Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 23 - 1. februar 2008 Fyri aðru ferð innan fyri ein mánað liggur fótbóltsvøllurin í Nólsoy undir í runu ÓDNARVEÐUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eisini í Nólsoy merktu tey landnyrðingsbrimið. Og fyri aðru ferð innan ein mánað liggur fótbóltsvøll­ urin undir í runu og gróti. Men hesaferð er nógv sum bendir á, at vøllurin ikki sleppur so snikkaleyst sum seinast. Tá, fyri mánaði síðani ella so, bar til at reinsa vøllin aftur fyri runu, og tá var eisini bert talan um smágrót, ið var endað inni á vøllinum. Sum myndin sýnir, er all­ ur vøllurin undir í runu, og hesaferð er tað stórt grót, sum er skolað inn á vøllin. Mikkjal Holm, umsjónar­ maður hjá Tórshavnar Kommunu í Nólsoy torir als ikki at meta um standin á sjálvum vøllinum, men hann sigur tað ikki koma óvart á seg, um vøllurin hev­ ur tikið skaða. Hesaferð er skilið nógv verri. Nú liggur stórt grót á vøllinum, og tí undrar tað meg ikki, um skaði er kom­ in á hann, sigur Mikkjal Holm. Hann er í løtuni eitt sind­ ur í døpurhuga um, hvussu støðan skal grípast ann. Men hann væntar tó, at teir fara at royna at reinsa á sama hátt sum seinast. Hesaferð er bara talan um so ræðuliga nógv størri upptøku, og er eri rættiliga bangin fyri, at stóra grótið kann hava skrætt hol á vøll­ in, sigur Mikkjal Holm. Tað er serliga í landsynningshorninum, at tað stóra grótið liggur Mynd: Nicolaj Falck Hann fekk ikki ligið við bryggju í Havn, tí tað var so ókyrt og hetta fer at merkja ferðaætlanina bæði í dag og í morgin StRANDfERÐSlAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið Smyril kom úr Suð­ uroy til Havnar í mrorgun, var so ókyrt, at hann fekk ikki ligið við bryggju í Havnini. Tað var so nógvur súður í sjónum, at Smyril sleit fleiri endar og tí gjørdi skiparin av at fara frá bryggju og so­ statt liggur Smyril í Nóls­ oyarfirði. Hann fer tó aftur til bryggju eftir ferðafólki, bil­ um og farmi so at hann sleppur til Suðuroyar klokk­ an 13 eftir ferðaætlanini. Hann siglur eisini norður aftur til Havnar úr Suðuroy klokkan 15.30 og suður aft­ ur klokka n18.30 eftir ferða­ ætlanini. Men seinasti túrurin úr Suðuroy til Havnar klokkan 21, verður ikki sigldur. Tað er so ókyrt við bryggjuna í Havn, at skip­ arin heldur, at tað er óráð at lata Smyril liggja í Havn í nátt. Tí verður hann liggjandi við bryggju á Krambatanga á Trongisvágsfirði og í morgin siglur hann sostatt sum sunnudag, tvs, at hann fer fyrsta túr úr Suðuroy klokkan 7 í mrogin árini. Nú stendur verri til Smyril sleit endarnar