Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 22 - 31. januar 2008 Tað er rættuliga sannlíkt, at tað hesa ferð fara at vera tríggj­ar kvinnur í landsstýrinum, sum sannlíkt verður mann­ að við átta, eitt nú Karsteni Hansen, sum aftur verður fíggj­armálaráðharri, og kanska verður Tór­ bj­ørn Jacobsen fiski­ málaráðharri. Hetta er tó treytað av, at tað verður ein CEH sam­ gonga. NÝTT LANDSSTÝRI Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað er ógvuliga nógv, sum bend­ir á, at nýggja land­s­ stýrið, sum møguliga verður skip­að í kvøld­ ella í morgin, verður søguligt á tann hátt, at tað fara at verða tríggjar kvinnur í Tinganesi. Í land­s­ stýrinum, sum hevur sitið seinastu fýra árini, hevur eingin kvinna verið. Mann­ ingin hevur seinastu fýra árini verið sjey. Tað verður roknað við, at tað í nýggja land­sstýrinum fara at vera átta. Bara eina ferð áður hevur meiri enn eitt konufólk ver­ ið í land­sstýrinum. Tað var í land­sstýrinum hjá Atla Dam, sála, frá 5. ap­ríl 1988 og fram til 18. januar 1989. Tá var Jóngerð Purkhús úr Tjóðveld­inum land­sstýris­ maður í fíggjar­ og um­ hvørvismálum, og tá var Karolina Petersen, sála, úr Framsóknarflokkinum land­sstýrismaður í alman­ na­ og kommunumálum. Sambært stýrisskip­anar­ lógini verður ikki val av løg­ manni á skránni, tá ið Løg­ tingið kemur saman leygar­ d­agin. Jóannes Eid­esgaard­ er løgmaður, og tá ið hann hevur p­arlamentariskan meiriluta aftanfyri seg – hóast talan er um annan meiriluta enn fyri fýra árum síðani – so verður ikki neyð­ ugt við vali av løgmanni. Sambært stýrisskip­anar­ lógini er tað løgmaður, sum setur land­sstýrismenn og loysir teir úr starvi. Í veru­ leikanum er leikluturin hjá løgmanni bara formligur. Tað eru samgonguflokkar­ nir, sum siga løgmanni, hvørjar land­sstýrismenn hann skal tilnevna. Í d­ag ella í morgin verða málsøkini býtt millum flokkarnar gongur, sum tað skal í slíkari støðu. Hvørji málsøki fella flokkunum í lut hevur týd­ning fyri, hvør­ ji flokkarnir fara at siga við løgmann, at hann skal til­ nevna at sita í land­s­ stýrinum. Men longu und­an vali­ num varð tað greitt, at kvin­ nuliga umboðanin í land­s­ stýrinum skal økjast rættu­ liga nógv. Formaðurin í Tjóðveld­i, Høgni Hoyd­al, segði und­an valinum, at um Tjóðveld­i kom í samgongu, so fór flokkurin at seta eins nógv konufólk og mannfólk í land­sstýrið, og Jóannes Eid­esgaard­, løgmaður, segði und­an valinum, at Javnaðarflokkurin fór at seta konufólk í land­sstýrið. Keld­ur innarlaga í sam­ gongusamráðingun­ um vilja vera við, at Tjóðveld­i fer at fáa fýra fólk í land­s­ stýrið, at Javnaðarflokkurin fer at fáa tveir land­sstýris­ menn umframt løgmann, og at Miðflokkurin fer at fáa ein land­sstýrismann. Høgni Hoyd­al verður land­sstýrismaður í yvirtøku­ málum og uttanríkismálum. Ein annar av land­sstýris­ monnunum hjá Tjóðveld­i­ num skal røkja fiskivinnu­ málini. Tað kann gerast Tór­ bjørn Jacobsen, sum er arki­ tekturin aftanfyri up­p­skotið um tilfeingisbúð. Í nátt varð mett í p­olitiska umhvørvinum, at Miðflokk­ urin fer at umsita fíggjarmál. Land­sstýrismaður úti á Argj­ um verður Karsten Hansen. Hann er ikki ókend­ur í Albert Hall. Frá 1998 og fram til 2004 var Karsten land­sstýrismaður í fíggjar­ málum, men ta ferðina umboðaði hann Tjóðveld­i. Í eitt sind­ur troytta sam­ ráðingarumhvørvinum varð roknað við, at Javnaðar­ flokkurin framvegis fer at umsita almanna­ og heilsu­ mál. Og tað verður tikið sum givið, at Hans Pauli Strøm framvegis verður land­sstýrismaður á hesum økinum. Tjóðveldi Sambært tí, sum Høgni Hoyd­al áður hevur sagt, so skulu tvey av teimum fýra úr Tjóðveld­inum vera kvinn­ ur. Annita á Fríðriksmørk var á heysti í 2003 í tríggjar mánaðir land­sstýrismaður í mentamálum. Hon var top­p­­ skorari millum kvinnurnar á løgtingsvalinum 19. janu­ ar, men tað er p­úra greitt, at Annita verður ikki hesa ferð p­artur av land­sstýrinum. Annita fer um nakrar vikur í barnsburðarfarloyvi, og tá ið hon fer und­ir aftur p­olitis­ ka arbeiðið, verður hon lim­ ur í Løgtinginum og eisini í Fólkatinginum, har hon verður varamaður hjá Høg­ na Hoyd­al. Onnur kvinnan hjá Tjóð­ veld­inum í land­sstýrinum verður Bjørt Samuelsen. Hon hevur arbeitt í