Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-31, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 22 - 31. januar 2008 ] Fyrri parturin av næstu greipuni á rað stendur nú fyri framman hjá Stjørnuni, sum ikki hevði teir heilt stóru trupulleikarnir á heimavølli Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við trivaliga sigrinum í Vági hevði Stjørnan skapt sær best hugsandi útgangs­ støðið undan seinnu hálv­ finaluni móti VB. Og hóast VB royndi at stríðast móti ómøguligheit­ ini, so hevði Stjørnan heldur ikki teir heilt stóru trupulleikarnar at halda fast um samlaða sigurin í uppgerðini. VB var væl við í dystin­ um fram til seinastu 10 minuttirnar. Men havandi tey seks málini frá fyrra dystinum í huga, so strongdi hetta ongan tíð spælararnar hjá Stjørnuni, sum fyri tað allar mesta kendu seg púrasta vísar í finaluplássinum. Og við at taka sær av liðnum, sum hevur argað mest seinastu tvey árini, er Stjørnan eisini risa­fav­ orittur til steypafinaluna, sum hesa ferð verður móti Kyndli. Tí er heldur einki at ivast í, at ætlandi verður 9. februar dagurin, tá tær taka fyrsta stigið móti at endurvinna greipuna, sum felagið vann sær í fjør. Stjørnan-VB 25-21 (11-11): Gjørdu ar- beiðið liðugt Stjørnan-VB 25-21 (11-11) Stjørnan víðari við samanlagt 53-43 10 min: 4-3 20 min: 7-7 40 min: 17-15 50 min: 19-18 Málskjúttar Stjørnan: Simona Petersen 9, Bára Skaale Klakstein 4, Durita Christophersen 4, Una Olsen 4, Anna Kristina Samson 3, Durita Ljósstein 1 VB: Daiva Toumaite 9(3), Laila Jespersen 6, Gurið Mortensen 3, Bára Mortensen 1, Svava Vestergaard 1, Miriam Michelsen 1 Brotskøst: VB 5 Útvísingar: Stjørnan 1, VB 1 Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen FAKTA Stjørnan hevði alla tíðina takið á VB í seinnu hálvfinaluni, sum varð spæld í Klaksvík í gjár Mynd: Álvur Haraldsen Friðarligur HB-fundur Havnar Bóltfelag og partafelagið Havnar Fótbóltur høvdu bæði aðalfund í gjárkvøldið. Eingi stórmál vóru á skránni á fundin­ um, sum gekk bæði væl og friðarliga fyri seg. Einasta broyting­ in í bygnaðinum var, at Steinfinnur Mittelstein, sum júst hevur skift starv, ynskti at fara úr nevndini í P/F Havnar Fótbóltur. Eingin nevndarlimur varð valdur ístaðin, og telur nevndin nú Birgir Enghamar, formann, Bjarna Kyster, Øssur Sørensen og Eyðun Hansen. Í móðurfelagnum, HB, er nevndin enn sum áður soleiðis mannað: Birgir Enghamar, formaður, Niels Juel Arge, næstformaður, Helgi Nielsen, skrivari, og Liljan Hellis­ dal. Eykalimir eru Erling Eysturoy og Finn Ludvig. Leeds skal upp sigur McAllister Nýggi Leeds venjarin, Gary McAllister hevur fingið greið boð um at vinna felagnum uppflyting til The Championship. Leeds liggja í løtuni nummar 6 við 44 stigum fyri 29 dystir. Fyrrverandi Leeds liðskiparin hevur fingið ein stuttan sáttmála frá stjóranum í felagnum, Ken Bates, eftir at venjarin Dennis Wise heilt óvæntað valdi at fara til Newcastle at arbeiða saman við Kevin Keegan. McAllister tosaði við The Yorkshire Radio, har hann millum annað segði, at ­ Stutta málið er uppflyting. ­ Eg eri her í fyrsta lagi til juni, og mín uppgáva er heilt einføld tann, at eg skal kick­starta felagið. Dómararnir til steypa­ finalurnar eru nú ásettir. Kári Hansen og Sámal Paulason døma kvinnufinaluna Hondbóltur Jákup Mørk 9. februar verða steypafinal­ urnar í hondbólti spældar. Liðini til dystirnar vórðu funnin í gjár, og nú er so greitt, hvørjir dómararnir til dystirnar verða. Kvinnufinaluna, sum er millum Stjørnuna og Kynd­ il, skulu Kári Hansen og Sámal Paulason døma. Bæði Kári og Sámal hava drúgvar