Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 22 - 31. januar 2008 Samgongu­samráðing­ arnar ímillu­m Javn­ aðarflokkin, Miðflokk­ in og Tjóðveldi, halda fram í dag, men nú eru­ bara snøklar eftir. Men so sku­lu­ málsøkini býtast ímillu­m teir tríggjar flokkarnar og tað kann elva til tru­pu­lleikar SamgonguS­ amráðingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið teir tríggir flokkarnir, sum royna at skipa eina nýggja CHE samgongu, fóru hvør til sítt klokkan tvey í nátt, var tað í øllum góðum, at teir skiltust. Og tá vóru teir komnir so mikið langt í royndunum at skipa eina samgongu, sum ongantíð áður er roynd í føroyskum politikki, at nú trúðu tey flestu, at tað fer at eydnast. - Vit hava fingið sam- gonguna at borði og nú ivist eg heldur ikki í, at vit eisini fáa hana umborð, segði eitt av samráðingarfólkunum. Tinglimir í samráðingum hava fingið boð um at siga sum minst fyri ikki at órógva samráðingarnar og tað hava teir hildið – næstan- tí tað tann sum lurtar, fær altíð ein smábita at hoyra her og ár sum so kann setast saman til eitt pusslispæl, ið liggur so nøkunlunda. Ì gjár sótu teir í samráð- ingum í 17 tímar og floks- formenninir eru eitt sindur ymiskir á máli um, antin CHE samgongan kemur í eygað. Snávingarsteinarnir hava verið nakrir á vegnum, men enn sær ikki út til, at nakar hevur verið so hálur, at tey eru gliðin út í. Tann fyrsta avbjóðingin kom, tá ið Gerhard Logn- berg, Sandoyartingmaður, setti tað ófrávíkiliga krav, at arbeiðið at gera Sandoyar- tunnilin, heldur fram um ætlað. Tað stóð rættiliga nógv á bæði Gerhardi og samgong- uni í hesum sambandi. Týs- dagin mátti Javnaðarflokk- urin í einrúm í langa tíð og eftir tað fóru tey øll aftur á fund, uttan Gerhard Logn- berg, sum gekk og válaði aftur og fram í einsem, samanbitin og tað var týði- ligt, at hann hevði ongan frið á sær og at hetta vóru langir tímar hjá honum. Men í gjárkvøldið var lagið betri, tá ið gekk hann aftur ímillum fólk við ein- um skálkabrosi á varrunum og tað skilst, at hann hevur fingið sín vilja, tí tað fer at standa í samgonguskjali- num, at samtyktar sam- ferðsluútbyggingar halda fram sum ætlað. Politikarar í samráðingunum siga, at tað merkir, at løgtingslógin um Sandoyartunnilin verður ikki broytt og har stendur, at farast skal undir tunnilin 1. november í 2009. Tjóðveldi hevði eisini ein trupulleika í hesum sam- band, tí endar hetta við samgongu er óhugsandi, at ikki onkur av tingmanning- ini fer í landsstýrið og so kemur sandoyartingmaður- in Páll á Reynatúgvu á ting og hann hevði heldur ikki góðtikið, at pilkað verður við Sandoyartunnilin. Hinvegin stúrdu summi fyri, at tey etisku málini fóru at verða ein trupulleiki, men tað merktist ikki so nógv til tað. Har eru serliga Miðflokkurin og Tjóðveldi sum eldur og vatn, men har eru flokkarnir so komnir til ta salamonsku loysnina um, at lítið og onki skal henda á tí økinum í hesum valskeið- num. Hinvegin tykist semja vera um, at tey mál skulu yvirtakast, sum hava sam- band við tey fýra frælsini og limaskap í EFTA. Onkrar aðrar yvirtøkur verða kanska eisini, kanska løgreglan, sum hevur verið eitt hjartamál hjá Tjóð- veldinum í ein mansaldur. Hinvegin er meiri ógreitt, hvussu ymsar útbyggingar verða raðfestar og eitt samgonguskjal fer at hava rættiliga rundar orðingar