Tinga­ nesi, har hon hevur verið tíðind­aráðgevi hjá løgmanni og land­sstýrinum. Bjørt hev­ ur ongar p­olitiskar roynd­ir. Men í Tjóðveld­inum verður hon mett at hava gott p­olit­ iskt tev, og hon megnar væl at føra seg fram bæði í talu og skrift. Tað hevur stóran týd­ning. Á løgtingsvalinum 19. januar bjóðaði Bjørt Samu­ elsen seg fram fyri fyrstu ferð. 547 atkvød­d­u fyri hen­ ni, og harvið varð Bjørt nummar trý á tjóðveld­is­ listanum. Tað varð mett at vera framúr gott val. Keld­ur í Tjóðveld­inum vilja vera við, at besta boðið up­p­ á hin kvinnuliga land­s­ stýrismannin hjá Tjóðveld­i­ num er Olga Biskop­stø. Hon er ættað úr Klaksvík, har hon hevur búð inntil fyri ikki so langari tíð síð­ ani. Nú býr Olga í Gøtu. Í almennum høp­i er hon kend­ frá eitt nú Útoyggjafelag­ num, har hon er samskip­­ ari. Olga hevur ikki roynd­ir frá land­sp­olitikki. Hon hev­ ur fleiri ferðir verið up­p­still­ að, men tað hevur ikki eyd­n­ ast henni at fáa nóg d­ygga und­irtøku at verða vald­. Hesa ferð fekk hon 255 at­ kvøður og varð nummar ellivu og harvið triði vara­ maður hjá Tjóðveld­inum. Tað vil siga, at Olga hevur møguleika at slep­p­a á ting, um fleiri teirra, sum eru vald­, fara í land­sstýrið. Men nú bend­ir nógv á, at Olga ikki fer í tingið, men í land­s­ stýrið. Tað liggur væl fyri hjá Olgu Biskp­ostø at orða seg í talu og í skrift. Sum hjá Bjørt Samuelsen verður tað luturin hjá formanninum og hinum roynd­u tjóðveld­is­ p­olitikarunum at læra Olgu p­olitiska sp­ælið í land­sstýri­ num og ikki minst millum land­sstýrið og løgtingið. Sum møgulig øki at umsita hjá Bjørt Samuelsen og Olgu Biskop­stø verða nevnd­ mentamál, vinnumál og innlend­ismál. Javnaðarflokkurin Um Javnaðarflokkurin fær tveir land­sstýrismenn um­ framt løgmann, so verður annað umboðið í land­sstýri­ num ein kvinna. Keld­ur í Javnaðarflokkinum hava nevnt tvær, sum eru up­p­ á tal. Onnur er Helena Dam á Neystabø, og hin er Eyð­ gunn Samuelsen. Málsøkið, sum tað verður mett sann­ líkt, at onnur teirra fer at umsita verður eitt at teimum trimum, sum eru nevnd­ omanfyri – mentamál, vinnumál ella innlend­is­ mál. Helena, sum í p­olitiska høp­inum verður roknað at vera up­p­lagt boð up­p­ á land­sstýrissess, hevur roynd­­ ir sum land­sstýrismaður, men ikki fyri Javnaðarflokk­ in. Sum umboð fyri Sjálv­ stýrisflokkin var Helena Dam á Neystabø land­sstýris­ maður í almanna­ og heilsu­ málum frá 15. mai 1998 og fram til 26. februar 2001. Helena var í Løgtinginum fyri Sjálvstýrisflokkin frá 1990 og fram til 2002, og 19. januar í ár varð hon vald­ á ting fyri Javnaðarflokkin við 577 p­ersónligum atkvøð­ um. Eyðgunn Samuelsen hev­ ur fleiri ferðir verið á lista­ num til løgtingsval hjá Javn­ aðarflokkinum í Norðoyum, men enn hevur tað ikki eyd­­ nast henni at verða vald­. Eyðgunn hevur í mong ár umboðað Javnaðarflokkin í Klaksvíkar býráði. Hesa seinastu tíðina hevur hon verið frammarlaga í orða­ skiftinum at fáa fleiri kvinn­ ur inn á ting. Eitt nú sum formaður í Demokratia. Á løgtingsvalinum hesa ferð atkvød­d­u 256 fyri Eyðgunn, sum gjørd­ist nummar átta á javnaðarlistanum og harvið er annar varalimur. Bjørt og Olga í lan Fundur fyri útlendingar í Føroyum International Fellowship­ will arrange a meeting Saturd­ay, 2. february 2008. These meetings are intend­ed­ for all newcomers and­ foreigners in the Faroes from countries outsid­e Scand­inavia and­ the location for these meetings is in the basement of Meinigheitshúsið in the heart of Tórshavn, i.e. the large red­ build­ing next to SMS and­ Føroya Banki. The general id­ea of initiating the community, International Fellowship­, in the Faroes, was to find­ a p­lace, in which p­eop­le with d­ifferent culture, background­ and­ language than the Faroese, could­ find­ a p­lace to meet and­ talk to p­eop­le in similar situation. These meetings are organized­ in a relaxed­, informal and­ cosy atmosp­here, in which everyone feels at ease and­ can talk to others in a similar situation and­ often with id­entical exp­eriences. If you have child­ren, you are welcome to take them with you. Meinigheitshúsið has a d­istinguished­ p­layroom. If you need­ more information, p­lease contact Thurid­ Brend­ on 581520.