Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 klumman umborð Nr. 23 • 1. februar 2008 Hví tapa tit, Føroyar? Eg og maðurin hava eina tíð hugsa um at flyta til Føroyar. Vit eru búsett í Svøríki og hava búð her í nærum 15 ár. Vit vóru eina roynd í Føroyum, og trívust væl! Maðurin var tá í farloyvi við elsta soninum. Vit kannaðu møguleikarnir at verða verðandi og komu fram til, at í fyrstu syftu var betur at fara aftur til Svøríkis, eftirsum vit fegin vildu hava eitt barn afturat. Føroyar er eitt gott stað hjá børnum at vaksa upp, men í byrjanini hava tey tað so av­ gjørt betri í Svøríki. Her hava vit 480 dagar í farloyvi fyri hvørt barnið, hesar dagarnar fær ein umleið 80 prosent av lønini, og 90 av døgunum fær ein 160 svenskar krónur. Børnini sleppa sostatt frá at fara út í barnagarð fyrrenn tey eru um eitt og eitt hálvtár ella meira! Tá so tíðin er komin at farast skal í barnagarð, verður sjálvandi hugt at kostnaðinum. Her kostar tað sum mest 1250 svenskar krónur at hava eitt barn í barnagarði. Tá fáa tey morgunmat, heitan døgverða og millummála. Í Føroyum havi eg skilt, at tað er nærum dupult so dýrt og eingin heitur matur. Her í Svøríki fáa vit eisini eitt sokallað barnaískoyti á 1100 krónur hvønn mánað ­ fyri hvørt barnið! Hetta roknistykkið hava maðurin og eg oftani sett saman ­ og tíanverri so er tað altíð so, at Føroyar tapa, tá vit samanbera tær peningaligu umstøðurnar hjá okkum ungu barnafamiljum. Á pluskontoini hjá Føroyum eru sjálvandi bíligari hús, nærleikin til familju og vinir, róligari samfelag, tryggleikin, og tann fantastiska náttúran, ið er beint uttanfyri dyrnar. Nógvir útisetar hava dreymin um at koma heim aftur til Føroyar, men tá ein missur eina rúgvu av peningi, og børnini ikki fáa líka gott barnagarðspláss og skúla sum uttanlands – ja, so er lætt at velja at verða verðandi! Tit, sum nú kappast um hvør, sum skal stýra Føroyum framyvir! Havið sum mál at gera roknistykkið hjá barna­ familjunum í Føroyum eitt sindur javnari, samanborið við okkara grannalond. Inna Törnroos Hóast hann kom til landið sum nýbygn­ ingur úr Noregi í ár 2000, er hann fram­ vegis sum eitt nýtt skip, reinur, nossligur og væl hildin bæði uppi og niðri. Sosial­ urin var í gjár ein túr umborð á Brimli, sum er okkara stoltleiki á vaktar­og bjargingar­ økinum Úr vindeygunum í Miðlahúsinum sæst Brimil koma stillisliga inn um Havnarmola. Skipið tekur seg væl út, siglir fyrst beint inneftir vánni, men snarar síðan knappliga í bakborð yvir ímóti vestaru bryggju. Skipið arbeiðir væl, og á brúnni og øllum plássum umborð er roynt og rakst fólk. Ein tíma eftir, at Brimil hevur lagt til bryggju, koyri eg mær ein túr yvir fyri at vita, um onkur av manningini enn er umborð. Og kanska vit fáa eitt prát... Komin yvir á vestaru bryggju, síggi eg, at ein maður í oljuklæð­ um stákast á dekkinum. Eg fari upp ígjøgnum leytaran og stígi inn á dekkið. ­ Ert tú ein av manningini? ­ Ja, eg eri við her. ­ Hevur tú hug at siga eitt sindur um, hvussu tað er at sigla við Brimli? Maðurin ber seg ikki undan, men heldur kortini, at best hevði verið, um vit prátaðu við skiparan Jákup Müller, sum helst er uppi á brúnni. Komin til dyrnar, sum ganga inn á dekshæddini á skipinum, sæst