Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-31, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 22 - 31. januar 2008 Stutt Sagt OSCE vil hava tíð Felagsskapurin fyri trygd og samstarvi í Evropa, OSCE, hóttir nú við at boykotta forsetavalið, sum verður í Russlandi um ein góðan mánað. OSCE ætlar sær at senda eygleiðarar til Russlands at halda eyga við valinum, og felagsskapurin hevur biðið russisku myndug­ leikarnar um loyvi at senda sínar eygleiðarar til Russlands í góðari tíð. Men russisku myndugleik­ arnir hava svarað, at eyg­ leiðararnir kunnu koma til landið fýra dagar undan valinum. Men OSCE sig­ ur, at eygleiðararnir mugu sleppa til Russlands í næstu viku. Annars verður valið kanska boykottað. Aboriginar fáa nú um- bering Stjórnin í Avstralia hevur gjørt av at biðja landsins upprunafólk, aboriginarar­ nar, um umbering fyri tann politikk, sum avstr­ alskir myndugleikar hava rikið ímóti upprunafólkin­ um í farnum árum. Ser­ stakliga fær upprunafólk­ ið umbering fyri, at mynd­ ugleikarnir tvingsilsfluttu umleið 100.000 børn frá foreldrunum í árunum frá 1910 til 1970. Ein felags­ skapur hevur biðið stjórn­ ina stovna ein grunn, sum skal rinda raktum aborig­ inarahúskjum endurgjald, men tað vil stjórnin ikki. Háhús undir jørð Býráðið í Amsterdam tek­ ur undir við einari ætlan um at byggja einihús í seks hæddum undir jørð. Teyr, sum hava gjørt ætl­ anina, ætla at brúka undir­ jarðarhúsini til biograf, ítróttarhús, vørugoymslu, parkeringspláss og annað. Tað er eitt byggifelag hjá niðurlendska jarnbreytar­ felagnum, sum hevur gjørt uppskotið, ið er mett at kosta góðar 70 mia. krónur. Arbeiðið er mett at taka umleið 20 ár. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Eg dugi ikki at siga, hvør verður forseti, men demokratiski flokkurin fer at skriva søgu hesaferð (John Edwards) útlond Kina hevur brúk fyri nógvari olju og hevur tí vent eygunum ímóti tí arktiska økinum, sum hevur nógva olju, nógv gass og onnur ríkidømi Framrokningar hjá veður­ lagsfrøðingum hava víst, at um ikki so mong ár verður tað siglandi ígjøgnum tað arktiska økinum, og at tað tískil eisini fer at bera til at vinna olju og gass í økinum. Tað vita kinesararnir, og nú hava teir søkt um at sleppa upp í Arktiska Ráðið, átta lond við arktiska økið hava stovnað. ­ Kina hevur heft seg við, at tað stóra náttúrutilfeingið í arktiska økinum verður atkomiligt, og landið hevur stóran áhuga í tí, sum hendir í økinum, sigur formaðurin í Arktiska Ráðnum, norð­ maðurin Karsten Klepsvik, við Berlingske Tidende. Tann stóri kinesiski áhugin var sjónligur, tá Arkt­ iska Ráðið helt fund í Narvik í heyst, tí tá vóru tríggir kinesiskir embætismenn á fundinum. Men áhugin gongur báðar vegir, tí umboð fyri grønlendska heimastýrið og ráevnisstýrið hava verið í Kina og vitjað tað almenna oljufelagið har. Kina er ikki tað einasta landið uttan fyri tað arktiska økið, sum hevur víst leiðini ans. Eitt nú hava Spania og Pólland fingið eygleiðara­ støðu í Arktiska Ráðnum, og sambært Karsten Kleps­ vik hava fleiri onnur lond spurt seg fyri um limaskap. Eisini fiskurin Karsten Klepsvik heldur, at tað er einki at ivast í, at fleiri av hesum londunum hugsa um annað enn olju og gass. ­ Tað er lítið at ivast í, at nøkur lond hóma ein møgu­ leika fyri at finna nýtt til­ feingi í umráðnum, sigur formaðurin í Arktiska Ráðnum. ­ Hvørvur so mikið av ísinum, at tað verðir sigl­ andi um summarið, verður alt Pólhavið atkomiligt. Tað fer at geva møguleikar fyri nýggjum siglingarleiðum, fleiri vísindaligum rann­ sóknum og ikki minst nýggj­ um fiskastovnum, tí fiskur­ in broytir ferðamynstur, sig­ ur Karsten Klepsvik. Danmark er eitt av lond­ unum í Arktiska Ráðnum, og Per Stig Møller, uttanrík­ isráðharri, hevur boðið hin­ um londunum á toppfund í Grønlandi í mai. Fyrrverandi New York-borgarstjórin er nú givin við royndum sínum at gerast forsetavalevni Rody Giuliani gjørdist víða kendur og sera væl umtóktur millum nógvar amerikanarar sum borgarstjóri í New York undir yvirgangsatsókn­ unum tann 11. september í 2001. Men tað var kortini ikki nóg mikið til at fóta sær í kappingini um forseta­ uppstillingina hjá republik­ anarunum. Í gjárkivøldið kunngjørdi Giuliani, at hann gavst við uppstillingini. Tá hevði hann júst tapt valið í Florida, har hann annars hevði sett sær fyri at byrja ferðina ímóti Hvítu Húsun­ um. Men hann ætlar ikki, at hansara atkvøður skulu fara til spillis. ­ John McCain er tann best egnaði til at standa fyri hesum landinum, segði Giuliani. Hin takkaði, og teir báðir hálsfevndust. Undan teimum fyrstu uppstillingarvalunum varð roknað við, at Rudy Giuli­ ani fór at standa seg best av republikanarunum, og at McCain fór at verða hansara varaforsetaevni. Castro- brøðurnir afturvaldir Almenna valnevndin í Kuba kunngjørdi í morgun, at brøðurnir Fidel og Raúl Castro eru afturvaldir í tjóðartingið. Sambært nevndini var eingin ivi um úrslitið, tí teir báðir fingu ávikavist 99,3 og 99,4 prosent av atkvøðunum í sínum val­ dømum. Tann stóri spurn­ ingurin er nú, hvør teirra verður valdur til forseta, tá tingið fer at velja í næsta mánaði. Raúl hev­ ur røkt forsetaembætið síðani juli í 2006, tí Fidel hevur verið sjúkur, men nú sigst hann vera komin fyri seg aftur. Giuliani givin - John McCain er tann rætti forsetin, segði Giuliani, og so hálsfevndust teir Mynd: Polfoto Kina liggur framvið, nú ísurin minkar í arktiska økinum Mynd: Polfoto Kina vil hava part av Arktis