á hesum øki, har ávísar útbyggingar ikki verða nevndar beinleiðis. Tað stendur heldur ikki, at Skálafjarðartunnilin skal leggjast í eitt alment parta- felag, saman við øllum hin- um undirsjóvartunlinum, men tað er hetta, sum er endamálið. Kortini fer samgongu- skjalið helst at hava orðing- ar sum um at allar útbygg- ingar skulu verða liður í eini langtíðar raðfesting við einum ítøkiligum fígging- arleisti. Tað hevur eisini verið upp á tal, at ein fólkaatkvøða skal vera um eina føroyska stjórnarskipan, men beint nú er óvist um tað kemur við í samgonguskjalið. Hinvegin gekk tað væl hjá flokkunum at semjast um útbúgving, gransking, ment- an og tey bleytu virðini. Væntað verður, at allur dagurin fer við at saman- skrivað samgonguskjalið og at fáa semju um tær sein- astu orðingarnar. So verður farið at býta málsøki seint í kvøld, ella nátt og gongst illa, verður tað í morgin. Veikleiki og styrki Eydnast tað at finna semju, verður hetta ein samgonga við 17 tinglimum og tað merkir, at bara ein einstakur leypir frá, missur sam- gongan meirilutan. Politikarar eru eitt sindur ójavnir á máli um, hetta er ein veikleiki enn ein styrki. Summi halda, at tað ver vágaligt, tí so kunn einstakir tinglimir blokera fyri ætlaða politikkinum. Tað vóru fleiri dømi um í undanfarnu samgongu, at politikarar spældu fríspæl. Aðrir halda, at tað er ein styrki, tí tað tvingar alla samgonguna at halda saman og at tað fer at forða summ- um politikarum í at spæla fríspæl. Í undanfarnu sam- gongu, kundu teir loyva sær tað, tí tað var ókeypis og fekk ongar avleiðingar, tí samgongan misti ikki meirlutan kortini. Í eini CHE samgongu, skulu polit- ikarar verða úr heilt øðrum tilfari, tí tann, ið ikki gongur í takt, setir samgonguna og samfelagið í vanda og tað fer uttan iva at leggja bond á teir, ella verða teir lagdir í bond. Eru styrkt í trúnni Men í morgun var tað aftur álvari, her sita Hergeir Nielsen, Høgni Hoydal, John Johannessen og Jóannes Eidesgaard við samráðingarborðið Í gjárkvøldið høvdu samráðingarfólk hug at taka sær av løttum og løgmaður var farin í kollin hjá Tobba Árligi tunnusláttur á Tvøroyri Aftur í ár, men eina viku seinni enn vanligt, skipa Tvøroyrar Kommuna og Færøernes Kommando fyri tunnusláttur. Verjuskipið hjá sjóverjuni kemur til Suðuroynna at hava tunnusláttur við børnunum. Tiltakið verður sunnudagin hin 10. februar kl. 14:00 umborð á HVIDBJØRNEN, sum fer at liggja við bryggju á Tvøroyri. Øll eru hjartaliga vælkomin. Býráðið viðgerð nýtt ráðhús Á eyka býráðsfundi í Havn mikukvøldið varð kunnað um møguleikar fyri at byggja nýtt ráðhús í Tórshavnar kommunu. Tekniski stjórin kunnaði býráðið um ymsar møguleikar, sum eru kannaðir fyri bygging av umsitingarbygningi og ráðhúsi í Havn. Tveir ymsir møguleikar vórðu viðgjørdir. Annar var eitt uppskot um at byggja saman millum Hotel Tórshavn og Snarskivuna. Hin møguleikin, sum nevndur varð, var at byggja ein nýggja fyrisitingarbygning millum Norðurlandahúsið og rundkoyringina við Sundsvegin. Fyri at kunna byggja nýggjan bygning við Norðurlandhúsið, eru ymsar treytir, ið skulu lúkast. Býráðslimir vóru á ymsum máli um, hvønn av møguleikunum farast skuldi undir. Tó ivaðist eingin í, at okkurt má gerast, tí verandi umstøður eru ikki nóg góðar. Málið varð beint í Byggi- og býarskipanarnevndina.