Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-31, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 22 - 31. januar 2008 ] Manchester United føra aftur Premier League, eftir at teir vunnu 2-0 móti Portsmouth, meðan Chelsea við bit og slit vann sín níggjunda sigur á rað FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo 24. umfar av Premier League, ið hevur verið spælt yvir seinastu dagarnar, hevur verið merkt av, at tað vórðu spældir dystir í fjórða umfari í FA Cup steypa­ kappingini um vikuskiftið. Av somu orsøk var bert ein dystur í Premier League um vikuskiftið, og tað var Aston Villa, ið tók móti Blackburn. The Villains megnaðu bert ein 1­1 javnleik á heimavølli, og komu enntá afturum 1­0. Málini skutu Julio Santa Cruz og Ashley Young. Ronaldo og United Bert 22­ára gamli portugis­ in, ið er nevndur upp eftir fyrrverandi amerikanska forsetanum, Ronald Reag­ an, hevur higartil havt eitt heilt framúrskarandi kapp­ ingarár saman við lið­ feløgum sínum í Manchester United. Hanne r longu nú komin heilt uppá 27 mál í øllum kappingum, og tvey teirra komu móti Ports­ mouth, tá teir vitjaðu á Old Trafford mikukvøldið. Mál­ ini høvdu við sær at United reyk uppá fyrsta plássið í Premier League, eftir at Arsenal hevði lænt plássið eftir sín sigur týskvøldið. Ronaldo legði United á odda í 10. minutti, og longu tríggjar minuttir seinni endurtók hann bragdið við einum framúrskarandi frí­ sparksmáli. ­ Nú havi eg sæð málið í sjónvarpinum, og eg má asana at hatta var eitt av mínum vakrastu málum nakrantíð, segði Cristiano Ronaldo fyri Radio5­LIVE, eftir dystin. Venjari hansara, Sir Alex Ferguson var heldur ikki seinur at lov­ prísa unga bóltsnillinginum úr Portugal. ­ Hann er ein framúrskar­ andi leikari. Og at hann kann metast á hædd við Eric Cantona og David Beckham, hvat deyðbóltum viðvíkur, sigur karismatiski skotin eftir dystin. ­ Eric Cantona dugdi væl at skjóta fríspørk, og David Beckham var øðiliga góður, men Cristiano Ronaldo er heilt ótrúligur. Málverjin hevði ongan verðsins møgu­ leika at gera nakað. Gongur væl hjá Chelsea Chelsea javnaðu eitt gamalt met í gjárkvøldið, tá teir vunnu sín íggjunda dyst á rað í øllum kappingum. Metið var frá tíðini, tá Jose Mourinho var venjari, afturi í 2005. Sigurin kom móti Reading, og úrslitið gjørdist 1­0. Einsamalla málið í dystinum skoraði Michael Ballack, ið annars hevur verið úti við skaða í langa tíð. Sigurin merkir samstund­ is, at Chelsea eru ósigraðir í 75 fylgjandi Premier League dystum á heima­ vøllinum Stamford Bridge. Og eisini hava teir nærum stoypt seg fast á triðja plássi. Av skriðuni til hjá “The Reds” Mark Noble skoraði við einum brotsparki í yvir­ tíðini, ið tryggjaði West Ham ein kærkomnan sigur móti sokallaðu kandidat­ unum til meistaraheitið. Dysturin endaði 1­0 til The Hammers, og »Forever Blowing Bubbles«, ið er ein av sangunum, ið West Ham viðhaldsfólk plaga at syngja, man ivaleyst hava rungað hart og fult av gleði mikukvøldið. Noble var nóg kølin, tá tað kravdist av honum, og skoraði, eftir at Liverpool júst høvdu verið í hinum endanum við einum horna­ sparki. West Ham fór í skjótálop, og Jamie Carr­ agher feldi so svian Fredrik Ljungberg inni í Liverpool brotsteiginum. Hetta er fyrsti dystur, ið West Ham vinnur móti Liverpool síðan 1999, og úrslitið merkir samstundis, at Liverpool ikki hava vunnið ein dyst í Premier League, síðan annan jóladag. Hetta er ikki ein gongd, ið verður góðtikin í Liverpool, og nærum totala óskilið í felagnum sær ikki út til at fáa nakran enda. Felagið liggur á einum sjeynda plássi, heili 13 stig upp til triðja pláss. Og hóast teir hava ein dyst á láni, sær tað alt annað enn gott út, hjá tí sigursvanda Liverpool Football Club. Ron-Rakettin flytur United á toppin Dystirnir í 24. umfari: Arsenal-Newcastle 3-0 (Adebayor, Flamini, Fabregas) Aston Villa-Blackburn 1-1 (Young-Santa Cruz) Bolton-Fulham 0-0 Chelsea-Reading 1-0 (Michael Ballack) Derby-Man City 1-1 (s.m-Sturridge) Everton-Tottenham 0-0 Man Utd-Portsmouth 2-0 (Cristiano Ronaldo) Middlesbrough-Wigan 1-0 (Jeremie Aliadiéré) Sunderland-Birmingham 2-0 (Murphy, Prica) West Ham-Liverpool 1-0 (Mark Noble) FAKTA Makkari hjá Holst til FCN Tað hepnaðist væl hjá FC Nordsjælland, tá teir fyri hálvum øðrum ári síðani keyptu Morten Nordstrand úr Lyngby. Nú hevur felagið so gjørt avtalu við eitt annað álopstalent hjá Lyngby. 18 ára gamli Mads Thomsen hevur nevnliga gjørt sáttmála við FC Nordsjælland. Mads Thomsen hevur spælt 16 dystir fyri besta liðið hjá Lyngby, og hevur hann í hesum skotið seks mál. Fjeppar vilja keypa Liverpool Ónøgdin í Liverpool hevur verið stór, síðani George Gillett og Tom Hicks keyptu felagið. Og tað ætla fjeppararnir nú at gera nakað við. Ein bólkur av Liverpool­fjepparum hevur nú sett sær fyri at fáa 100.000 fjepparar at savna íalt 5 milliardir krónur, so felagið kann keypast aftur. – Tíðin er búgvin til eina øðrvísi loysn, sigur ein av stigtakarunum, Rogan Taylor, við BBC. Cristiano Ronaldo hevur veruliga funnið stórformin. Hann skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum á Portsmouth, og er samanlagt komin uppá heili 27 mál í øllum kappingum higartil