Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 22 - 31. januar 2008 Nýggja samgongan ber við sær, at fleiri koma á ting, sum val­ dagin ikki rukku upp um tinggáttina NÝGGJ Í TINGINUM Jan Müller jan@sosialurin.fo Tá ið samgongan verður skip­að millum Javnaðar­ flokkin, Tjóðveldi og Mið­ flokkin, og tá ið landsstýrið verður mannað, so fara flei­ ri at fáa kjans í Løgtinginum, sum á sjálvum valdegnum vóru júst ov stutt at vinna sær tingsess. Hetta veldst so alt um, at tað verður hen­ da samgongan. Í skrivandi løtu er tað ikki greitt. Um Tjóðveldi fær fýra landsstýrissessir, og um Høgni Hoydal, Bjørt Samu­ elsen, Tórbjørn Jacobsen og Olga Biskip­stø fara í landsstýrið, so fara trý, ið ikki vórðu vald 19. januar, at vera við til at manna ting­ bólkin hjá Tjóðveldinum. Felags fyri øll trý er, at tey vóru í tinginum fram til løgtingsvalið, og at tey bjóð­ aðu seg fram av nýggjum uttan at verða vald. Talan er um Páll á Reyna­ túgvu, Heidi Petersen og Finn Helmsdal. Um Javnaðarflokkurin fær løgmann og tveir lands­ stýrismenn, og um Jóannes Eidesgaard, Hans Pauli Strøm og Helena Dam á Neystabø fara at manna landsstýrissessirnar, so verða trý, ið valdagin ikki vórðu vald, í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. Talan er um Andreas Pet­ ersen, Eyðgunn Samuelsen og Mikkjal Sørensen. And­ reas var løgtingsmaður inn­ til á valinum 19. januar, og Mikkjal Sørensen hevur áður fleiri ferðir verið í tinginum sum varamaður. Eyðgunn Samuelsen hevur onkra ferðina verið vara­ maður fyri Vilhelm Johanne­ sen. Um Karsten Hansen verð­ ur landsstýrismaður fyri Miðflokkin, so verður Tord­ ur Niclasen tingmaður fyri Miðflokkin. Tordur hevur verið tingmaður fyri Kristi­ liga Fólkaflokkin og Mið­ flokkin. Bíða á trappuni dsstýrið Kveistra Norðlýsið burtur Norðlýsið nevndi herfyri at tað var úr Fíggjarmálaráðnum, at skuldsetingar móti Høgna Hoydal, løgtingsmanni komu. Ráðið hevur nú, innan galdandi kt­trygdarp­olitikk, kannað hetta málið og niðurstøðan er, at tað ikki er grundarlag at fara víðari við málinum. Tær up­p­lýsingar, sum Norðlýsið hevur lagt fyri Fíggjarmálaráðið, eru av einum slíkum slagi, at tær tøkniliga kunnu verða skrivaðar av einum og hvørjum. Ráðið harmast, at Norðlýsið á slíkum óvissum grundarlagi hevur reist illgruna til øll starvsfólk í Fíggjarmálaráðnum. Talan er um umleið 220 fólk, ið hava verið rakt av hesum skuldsetingum. Sendifólk – og kvinna Fyrilestur við Gunvør Balle í Mettustovu 4. februar kl. 20:00. Gunvør er 40 ár og útbúgvin cand. merc. Í sep­tember 2007 flutti hon til Íslands við manni og 3 børnum. Endamálið við flytingini var, at hon skuldi seta á stovn eina føroyska sendistovu í Reykjavík.Mánakvøldið 4. februar fer hon at greiða frá sínum arbeiði sum føroysk sendikvinna í øðrum landi. Hvat hennara fyrstu up­p­gávur hava verið, og hvørjar avbjóðingar eru fyri framman. Eisini fer hon at umrøða hvussu tað er at vera kvinna í slíkum starvið – munin á samfelagnum í Føroyum og Íslandi, ávirkanina á familjuna, og tað at arbeiða í tíðaravmarkaðum starvi. Olga Biskupstø Jóannes Eidesgaard Høni Hoydal Bjørt Samuelsen Thorbjørn Jacobsen Karsten Hansen Helena Dam á Neystabø Hans Pauli Strøm Eyðgunn Samuelsen Andreas Petersen Finnur Helmsdal Tordur Niclasen Heidi Petersen Mikkjal Sørensen Páll á Reynatúgvu Viðmerkjast skal, at hesar greinar eru skrivaðar, áðrenn samráðing­ arnar um nýggja samgongu eru lidnar. Tískil er ikki greitt, um tað eydnast hesum flokkum at finna fram til eina samgongu