skjótt, at her er ikki bara at stíga innar í útiskóm. Inni á gongini gongur maður og vaskar, og bæði gólv og veggir skína sum á einum reinum hotelli. Nei, her stígur tú ikki innar í útiskóm. Maðurin kemur ímóti mær og biðir meg taka ein bláan plastikposa upp á hvønn skógvin. Hetta er sami posi, sum tú fert í, tá ið tú vitjar á einum framkomnum fiskavirki. Ein annar maður kemur nú eftir gongini. Tað er Jóannes Hansen, sum hevur ábyrgdina av maskinuni. Vit fylgjast innar í stóru og snotuligu messuna og síggja skjótt, at kokkurin Signar Harald­ sen, sum stákast í galluni, er við at verða liðugur við døgurðan. Jóannes fylgir mær nú upp á brúnna fyri at vita, um Jákup Müller, skipari, er har. Ávegis steðga vit eitt lítið bil í lítla roykirúminum, sum teir hava umborð. Har er borð, tvær smáar sofur og kaffikanna. Uppi á brúnni hitta vit skiparan, og vit hitta eisini unga dekkaran, Jákup Paula Joensen. ­ Hevur tú ikki verið umborð á Brimli áður, spyr skiparin. ­ Nei, undarligt at siga tað, men tað havi eg ikki. Alt skipið er nógv rúmligari, enn tú áður hevur ímyndað tær. Alt er so reint og vakurt, eingin skipsroykur. Jóannes, Jákup og eg hyggja nú ein túr um ein part av skipi­ num. ­ Hetta er skiparakamarið. Sum tú sært, liggur kamarið heilt her frammi. Tá ið vit sigla ímóti, og skipið stoytir hart, plagi eg at leggja meg her afturi á sofuni, sum er nakrar favnar aftari enn sjálv koyggjan. Hvørt kamar hevur rúmligt wc við brúsu, og í hvørjum kamarið er telda og netsamband. Umborð á Brimli er venjingar­ høli við nøkrum maskinum, og skipið hevur eisini sauna. ­ Brúka tit nakað av hesum? spyrji eg. ­ Jú, hetta verður nógv brúkt av manningini, bæði venjingarhøli og sauna’in, sigur Jóannes. Á vitjanini detta vit eisini inn á ”sjúkrahúsið”, sum er umborð, og vit eru eisini inni í almenna rúminum, sum tað verður rópt. Tað er her, at myndir hanga av løgmonnum og landsstýrismanni við konu, sum sat, tá ið Brimil kom til landið. Vit vitja eisini ”skúlastovuna”, har sjómansskúlanæmingar um várið og um heystið fáa frálæru, tá ið teir eru umborð á Brimli í starvsvenjing. ­ Jú, skipið er væl hildið – heilt úr botninum, um maskinrúmið og upp á brúnna, sigur skiparin, sum nú bjóðar mær at eta døgurða saman við manningini. Kokkurin er liðugur við døgurð­ an, og vit sessast í messuni. ­ Her er eingin mamma umborð, og hvør fær sær sjálvur, sigur skiparin skemtandi. Við døgurðaborðið verður prátað um alt millum himmal og jørð, og politiska støðan við samgongusamráðingum kemur sjálvandi eisini upp at venda. Tá ið døgurðin er etin, bjóðar skiparin sær at vísa mær, hvussu satelitskipanin virkar. Teir kunnu síggja, hvar føroysku skipini eru – heilt úr føroyskum sjógvi og vestur á Flemmish Kapp. Jóannes bjóðar sær eisini at vísa mær niður í maskinrúmið, sum kundi verið sera áhugavert at sæð. Men nú rennur tíðin undan, og kortið í myndatólinum er eisini vorðið fult. Gullash umborð á Brimli Blíðskapurin var stórur, og skiparin bjóðaði Sosialinum at eta døgurða saman við manningini Mynd: Vilmund Jacobsen Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo Kokkurin Signar Haraldsen er liðugur við døgurðan. – Í galluni er alt, sum tú hevur brúk fyri, sigur hann Mynd: Vilmund Jacobsen