fríggjadagur 1. februar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 23 - 1. februar 2008
tíðindi
Í dag fríggjadagin 1. februar
verður ein kendur gøtu
maður, Oddfríður Gregersen
úr Syðrugøtu, 80 ár.
Oddfríður er sonur Sáru
og Jóan Paula Gregersen.
Tey bæði áttu børnini tví
burarnar Ásu og Per f.
1923, Leivur f. 1926, Odd
fríður f. 1928 og Gunnleyg
f. 1931. Ása og Per eru
deyð. Leivur býr í Danmark
og Gunnleyg í Syðrugøtu.
Jóan Pauli var úr Syðru
gøtu, sonur Petru f. Hus
gaard og Óla Gregersen,
sum vóru megnarfólk. Tey
fingu 11 børn, og teirra
nógvu eftirkomarar hava
merkt nógv fyri Gøtu og
Føroyar sum heild. Hetta
kundi verið ein áhugaverd
søga, sum tó ikki pláss er
fyri her.
Sára var dóttir Onnu
Malenu f. Isaksen, vanliga
nevnd Lena og Líggjas
Simonsen úr Jørundstovu í
Norðragøtu. Lena doyði, tá
ið børnini vóru smá. Tey
vóru trý systkin. Umframt
Sáru var tað Sigrid og Jens,
sum bæði endaðu í Havn.
Sigrid giftist við Des Arge
og
(Bomm)Jens
við
Magnhild í Horni.
Genturnar máttu taka hús
ið uppá seg. Men tað, at
mamman var deyð forðaði
ikki fyri, at Leon, systkina
barn tey trý systkini, kom
at vaksa upp har.
Skapti søgu í Gøtu
longu sum nýføðingur
Oddfríður kom longu sum
nýføðingur at skapa søgu í
Gøtu. Hann var nevniliga
fyrsta barn í Gøtu, sum
varð doypt eftir føroyskum
rituali. Jóan Pauli var tjóð
skaparsinnaður og hevði
søkt próstin Jákup Dahl um
loyvi til tess. Hetta skuldi
játtast av hægri myndug
leikum, og tað varð tað eis
ini. Prósturin kom sjálvur
norður at doypa Oddfríð.
Enn hevur Oddfríður eina
gummu eftir á lívi, og er tað
95 ára gamla Petra Samuel
sen í Horni í Havn, sum er
systkinabarn hansara.
Í sama vatni varð Elsa
Jacobsen, fyrrverandi trú
boðari í Etiopia, doypt.
Hon var ikki umfatað av
umsóknini hjá Jóan Paula.
Men pápi Elsu, Eliesar í
Tjørnustovu, spurdi Dahl,
um hetta kortini kundi bera
til. Próstur svaraði, at for
melt hevði hann ikki loyvi
til tess, men hann tók
kjansin kortini, og tað gjør
dist eingin trupulleiki av tí
heldur.
Oddfríður hevur havt ta
vanligu yrkisleiðina hjá
bygdardreingjum tá í tíðini.
Hann fór til skips, var síðan
við skúlaskipi, tók stýri
mansprógv í Havn í 1952
og skipsføraraprógv í Keyp
mannahavn í 1953.
Eitt skifti sigldi hann við
donskum skipum. Minnist
at hann førdi Coraliu, sum
var sandbátur hjá Jóan
Paula. Hon var kend fyri
minniligu
hendingina
á
Kappanum við Blithsome í
1935.
Í 1964 tók Oddfríður við
sum stjóri á Fiskavirkinum
í Gøtu, eftir at Jóan Pauli
var deyður.
Søgan hjá Oddfríð
knýtt at vinnu
lívinum í Gøtu
Søgan hjá Oddfríð og
hansara ætt er neyvt knýtt
at søguni hjá vinnulívinum
í Gøtu. Í síni tíð var tað
pápin Jóan Pauli, sum gekk
á odda.
Hetta byrjaði við Fiska
virkinum seinast í 20unum,
har Jóan Pauli skjótt gjør
dist stjóri. Hetta var nútím
ans turkihús og eitt sera
stórt arbeiðspláss í bygdini.
Nýhugsan var eisini nógv
av. Fiskavirkið gjørdist eitt
tað fyrsta flakavirki í land
inum í 50unum, og var
hetta enn eitt frambrot.
Fyrsti arbeiðsformaður var
annars Haldgrim Gregersen,
sum beint hevur fylt 75 ár.
Jóan Pauli doyði lutfals
liga ungur, 66 ára gamal.
Tá tók Oddfríður við, og
hann helt áftram við sama
ágrýtni. Oddfríður hevur
eins og pápin gingið á odda
á mongum økjum.
Jóan Pauli byrjaði við
sildini, men virking av sild
á landi gjørdist ein stórur
partur av vinnuni í Gøtu í
60unum, eftir at Oddfríður
hevði tikið við.
Byrjað varð á keiuni í
Norðragøtu við Hellu Mein
hard (Jensen) sum arbeiðs
formanni, og har fekk eg
sjálvur manga daglønina.
Tað sá so gott út við sildini,
at hetta førdi til byggingina
av sildavirkinum Harenga
fyrst í 70unum. Hetta var
fyrsta virki av hesum slag í
Føroyum. Tað gekk gott til
sildin hvarv seinni í 70
unum.
Hetta var ein baksláttur
og virkið stóð stilt eina tíð.
Ikki fullu teir tó í fátt. Teir
byrjaðu so smátt við flaka
vinnu, og í dag er Gøtu
Fiskavirki eitt tað best rikna
flakavirkið í landinum.
Seinni er so laksur komin
afturat, sum eisini hevur
givið nógv virksemi. Her er
so mikið væl fyristaðið, at
teir vóru annað av teimumm
tveimum virkjunum, sum
sluppu undan laksakreppuni
fyri nøkrum árum uttan at
fara á húsagang. Nú gongur
tað aftur væl.
Sleptu sær av
við skipini
Í nógv ár høvdu teir eisini
skip. Var sjálvur í 1966 við
Ingrid Pau, sum var eitt av
teimum fyrstu kraftblokka
skipunum. Men munur er á
stødd. Ingrid Pau tók 120
tons, meðan dagsins skip á
hesi veiðu taka meira enn
3.000 tons! Onnur skip
hava verið: Saturn, sum var
kraftblokkaskip og tvey
Sporið, tað seinna av teim
um fiskaði ídnaðarfisk.
Seinni komu teir eftir, at
teir skuldu halda seg til
fiskavirking á landi og einki
annað. Hetta hevur nakað
við hugskotið aftanfyri upp
boðssøluna at gera.
Oddfríður var ein av teim
um fyrstu, sum tóku stig at
fáa uppboðssølu av fiski.
Grundarlagið fyri tí var
eisini, at flakavirkini á eini
uppboðssølu skuldu kunna
keypa júst tann fisk, sum
teir hava brúk fyri til at fáa
ta mest lønsomu fram
Oddfríður Gregersen 80 ár
Hjørdis og Oddfríður
Sáttmáli verður undirskrivaður. Poul Mohr, Oddfríður og Carl tykjast at vera væl nøgdir
Ingeborg Vinther og Oddfríður í einrúmi. Tá loysnaði