Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 22 - 31. januar 2008 Tveir av nývaldu ting­limunum hjá Tjóðveldi munnu hava tað meiri enn torført við at fara í samg­ong­u við Mið­ flokkinum. Í bókini Krossveg­ir, sum kom út í heyst, fer annar teirra, Sjúrður Skaale, bókstavilig­a í krovið á Miðflokkinum, ið hann ákærir fyri vilja at skerja tað per­ sónlig­a frælsið hjá tí føroying­um. ­ Væl­ komin til Iran, skrivar tjóðveldisting­maðurin um sjónarmiðini hjá Miðflokkinum. Eisini Bjørt Samuelsen er atfinning­asom mót­ veg­is flokkinum Samgongu­ Samráðingar Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Um Sjúrður Skaale var for­ maður í Tjóðveldinum má tað metast at vera sera iva­ samt, um Miðflokkurin nakr­ antíð var komin framat sam­ ráðingarborðinum til eina nýggja samgongu. Í øllum førum um eitt essay hjá hon­ um í bókini Krossvegir, sum kom út í heyst, skal lesast bókstaviliga. Her fer nývaldi løgtingslimurin rættiliga í krovið á Miðflokkinum. Undir yvirskriftini »Demokratiskt frælsi ella teokratiskt ófrælsi« hug­ leiðir Sjúrður Skaale um fundamentalistiska, polit­ iska religión, sum hótir frælsið og fólkaræðið um allan heimin. Hann vísir á, at tað eisini í Føroyum eru politiskar kreftir, sum vilja avtaka andsfrælsið og skipa landið sum eitt fundamental­ istiskt, religiøst teokrati. Adressan hjá Sjúrða Skaale er Miðflokkurin, sum kom styrktur inn á løg­ tingsvalinum 19. januar. Her er eitt brot úr greinini hjá nývalda tjóðveldisting manninum. »Miðfloksins stevnuskrá er púra greið. Frælsi hins einstaka skal skerjast. Trúarfrælsið skal skerjast. Talufrælsið skal skerjast. Fjølmiðlar skulu undir religi­ øst eftirlit. Skúlar – og ein­ stakir lærarar – skulu eisini undir religiøst eftirlit. Sum heild – vælkomin til Iran!«. Og víðari skrivar Sjúrður Skaale. »Miðflokkurin dylur als ikki fyri, at hann vil seta diktatoriska, religiøsa funda­ mentalismu í staðin fyri frælsi og fólkaræði. Og tað merkiliga er, at hesin flokk­ ur verður roknaður at vera púra stovureinur í Føroyum. Allir aðrir flokkar kunnu samstarva við hann – og millum veljarnar tykist undirtøkan bara at vaksa.« Sosialurin hevur spurt Sjúrða Skaale, hvussu tað ber til, at hann kann sita við borðið saman við Miðflokk­ inum, tá hann hevur slík sjónarmið um flokkin. ­ Eg skilji væl, at tú spyrt. Tað er ongin ivi um, at Tjóðveldi og Miðflokkurin standa sera langt frá hvørj­ um øðrum í nógvum spurn­ ingum. Hinvegin hevur Mið­ flokkurin víst ein ógvuliga góðan vilja til at samstarva. Eg fái bara ikki farið út og skift orð um slík viðurskifti beint nú, tí so úttali eg meg um samráðingarnar og var illoyalur. Avtalan er, at tað bert er floksformaðurin, sum úttalar seg, sigur Sjúrð­ ur Skaale. Tó vil hann siga so mikið, at hann hevur staðfest, at Miðflokkurin hevur víst ein sera jaligan vilja til at fáa eina semju um samgongu. ­ Generelt vil eg siga, at endamálið við samráðingum er at finna útav, um tað ber til at samstarva um tað um, sum man er samdur um, og lata tað man er ósamdur um, liggja. Higartil hevur hetta eydnast væl, sigur Sjúrður