær.
Nógvu frítíðina, sum hann
hevur havt síðani, hevur hann
ongar trupulleikar havt av, og
hann situr ikki heima og kúrir.
– Eg fari upp klokkan seks á
morgni, og eg siti ikki stillur,
sigur Dorus Johannessen, sum er
81 ára gamal og býr saman við
konuni í Torvgøtu í Klaksvík.
Dorus vaks upp á Húsum, men
hann var nógv í Klaksvík sum
ungur. Í 1944 flutti hann til
Klaksvíkar at búgva, og har hevur
hann búð síðani.
Hóast Dorus er kendur sum
arbeiðsmaður og hevur gravað
fyri
SEV, Telefonverkið
og
Klaksvíkar kommuna, byrjaði
hann arbeiðslívið á sjónum.
– Eg fór fyrsta túrin til skips
sum 15 ára gamal í 1934. Tað var
við Bjørgvin, sum fór til Grøn-
lands. Eg var við Bjørgvin í trý ár,
áðrenn eg fór við Polarfarinum,
greiðir Dorus frá.
Sigldi øll krígsárini
Dorus sigldi øll krígsárini við
Fimm Systrum. Teir sigldu við
fiski niður til Bretlands, og hóast
kríggið leikaði á, og teir sóu
avleiðingarnar av hesum, var
Dorus ongantíð úti fyri beinleiðis
álopi.
– Eg minnist, at eg spurdi
Dávur Joensen, um eg kundi fáa
kjans við Fimm Systrum. Hann
hevði trupulleikar við at fáa fólk,
og tí slapp eg sjálvandi við. Tað
var kríggj, men tað vit máttu
halda áfram. Tað bar ikki til bara
at gevast á hondum, sigur Dorus.
Einu ferðin fleyg eitt týskt
flogfar yvir teimum, tá teir næst-
an vóru komnir til lands í
Føroyum.
– Eg var kokkur, og teir róptu á
meg, at ein flúgvari var yvir
okkum. Eg hugsaði fyrst um at
seta byttuna frá mær, so hon ikki
skuldi koppa, áðrenn eg fór á
dekkið. Týskarin fleyg yvir
okkum, men hann tveitti onga
bumbu. Aftaná hugsaði eg við
mær sjálvum, Dorus, tín dummi
hundur, tú hugsar um byttuna,
meðan ein týskari flýgur uppi
yvir tær, greiðir hann frá á sínum
lætta norðanmáli.
– Hatta er helst eitt dømi um, at
hóast vandin allatíðina var stórur,
so gingu vit ikki allatíðina og
stúrdu. Eg haldi tó, at tað var
merkisvert, at vit skuldu kunna
sigla øll krígsárini. Vit sóu onkrar
bardagar, og vit sóu flogfør detta
niður, men vit vóru ongantíð
álopnir, sigur Dorus.
Dorus stórtrívist uttan spakan
KÍ dystast við EB/Streym
Stóri
fótbóltsdysturin
á
Norðoyastevnu
er
landskappingardysturin millum KÍ og EB/Streym.
Bestu mansliðni hjá feløgunum besta saman í
Djúpumýri sunnudagin klokkan 16.00.
2. deild menn hjá KÍ spælir leygardagin kl. 18.00
ímóti LÍF, og 1. deild kvinnur spæla sunnudagin kl.
18.00 ímóti B71.
Harafturat verða eisini aðrir fótbóltsdystir á
stevnuni, og vanligt er, at umframt stig í
landskappingini verður eiini spælt um steyp á
Norðoyastevnu.
– Tað kann væl verða, at onkur
hevur hug at smílast at mær, tí eg
vitji fólk á sjúkrahúsinum, men tað
bilar einki. Fólkini, sum eg komi
inn til, eru glað fyri at eg vitji tey,
og tað er tað, sum hevur týdning.
Eg fari inn til øll fólk uttan mun til,
hvør tað er. Eg havi eitt orð til
teirra, og ofta verður tað eisini til
gott prát, sigur Dorus Johannessen
Mynd: Jens Kristian Vang
Fór at grava
Nakað eftir kríggið fór Dorus í
land at arbeiða. Telefonverkið
bjóðaði graviarbeiði út, og Dorus
bjóðaði. Boðið var fýra krónur
fyri meturin, og hann fekk
arbeiðið. Síðani tá hevur hann
tykist við graviarbeiði av ymsum
slagi.
– Alt skuldi gerast við hond. Vit
høvdu ongar maskinur, so tað var
strævið at grava fyri káplunum.
Men hóast tað, tímdi eg væl hetta
arbeiðið, sigur Dorus.
Hann hevði fleiri mas í arbeiði
hjá sær, og um summrarnar, tá
menn vóru heima, kundu tað
verða upp í 10 mans til arbeiðis.
- Avtalurnar vóru í nógv ár, at
arbeiðið skuldi gerast liðugt,
áðrenn eg fekk pengarnar fyri tað,
so tað kundi eisini verið tungt at
løna monnum í longri tíð og bíða
eftir pengunum fyri arbeiðið.
Men onkursvegna bar tað til hóast
alt.
– Menninir, sum arbeiddu hjá
mær, fingu vanliga meiri enn
tímalønina, tí eg segði við teir, at
vildu teir leggja rygg til, so
skuldu teir eisini fáa løn fyri
avrikið. Gekk arbeiðið skjótt og
væl, ja, so vóru fleiri pengar til
menninar. Teir skuldu eisini
merkja, at tað gekk væl, greiðir
Dorus frá.
Dorus arbeiddi í 25 ár fyri
Telefonverkið, og onkuntíð vóru
eisini onkrar uppgávur at gera
fyri SEV.
