Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 22 - 31. januar 2008 Ein 64-ára gamal maður viðgekk mánadagin í Føroya Rætti, at hann hevur misbrotið seg móti einum tá 13 ára gomlum dreingi SIÐAMISBROT Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í ákæruritinum sigur ákær­ in, at maðurin hevur følt upp á tann tá 13 ára gamla dreingin og hevur havt »oralsex« við honum. Tann nú 64 ára gamli maðurin játtaði seg sekan, men vildi fyrst verða við, at hendingin fór fram undan 1. desember 1997, og tað hevði stóran týdning, tí júst hendan dag kom nýggj lóg í gildi, og er hendingin farin fram undan hesum degi, er málið fyrnað. Seinni viðgekk hann kort­ ini, at hendingin var farin fram sum tilskilað í ákæru­ ritinum, og hetta góðtók bæði dómari og ákæri. 64­ ára gamli maðurin fekk tríggjar mánaðir treytaða fongsulsrevsing. Dagrøktarmammur í høvuðsstaðar- kommuni fáa nú ein lættari gerandisdag. Barnatalið verður helst minkað úr fýra niður í trý børn dAgRøkT Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er eftir áheitan frá dag­ røktarum og dagrøktarskip­ anini, at Kommunan eftir øllum at døma fer at lækka barnatalið. Hetta tí tað seinnu árini er vorðin ein alsamt størri trupulleiki, at børnini í dagrøktarskipanini gerast alsamt yngri. Hetta tí stovnstilboðini eru vorðin munandi betri. Í Havn eru børnini mill­ um 6 og 20 mðr, ímeðan børnini hjá dagrøktarum í Kollafirði, eru úr 6 mðr. upp í trý ár. Í løtuni eru 90 børn í skipanini, 29 í Kolla­ firði og 61 børn í Havn. Bæði umsitingin í dag­ røktini og dagrøktararnir siga, at dagrøktararnir hava ilt við at nøkta tørvin hjá tí einstaka barninum og siga seg ikki kunnu liva upp til endamáls­orðingina í lóg fyri dagstovnar og dagrøkt. Snøgt sagt, tí dagrøktarnir meta ikki, at teir kunnu geva fýra børnum, ið eru heilt niður í 6 mánaða aldur, ta neyðugu umsorganina, tryggleikan og nærleikan. Ynskið er tí, at dagrøkt­ arar kunnu minka um barna­ talið, uttan at hetta eisini merkir eina lønarlækkan. Strongt á Hóast talan verður um eina eyka útreiðslu hjá kommun­ uni, so hava Barna­ og ung­ dómsdeildin, Mentanevndin og fíggjarnevndin øll tikið undir við tilmælinum. Og tí er væntandi, at nýggju reglurnar verða samtyktar á býráðsfundi í annaðkvøld. Ein avleiðing av hesum verður, at barnagjaldið fyri børn í dagrøkt fer upp. Væntandi upp á sama støði sum gjaldið til vøggustovu­ pláss. Karla Danielsen, leiðari av dagrøktarøkinum, sigur, at upprunaliga ynskið um at lækka talið av børnum hjá hvørjum dagrøktara úr fýra niður í trý, kom frá dagrøktarunum sjálvum. Men vit hava strongt á at fáa hetta ígjøgnum, og vit hava arbeitt við málinum síðani mai í fjør, sigur hon. Ætlandi skal broytingin koma í gildi 1. august í ár. Játtaði seg sekan Lækka barnatalið Ákærdi maðurin játtaði seg kortini sekan í eftir ákæruritinum Realskúlin handaður Kommunuskúlanum Nýumvældi Realskúlin er nú handaður Tórshavnar Kommunuskúla aftur til umsitingarbygning. Á samkomu í Realskúlanum mikudagin handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, Hanusi Joensen, skúlastjóra, nýumvælda Realskúlan. Málið um skúlan byrjaði afturi í marsmánað 2007, tá borgarstjórin alment kunngjørdi at Gamli Realskúlin skuldi umvælast og umbyggjast til fyrisiting. Mentamáladeildin útvegaði fyribils pláss til næmingarnar í øðrum hølum, og ráðgevi kommununar viðv. heildarætlan fyri Kommunuskúlan, Arkitektavirkið Árni Winther, gjørdi eina skitsu av, hvussu bygningurin kundi innrættast til endamálið. Samstundis byrjaðu handverkarar uppá umvælingar av bygninginum. Byrjað varð uttan við at taka gamla, rotnaða klædningin av, bjálva útveggirnar og so klæða av nýggjum. Spurningurin um at ríva bygningin niður varð eisini havdur á lofti, men fyri tey, sum varða av býarvarðveiting, var ongin ivi um, at talan er um ein varðveitingarverdan bygning, og tí varð mett, at tað var ikki rætt at fara so ógvusliga til verka. Bygningurin hevur eina ríka søgu, og er frá 1916, og er hann varðveitingarverdur. Frá 1. august verður arbeiðið væntandi lættari hjá dagrøktarunum