Skaale. Langt frá Iran Eisini Bjørt Samuelsen, somuleiðis nývald á Tjóð­ veldislistanum, í somu bók atfinningarsom móti Mið­ flokkinum. ­ Tað, sum eg finnist at í mínarí grein, er at pressan so ókritiskt lat sentralar per­ sónar brúka 266 B til at pro­ filera seg sjálvar. Til dømis Karsten Hansen, sum eg brúki sum dømi í bókini. Hin­ vegin er hann ein politikari, sum eg havi virðing fyri, sjálvt um vit ikki eru samd um allar etiskar spurningar. Men tú er noyddur at samstarva yvir um etisk mørk, sigur Bjørt Samuel­ sen, ið er samd við Sjúrða Skaale í, at málið má vera at samstarva um tað, man kann samstarva um, og so lata hitt liggja. Formaðurin í Miðflokkin­ um, Jenis av Rana, hevur heldur ongar trupulleikar av, at tað finnast sjónarmið í Tjóðveldinum, sum eru so atfinningarsom móti hans­ ara flokki. Hann sigur, at antin hevur Sjúrður Skaale ikki meinað tað, hann skrivar, ella hevur hann verið í mentalari ójavnvág, tá hann hevur gjørt tað. ­ Í hesar fýra dagarnar vit hava samráðst, hevur Sjúrð­ ur Skaale ikki tikið nakað av hesum upp á tungu. Hetta er eisini nakað tvætl, hann kemur við og eg vil undirstrika, at Miðflokkurin sjálvandi er ein fult demo­ kratiskur flokkur. Vit hava ongantíð róð uppundir nakr­ an annan stýrisform enn fólkaræði. Hvat fólk trúgva, er ein persónlig sak. Sjúrður er alt ov væl lærdur til ikki at vita hetta. Frælsi eyð­ kennir kristna boðskapin, sum liggur sera langt frá islam og tí, sum verður praktiserað í Iran, sigur for­ maðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana. Vælkomin til Iran Sjálvt um Sjúrður Skaale úr Tjóðveldinum er sera atfinningarsamur móti Miðflokkinum, sum hann heldur hava ódemokratisk sjónarmið, hevur hann onki ímóti at fara í samgongu við flokkin Mynd: Jens Kristian Vang Hví Belgia? Eitt av tiltøkunum er sera spennandi – og hetta er vert at varpa serligt ljós á. Nemliga stóra tiltakið tann 3. mai 2008 í Mentanarhúsinum Beurs Schouwburg í Brússel. Fleiri hava sett spurningin: Hví gera eitt slíkt tiltak í Brússel í Belgia? Tað er sjálvandi nógvar góðar orsøkir til tess. Fyrireikararnir eru Sendistova Føroya í Brússel, saman við SamViti, Norðurlandahúsinum/AME, Mentamálaráðn­ um, umframt The Rocking Factory, sum er ein PR­fyritøka í Brússel, sum varpar ljós á norður­ lendskan tónleik til belgiska og evropeiska marknaðin. Tað er skilagott at gera eitt slíkt tiltak í Belgia, tí belgiar hava stóran áhuga fyri norðurlendskum tónleiki frammanundan. Belgia hevur fleiri aðrar fyrimunir sum ein marknaður at gera eitt átak í – t.d. hýsir Belgia eini ørgrynnu av tón­ leikafestivalum og er triðfremsta tjóð í Evropu hesum viðvíkjandi. Hetta eru fyrireikararnir í felag vorðnir samdir um at brúka til nakað jaligt – og nú eru vit so heppin, at okkara sendistova á staðn­ um hevur møguleika fyri at leggja orku í at gera eitt slíkt munagott tiltak júst har. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevur ongar trupulleikar at samstarva við Sjúrð Skaale, sum ákærir Miðflokkin fyri at hava sjónarmið lík teimum, ið finnast í Iran Mynd: Jens Kristian Vang