royndir sum dómar­ ar í føroyskum hondbólti og hava verið fast dómarapar seinastu tvey kappingarárini. Hetta er triða ferðin at Kári Hansen dømir eina steypa­ finalu. Hjá Sámali er hetta onnur steypafinalan. Mansfinalan millum StÍF og Kyndil skal stýrast av al­ tjóða dómaraparinum, Eyð­ un Samuelsen og Andreas F. Hansen. Eyðun og Andreas heva eisini drúgvar royndir sum dómarar, og hava teir verið makkarar síða ni 2004. Í 2005 sluppu teir at royna seg í europiskum høpi, eftir at teir gjørdust altjóða dómara­ par. Seinastu trý árini hava teir dømt steypafinalu. Eina ferð hjá kvinnum og tvær ferðir hjá monnum. Eyðun og Andreas døma finaluna Hóast hoyvíkingar vunnu dystin, so er tað Kyndil, sum skal spæla steypafinalu um hálva aðru viku Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teir royndu. Hoyvíkingarnir. Hóast takið var tungt, eftir at Kyndil vann fyrru hálv­ finaluna við seks málum, so vístu hoyvíkingarnir frá byrj­ an, at teir avgjørt ikki ætlaðu at geva seg yvir uttan víðari. Móti einum Kyndils­ liðið, sum var skert í verju­ partinum, tí Hans Áki Dal Christiansen hevði leik­ bann, megnaði H71 fyrstu løtuna at trýsta seg upp á eina trý mála stóra leiðslu. Og tað var kanska ikki heilt frítt, at viðhaldsfólkini hjá teimum grønu bitu negl. Høvdu tamarhald Hóast trýstið frá H71, so var ikki talan um tað heilt vakra hondbóltsspælið. Og tí var tað ongan tíð soleiðis, at Kyndil var niðurspælt. Ró­ liga arbeiddu teir seg aftur í dystin, og hetta gav eisini spælarunum ró yvir sítt avrik. Hetta soleiðis at teir ongan tíð gjørdist heilt stressaðir av ágangandi gestunum. Og tað var eisini sjónligt eftir steðgin, at Kyndil hevði tamarhald á støðuni. Størsta partin av seinna hálvleiki vóru teir grønu nevnliga á odda, og tað var ikki fyrr enn seinasta partin av dystinum, at H71 aftur kom framum. Men tá vistu eisini teir svørtu, at samlaði úrslitið var greitt. Og at høvuðsleysa løtan sein­ astu minuttirnar av fyrru hálvfinaluni helst var mønu­ stingurin hjá H71 í ársins útgávu av steypakappingini. Verjan avgerandi Tann spurningurin, sum fleiri seta sær í løtuni, tykist vera, um tað yvir høvur er nakar, sum megnar at steðga StÍF. Ikki minst í steypakappingini, har liðið ikki hevur verið við undirlutan í fýra ár. Men har er Kyndil væl eitt fult so gott boð, sum nakað av hinum liðunum er tað. Við at hava Høgna Klein aftur á liðnum er sambindingarliður­ in í spælinum aftur. Og hóast bæði hann og Finnur Hansson vórðu mansvardir í løtum av dystinum mikukvøldið, so megnaðu hinir fýra útispælar­ arnir væl at bróta ígjøgnum. Men tað verður væl fyrst og fremst verjuparturin, sum verður avgerandi hjá Kyndli í steypafinaluni. Fáa teir tann partin heilt upp at koyra, og hava Lars Black ella Magnus Matras ein av sínum bestu døgum, so er tað als ikki óhugsandi, at Kyndil aftur hesa ferð verður liðið, sum forðar StÍF í at røkka greipuni. Kyndil-H71 30-32 (13-15): Kyndil tapti og vann Kyndil-H71 30-32 (13-15) Kyndil víðari við samanlagt 58-54 10 min: 5-5 20 min: 9-10 40 min: 22-21 50 min: 25-25 Málskjúttar Kyndil: Finnur Hansson 10, Høgni Klein 6, Josef Abra- hamsen 4(2), Janus Einar Sørensen 3, Hanus Johansen 2, Hjalti M. Jacobsen 2, Rani Ellingsgaard 2, Hans Arni Thomsen 1 H71: Halgir Dahl Olesen 12, Dánjal Tórgarð 7(3), Johnny Durhuus 6, Poul Kjartan Dam 4, Eyðun Høj- gaard 1, Freddy Poulsen 1, Janus Sørensen 1 Brotskøst: Kyndil 3, H71 3 Útvísingar: Kyndil 3, H71 8 FAKTA Við Høgna Klein aftur á liðnum hevur Kyndil kanska fingið vápnið, sum kann taka StÍF í steypafinaluni Mynd: Jens Kristian Vang