Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. februar 2008 Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› Tv3 • Hósdag 7. kl. 20.00 »Men in Trees (18)« - Nýggir partar Marin Frist arbeiðir sum kærleiksráðgevi innan parforhold. Og meðan hon marknaðarførir seinast bók sína, leggur hon stórar ætlanir fyri brúdleyp sítt, sum nærkast. Men so – meðan hon er á veg til Alaska – varnast hon, at hennara hjartans útvaldi er henni ótrúgvur! Nú roynir Marin aftur at finna kærleikan, hitt ektaða slagið – í Alaska. Í hesum 18. partinum fær hon hjálp frá Cash, tey fara til ein guru langt uppi á einum fjalli. Á veg oman eftir fjallarygginum brestir ein ódn á. SvF • Sunnudag 3. kl. 20.00 »Leivssjóð 12« - Eysturoy, Laksá & Nielsen »Nógv doyggja, tá ið tey eru 40 og verða begrivin, tá ið tey eru 80...« Fleiri eru kullkornini, sum ein kann heinta í hesi sendingini hjá Leivi. Leivur Hansen hevur aftur í kvøld fingið væl upplagdar gestir í sjónvarpsstovuna, og teir eru: Herman Eysturoy, Sigvør Laksá og Bárður Nielsen. Dr2 • Leygardag 2. kl. 19.00 »De mystiske fly« - Stríðið ímóti yvirgangi Hvar koma tey frá og hvør hevur sent tey? Sami spurningur varð í politiskum høpi settur viðvíkjandi Føroyum. Men vit fara til Póllands 2002: Ókend flogfør lenda á eini lendingarbreyt á einum fjarum flogvølli. Svartir bilar við tónaðum rútum koyra burtur harfrá, møguliga við ferðandi í. Eingin við vissu, hvat er í fløgførunum, ei heldur hvar tey koma frá. Og hvør hevur sent tey? (Meiri um stríðið ímóti yvirgangi, sí eisini Canal FIRST, 4., kl. 19.00.) VARPIÐ