fríggjadagur 1. februar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 • 1. februar 2008
Vikuskifti 17
sum hann gjørdi í Grafiska
Verkstaðnum, eins og hann luttók
í framsýningini ”Natúrligvís” í
Norðurlandahúsinum í fjør. Men
verkið ”One World”, sum nú
verður framsýnt á Charlottenborg,
líkist ikki nøkrum av tí, hann
hevur framsýnt í Føroyum. Hetta
er ein uppseting av leirlutum,
sum at síggja til minna um teir
meir og minni formleysu lutirnir,
sum vit gleddu foreldur okkara
við í barnaskúlanum. Tó er
okkurt við uppsetingini í einum
sýningarskápi úr glasi, ið tykist
so mikið hátíðarligt, at áskoðarin
verður standandi eina løtu. Tá
sæst, at hetta í veruleikanum
er ein líkkista, eitt sarkofag við
beinagrind og ymsum lutum (m.a.
ein kirkja og eitt listasavn), ið
alt kundi verið ein viðmerking til
okkara vónleysu roynd at samla
saman lutir, vitan og royndir
í lívinum, sum jú ikki kunnu
brúkast til nakað í deyðanum.
Ikki dugi eg at síggja sambandið
við framsýningarevnið um tað
danska, eins og eg ikki enn havi
skilt heitið á verkinum, sum
heldur mátti verið ”One life” ella
hvat? Men óansæð er vælgerandi
við slíkum verkum, sum fáa
heilakyknurnar í umferð.
Tal R og Ólafur
Eliasson
Tveir aðrir listamenn, sum í
denn grad eru inn og altjóða
viðurkendir eru Tal R og Ólafur
Eliasson. Síðstnevndi sýnir fram
eitt av sínum fyrstu verkum, sum
møguliga hevur verið áhugavert
í 1993, men sum altso ikki
hevur nógv uppá seg í dag. Í
so máta er tað ein trupulleiki
at blanda gomul verk uppí eina
samtíðarliga listaframsýning.
Verkið við heitinum ”Mental”
(1993) fevnir um eitt rúm við
hjartaljóði, har allur endavegg
urin er spegilsklæddur. Hetta
førir við sær, pápeikar fram
sýningarteksturin eitt sindur
algoystur, at bæði rúmið og talið
av fólkum, sum inni eru, verður
dupult so stórt. Javel, suffar
ummælarin spakuliga meðan
hon staðfestir, at hetta minnir
nokkso nógv um eitt av teimum
spektakuleru sovikamarunum
úr áttatiárunum (bara uttan
songina við plúss og innbygdum
ljósi, digitalum uri og barr).
Tal R byrjaði sína listarligu
leið í Billedskolen á Nørrebro í
Keypmannahavn, har eisini fleiri
føroysk listafólk hava gingið,
t.d. Jensina Olsen og Øssur
Johannesen. Eins og Kathrine
Ærtebjerg sigur Tal R lívssøgur
við sínum myndum, ið virka sum
eitt slag av dagbók hjá honum.
Stílurin er tó heilt øðrvísi og ikki
einfaldur og ævintýrskendur sum
hjá Ærtebjerg. Upplivingar verða
tveittar á lørift, ofta í kollasjum,
uttan so nógv atlit til um vit
áskoðarar fata tær á rættan
hátt, heldur verða atlit tikin út
frá sjálvum verkinum og frá hvat
verkið krevur fyri, at tað fungerar
sum listaverk. Verkini eru sera
ymisk og tessvegna broytast
treytirnar allatíðina frá verki til
verk.
Videolist
Fleiri videoinstallatiónir eru
við á framsýningini, men bert
ein, sum næstan uppfyllti
krøv ummælarans til góða
videoinstallatiónslist. Tað er ikki
lætt av definera videolistina,
sum er grundleggjandi markleys,
men allíkavæl vil eg halda
uppá, at videolistin næstan er
líka misnýtt og hjá summum
og helst eisini eins ómakaleys
sum haiku. Alt ov nógv video
listaverk eru púra vanligir
filmar við eini framhaldandi
hendingagongd, hvørs leikstjórar
ikki tykjast serliga tilvitaðir um
videolistasjangruna. Øðrvísi
og spennandi er verk Joachim
Koesters: ”Morning of the
Magicians” (2006), sum sambært
framsýningarskránni tekur støði
í vitjan listamansins í Cefalú
í Sisilia í húsunum, har enski
rithøvundurin og okkultisturin,
Aleister Crowley búði saman við
viðhaldsfólkum í 1920´num. Nógv
spennandi er at lesa um hendan
Crowley, sum eitt nú inspireraði
David Bowie og The Beatles og
sum t.d. sæst á fløguhúsanum
til Sergent Pepper. Men lov og
takk er als ikki neyðugt at lesa
alla tað longu søgurna fyri at
fáa nakað burtur úr verkinum
hjá Koester, hvørs kámu, svart
hvítu myndir eyðsýniliga verða
framvístar við gamaldags
filmsapparati. Eyðkenda dukandi
ljóðið frá filmsapparatinum alir
saman við kámu og grovkornutu
myndasíðuni fram eitt einastandi
mystiskt og suggestivt huglag.
Spjødd framsýning
Góðskustøðið er sum heild høgt á
upplatingarframsýning Kunsthal
Charlottenborgs. Hetta er ikki ein
samanhangandi temaframsýning,
men heldur ein ”20 tey bestu”
framsýning við tjúgu smáum
serframsýningum hjá frammanun
dan viðurkendum listafólkum og
sostatt minnir hon ikki lítið um
listabólkaframsýningarnar, sum
plagdu at vera í Charlottenborg
og sum eisini plagdu at vera
góðar, summar framúr. Broytingin
skal eitast at vera breiðu listini til
góðar og tryggja, at tað ikki bert
eru tey somu listafólkini, sum
aftur og aftur brúka hølini. So er
spurningurin um tað ikki endar
við, at tað aftur verða tey somu
listafólkini, men nú nøkur onnur
eitt sindur yngri listafólk, sum
aftur og aftur fara at brúka vøkru
hølini á Kongens Nytorv. Framsý
ningin er at síggja inntil 24.mars.
2008. Sí www.kunsthalcharlot
tenborg.dk
Stóra verkið DANMARK við inngongdina í Charlottenborg
Abemor skulle føde hjá Kathrine Ærtebjerg
Eitt av framúrskarandi verkunum hjá Tal