Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-31, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 22 - 31. januar 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Vit fingu eit tlítið skeld frá venjarunum, og so tosaðu vit annars um tað, sum vit skuldu betra Barbara Egilstrøð, Kyndil Tjaldur var so nær sensatiónini, sum tær kundu koma. Men tær gjørdust eitt mál ov stuttar, og so vóru tað ístaðin grønu Kyndils-kvinnurnar, sum vunnu sær sæti í finaluni Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyrstu løtuna av dystinum var annars alt, sum bendi á, at Tjaldur skuldi gera arbeiðið liðugt. Fyri einari viku síðani vunnu tær við fýra málum á Kyndli, og fyrsta korterið av dystinum bara øktu tær um ta leiðsluna. Hjá Kyndli hingu nervar­ nir at kalla uttaná hesa løtuna. Hóast fýra mál ikki er tað heilt stóra at tosa um yvir 60 hondbóltsminuttir, so settu tær grønu frá byrjan ferðina langt upp um tað, sum tær sjálvar megnaðu. Úrslitið var hópur av mis­ tøkum, og teimum gjørdu tær gulu sær dælt av. Ikki óvæntað, so vóru tað fyrst og fremst Adina Petrea og Alina Olaru, sum gjørdu mest um seg hjá Tjaldri, men fleiri av hinum spælar­ unum vístu eisini, at tær væl kunnu vera við, tá Tjaldur um 8­9 mánaðir aftur spælir í fremstu røð. Ikki minst imponeraði Heidi Sevdal á høgra veingi fyri steðgin. Fingu hjá til time-out Sum avleiðing av vána byrjanini tóku Kyndils­ venjararnir tíðliga í dysti­ num time­out, og tí høvdu teir ikki longur tann møgu­ leikan, meðan Tjaldur bara økti. Tað mundi tí koma væl við, at Tjaldurs­venjarin eftir 18 minuttin nýtti sítt time­out. Hetta gav Una og Hannis Wardum møguleika at fáa ringastu nervarnar av sínum spælarum, og so bragdaði brádliga hjá teimum grønu. Fyri steðgin togaði Kyndil seg upp á 13­12, og eftir steðgin buldraðu tær avstað. Jacklin Durhuus, Barbara Egilstrøð og Randi S. Wardum fingu veruliga glið á bakspælið, og so opn­ aðu allar dyr seg hjá øllum liðnum, soleiðis at Tjaldurs­ verjan fer eftir ferð kundi spælast víðopin. Akku-akkurát Eftir einum korteri hevði Kyndil økt munin til níggju mál, og so hildu tey flestu, at finaluplássið var heima. Trupulleikin var tó, at tað hildu spælararnir eisini. Og spakuliga lovaðu tær Tjaldri aftur í dystin. Tey flestu hildu kanska, at vandin ikki var so heilt stórur. Men tá Tjaldur við tveimum skoringum í sein­ asta minuttinum minkaði niður í fimm mál, komu av álvara nervar í. Við einum óneyðuga skjótt endaðum seinasta álopi var eisini um reppi, at Tjaldur fekk eina seinastu álopsroynd. Men í so máta gjrødist dysturin trý sekund ov stuttur fyri teirra viðkomandi. Og so kundu tær grønu sjálvandi fegnast um sína fyrstu finalu í átta ár. Tað ikki meira enn akkurát, at tað gekk. Men tað munnu tey fægstu tó hugsa um, tá spælararnir fara á vøllin tann 9. februar. Kyndil-Tjaldur 35-30 (13-12): Ikki eitt mál ov nógv Fagnaðurin var øgiligur, tá Kyndil hevði vissað sær finalusessin. Talan er um fyrstu finaluna, sum grønu kvinnurnar eru partur av í átta ár Mynd: Jens Kristian Vang Nervarnir tyngdu Lættin var øgiligur hjá Kyndils­spælarunum eftir dystin móti Tjaldri mikukvøldið. Og at sigurin bara gjørdist eitt mál, løgdu tær nú ikki tað stóra í. ­ Vit eru í finaluni. Tað er tað, sum telur. Og so er líkamikið, hvussu stórur munurin var í hálvfinaluni, helt Barbara Egilstrøð. Men at nervarnir vóru um reppið at spæla teimum eitt puss, mátti Barbara tó ásanna. ­ Eg haldi, at vit allar vóru ræðuliga nervøsar fyrstu løtuna. Og vit gjørdu eitt hav av tekniskum feilum. Men eg haldi kortini, at vit komu okkum spakuliga yvir hetta. Og sjálvt um tær vóru á odda næstan allan fyrra hálvleik, so fingu vit okkara spæla at koyra. Eftir steðgin var talan næstan um nýtt lið. Hvat var tað, sum broytti dystin somikið nógv hjá tykkum. ­ Vit fingu eit tlítið skeld frá venjarunum, og so tosaðu vit annars um tað, sum vit skuldu betra. Vit skuldu fáa ferðina upp, so tær ikki megnaðu at fylgja við. Og tá tað eydnaðist, var eingin ivi um, hvat betra liðið var. ­ Men vit taka tað nokk dekan ov róligt, tá vit komu hasi níggju málini framum. Og tað mundi eisini kosta. Men sum sagt, so er tað altso eingin, sum um tann partin, tá vit standa í finaluni. -mørk Mynd: Jens Kr. Vang Kyndil-Tjaldur 35-30 (13-12) Kyndil vinnur samanlagt 63-62 10 min: 4-6 20 min: 7-10 40 min: 23-16 50 min: 30-23 Málskjúttar Kyndil: Randi S. Wardum 9, Jacklin Durhuus 8(1), Barbara Egilstrøð 6, Tordis Tróndarson 4, Bjørg Syderbø 3, Ronja Mikkelsen 3, Lina Andriulyte 2 Tjaldur: Adina Petrea 15(1), Alina Olaru 7, Heidi Sevdal 3, Beinta Joensen 2, Hanna Isaksen 2, Jacoba Langgaard 1 Brotskøst: Kyndil 2, Tjaldur 1 Útvísingar: Kyndil 4, Tjaldur 6 Diskvalifikatión: Tjaldur 1 (3X2 minuttir) FAKTA