Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 1. februar 2008 17 tíðindi Ein heilsan til Emmu Winther, lækna, á níti ára degnum 4. februar So langt aftur sum til fimmti árini sært tú eina unga, vakra kvinnu fyri tær. Hábærslig og tignarliga fara um gøtur og stræti í Fuglafirði. Hon var í einum sjaldsama vøkrum okkur­ gulum frakka, ið klæddi væl til tað brúnu lækna­ taskuna, sum fylgdi henni, tá ið hon var í læknaørindum, um tún, Skarðið og Fugla­ fjarðarboðar. Seinni hevði hon bil ­ tann fyrsti ein Anglia, sum hóskaði so sera væl til frakkan og ta brúnu taskuna. Soleiðis sást Emma líka til áttati árini fara húsanna og bygdanna millum ­ still og samvitsku­ full. Hon røktaði Fuglafjørð, Leirvík, Gøtu, Hellurnar, Oyndarfjørð og Elduvík. Emma sum menniskja Bygdirnar norðanfyri lógu so fjart frá tí vanliga sam­ skiftismynstrinum. Vega­ sambandið til Oyndarfjørð og Hellurna kom ikki fyrr enn 1968. Og gjørdi hetta vegasambandið, at høgligari var at fara norðurum; men áðrenn tað, varð farið við báti ella til gongu, og mundi onkuntíð vera heldur ótespi­ ligt at fara um Skarðið ella norður um Fuglafjarðar­ boðar t. d. á stummari nátt. Emmu skal ikki lastast fyri, at henni ikki líkaði so væl at fara um Fuglafjarðarboðar sum at fara um Skarðið. Emma setti seg væl inn í streymviðurskiftini, so hon visti, altíð hvussu rákið var, tá ið hon fór norðurum. Tá ið um Djúpini skuldi farast, skuldi ikki mannfólka káva­ læti stýra henni. Hon setti seg inn í hesi viðurskifti eins nágreinliga sum lækni, ið kannar sjúklingin. Sagt varð her í bygdini, at onkur útróðrarmaður ringdi til Emmu, tá ið hann vildi hava at vita, hvussu útróðralík­ indini mundu fara at verða, tá ið um streym og rákið galt. Sigast kann, at mikil skaldskapur var og er kring hesa kvinnu, sum legði nógv fyri at koma fram til málið ­ til sjúklingin. At vera lækni á sløttum lendi, er lítið í mun til tað , tá ið tú skalt fara upp um dalar, fjøll og sjóvegis at veita ein linna ella ein lætta. Alt hetta kundi verið úr aldar gamlari søgu, men er hetta so stutt síðani. Emma var góð við síni sóknarbørn og tey við hana. Ikki varð sagt, at eg fari til læknan, nei, her varð sagt: Eg fari til Emmu. Emma var sálarhirðin, sum veitti troyst ­ lyfti og lætti, tá ið svárast stóð til. Hennara vitan var ikki ein­ ans knýtt at einum embæt­ isprógvi sum lækni, men hon hevði eisini eitt stórt innlit í menniskjasálini. Hon kom nógv á gátt hjá okkum, tí móðir var so sjúk av liðagikt. Tað skal verða sagt, at tignarligari gesti, skuldi ein leita leingi eftir. Hennara mildu orð og ráð góvu sjúklinginum trygg­ leika og vón. Málburðurin var so vakur. Hon segði tyg­ um, og sjúklingurin segði Emma. Tá ið hon var farin út á trappusteinin, var alt gott, og bert góðar vónir vóru fyri framman. Hetta var ein partur av skaldskap­ inum, men hugsa tær, tá ið farast skuldi um Skarðið til Hellurnar og Oyndarfjørð í stormi og kavaroki? Tá skuldi sannur dugnaskapur og gott skil til. Skarðið Á einum sinni, miðskeiðis í fimmti árinum, var boð sent eftir Emmu at koma norður til eina barnakonu í Oyndarfirði. Hetta var antin í febr. ella í januar. Sjóvegis var ikki hugsningur um at fara. Tað varð ikki klúgvandi um Fuglafjarðarboðar, men farast mátti um Skarðið. Hóast kulda og guvurok varð herjað á. Edvard á Bakkanun og Símun Abrahamsen vóru fylgisneytar hennara. Sagt varð við Emmu, at hetta var kanska ovboðið at fara. »Nei,« svaraði hon, »tað var sjúklingin, tað galt«. Hon var gongufólk, og høvdu hesir garpar ilt við at fylgja henni. Oyndfirðingar gingu til býtis, og møttust tey Uppi í Klyv oman fyri Hellurnar. Í hesum døgum bar Emma sjálv barn undir belti, og mundi tað vera Dávur, sum fjálgur lá í móðirlívi og lurtaði eftir vindi og guvum. Annars eydnaðist ferðin væl, móðir og barn komu væl undan. Sjógvin dámdi Emmu lítið. Hon vildi heldur ganga. Ringt veður á sjónum, men gott á landi Einum øðrum føri, tá ið boð var at koma norðurum, varð farið við einum av motorunum hjá Pidda. Gjarna vóru tað Jógvan