Tað var ikki fyrr enn fyrst í
sjeyti árunum, at hann slapp at
brúka fyrstu maskinuna at grava
við. Tað var bestýrarin á Strond,
sum helt, at tað var so strævið hjá
Dorus og hansara monnum, at teir
høvdu eina lítla maskinu fyri
neyðini. Tað var í 1973, at teir
fingu fyrstu Cobra-maskinuna,
men tað varð framvegis grivið og
høgt nógv við hond eftir tað.
Tað hava fleiri stórarbeiði verið
á skránni seinastu mongu árini.
Dorus hevur syrgt fyri vatnleið-
ingum
hjá
kommununi
úr
Svartadali og heim í býin, og
somuleiðis hevur hann tvær ferðir
grivið fyri vatnleiðing av Borð-
oyaneshálsi og heim.
– Mær dámdi altíð væl at fara
til arbeiðis. Eg havi ongantíð havt
trupulleikar við at fara upp og
avstað.
Gavst tá hann gjørdist 80
Dorus hevur verið ein verulig
býarmynd í Klaksvík. Hann hevur
grivið nógv í Klaksvík, og hóast
hetta arbeiðið hevur verið til stóra
nyttu, hava onkur fólk við hvørt
havt hug at ilskast inn á hann.
– Fólk kundu verða ill, tí alt var
so væl gjørt, og so skuldi eg koma
og oyðileggja alt. Men tað bar
altíð til at tosa fólk til sættis, og
eg havi ongan óvin fingið av
graviarbeiðnum. Fólk skiltu eisini
tað, at okkurt mátti gerast, um nú
ein vatnleiðing inn til teirra var
farin og skuldi gerast í stand,
sigur Dorus.
Dorus arbeiddi til hann fylti 80
ár fyri hálvum øðrum ári síðani.
Tá legði hann spakan frá sær, og
hann hevur ikki verið til arbeiðis
aftur síðani. Nú er tað næsta
ættarliðið, sum hevur yvirtikið
felagið hjá honum.
– Tað var ikki ringt at gevast, tí
eg hevði gjørt upp við meg
sjálvan, at tað eg gjørdist 80, so
var nokk arbeitt, sigur Dorus.
Øll fáa vitjan
Nú hevur Dorus nógva frítíð, men
hann hevur altíð okkurt at takast
við.
Hann ger nógv av at vitjan fólk,
sum liggja á Klaksvíkar Sjúkra-
húsi, og hetta er nakað, sum
starvsfólk og sjúklingar eru sera
glaðir fyri. Dorus er lættur á
fótum, hann dugir væl at práta við
fólk, og so hevur hann altíð ein
greiðan boðskap við til tey, hann
vitjar.
– Tað kann væl verða, at onkur
hevur hug at smílast at mær, tí eg
vitji fólk á sjúkrahúsinum, men
tað bilar einki. Fólkini, sum eg
komi inn til, eru glað fyri at eg
vitji tey, og tað er tað, sum hevur
týdning. Eg fari inn til øll fólk
uttan mun til, hvør tað er. Eg havi
eitt orð til teirra, og ofta verður
tað eisini til gott prát, sigur hann.
– Ein dag fyrstu døgunum helt
eg, at eg hevði verið í so álvar-
samur á eini stovuni, og næstu
ferð eg var á sjúkrahúsinum, helt
eg ikki, at eg skuldi fara inn har
aftur. Men í tí eg kom fram við,
rópti konan á meg, so tað hoyrdist
um alla gongina. Nei, tað var
einki við at fara framvið, greiðir
Dorus frá.
Duga ov illa at fyrigeva
Dorus sigur, at hann fer frá song
til song, tá hann er á sjúkrahúsin-
um.
– Við hvørt kann tað verða eitt
sindur tungt at fara at vitja
onkran, men kann eg hjálpa, so
vil eg. Vit skulu øll yvirum, og
tað, sum liggur mær á hjartað, er,
hvussu fólk hava tað við Gud.
Nógvir duga nógv betri enn eg at
prædikka, men tað eru ikki míni
orð, sum eg beri - tað er Guds
orð.
Dorus heldur, at fólk duga ov
illa at fyrigeva hvørjum øðrum.
– Tað kostar so nógv hjá summ-
um at fyrigeva, at tey klára tað
ikki. Eg havi sæð, hvussu nógv
Harrin hevur fyrigivið mær, so
hví skal eg so ikki kunna fyri-
geva, spyr hann.
– Eg angri einki, sum eg havi
gjørt, hóast alt langt frá hevur
verið fullkomið. Nú er liðugt við
at arbeiða og vinna pengar, nú vil
eg fegin gera nakað fyri einki,
sigur Dorus.
Børn sýna fram
Um norðoyastevnuna skipar stuðulsgrunnurin
Dragin fyri framsýning av tekningum hjá børnum.
Framsýningin, sum kallast Barnamyndir, verður í
fimleikahøllini í skúlanum, og børn úr øllum
Norðoyggjum hava teknað og málað.
Framsýningin letur upp leygardagin klokkan
16.00 og hevur opið til kl. 21.00. Sunnudagin
verður latið upp kl. 15.00, og kl. 20 verður undir-
hald, og heiðurslønir verða latnar fyri bestu
myndirnar.
– Mær dámdi altíð væl at fara til
arbeiðis. Eg havi ongantíð havt
trupulleikar við at fara upp og
avstað, sigur Dorus Johannessen,
sum gavst at arbeiða, tá hann
gjørdist 80 fyri hálvum øðrum ári
síðani
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
27
26