hjá Biritu, Alexandur hjá Sigvaldi og Pól í Køk, ið fóru hesa leið við læknanum. Pól í Køk var við á hesi ferð, sum hugsað verður um, men tað var ov nógv sjóvarilska, tá ið komið var norður á Boðarnar, so vent varð við aftur til Fuglafjarðar. Veðrið var annars gott á landi, men hann stóð høgt, og run var undir Gøtueiði, nei, tá er ikki so gott á sjónum norð­ anfyri, so apostlarnir vóru aftur tiknir til hjálpar. Poul Martin á Trøðni og Pól í Køk fóru á Skarði, og er sagt um hesa ferð, at hon skuldi verða so ógemeina hugtakandi, tí veðrið var so gott á landi. Kavi og klárt, og hevur tú einaferð staðið á Skarðinum ein slíkan dag og sæð tindarnar nomið við tað snjókløddu fjallakvirr­ una, leingist tær aftur til slika stund. Soleiðis kundi tað eisini bera á. Gongu­ felagarnir vóru við allan dagin og fylgdu við í hesi læknaligu herferð frá byrjan til endan. Afrikadrotningin Ikki var altíð so lætt at koma at lendingunum á plássunum norðanfyri, og er dømi um, at lína varð knýtt um miðjuna á Emmu og so við fullari ferð inn ímóti og so eitt lop í føvn­ ingin á sterkum monnum, sum tóku ímóti. Hetta var ikki gamansleikur, men skuldi dirvi og royndir til at leggja so nógv fyri. Sagt er eisini frá, at umstýringin á einum av bátunum var fyri­ gingin, so bakkast mátti tann líðilanga veg aftur til Fuglafjarðar. Tolin trívst, og tolin var Emma. Nevnast kann esinin, at á sumrið var tað Marius á Miðstovu­ geilini, ið førdi hana norður um við 5­mannafarinum, Miðstovubátinum. Hetta lítla far við tí føgru drotn­ ingini, Emmu, á toftubekki er eins vøkur sum Afrika drotningin, sum silgdi millum stór trø og grønar viðarlundir, men Emma silgdi og gekk millum høg fjøll, veðurbard og væl tilevnað av hesari raðfesting. Ikki so sjaldan fóru Eyðun og dreingirnir ímóti henni, tá ið hon kom aftur um Skarðið. Leggjast skal afturat, at vandaleyst var tað ikki at fara um Skarðið, tí tarvurin var ikki altíð so blíður. Onkuntíð vendi hon við aftur, og fekk Alexandur Abrahamsen at reka tarvin burtur frá, so farvegurin var tryggari. Var tað ikki vindur, kavarok og sjóvarilska, ið darvaðu, var tað tarvin, ið hon skuldi stríðast við.. Bilferð Ringar bilferðir vóru eisini út eftir. Somuleiðis í kava­ roki heilt út á Selatrað, og mundi hon hava tað svárt onkuntíð, tí ikki var svøvn­ urin nógvur. At hava havt vakt eitt heilt vikuskifti, og so tørna til aftur mána­ morgun, kundi kennast tungt, men ikki sást tú hetta á Emmu. Hon var tann sama Emma. Áðrenn Emma fekk bil, vóru tað Jógvan Øregaard og Marius Peter­ sen, ið koyrdu hana lækna­ ørindi. Tá ið hon hevði keypt sær bil, er vert at nevna eina ferð, sum var frá Fuglafirði til Funningsfjarð­ ar. Vegurin millum Fjarða var ikki liðugur, so gangast mátti eitt fitt petti til Funn­ ingsfjørð. Hon skuldi til Elduvíkar, og var bátur fyri henni her og flutti hana. Men tað gjørdist so ókyrt, at hon mátti ganga inn aftur til Funningsfjarðar. Veðrið var ikki av tí besta ­ vátakavi og vindur. Tá ið hon kom til bilin, hevði hon mist lyklar­ nar. So til gongu til Skála­ fjarðar, at fáa onkran har at lyrka hurðina upp. Hetta eydnaðist, men tá hevði Emma fingið bruna í beinið, men tað var eingin góða mamma, sum hjálpti her. Hvussu var og ikki, hon mátti beinanvegin aftur til verka, tí boð var eftir henni at koma út á Skála. Eg hugsi, hetta hevur myndað kvinnuna og lagt eina ál afturat lívsburði hennara, tí var hon okkum so kær, og haldi eg, at medferðin bar boð um hetta. Endi Nú tygum røkka tey níti, er dráttur um Fuglafjarðar­ boðar. Teimum leingjast at síggja tygum standa í stýri­ húsinum saman við Pól í Køk, ella hvat halda tygum um varðarnar uppi á Skarði? Har er orðadráttur millum hesar steinsettu gubbar, at ikki ber tað til, at Emma er níti? ­ Jú, tað skal sigast teimum, og vónandi senda teir tygum blíðar tankar, nú hetta runda tal er rokkið. Hjartaliga til lukku á níti ára degnum. Heilsan Frits Ein heilsan til Emmu Winther Emma við Ford Anglia bilinum saman við synunum Ólavi og Dáva. Myndin er frá umleið 1958