Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 • 1. februar 2008 Vikuskifti 16 Hugskotið aftan fyri framsýningina “Danskjävlar – en svensk kærligheds­ erklæring” er eins frískligt og heitið, sum stavar frá sjón­ varpsrøðini “Riget” hjá Lars von Trier, har tann svaki, svenski læknin, Stig Helmer heldur sínar ógloymandi, dansk­ arafíggindaligu mono­ logar á takinum á Ríkissjúkrahúsinum Framsýningin “Danskjävlar – en svensk kærlighedserklæring” er tann fyrsta, sum er at síggja í framsýningarhølum Charlottenborgs eftir broytingina, sum m.a. hevur ført við sær, at listafólkabólkar sum Den Gyldne, har Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson og Hjørdis Haack eru limir og Grønningen, har Hans Pauli Olsen er limur, ikki longur sleppa at halda sínar framsýningar í tignarligu hølunum á Kongens Nytorv. Undirhaldandi danofobi Hugskotið aftan fyri framsýning­ ina “Danskjävlar – en svensk kærlighedserklæring” er eins frískligt og heitið, sum stavar frá sjónvarpsrøðini “Riget” hjá Lars von Trier, har tann svaki, svenski læknin, Stig Helmer heldur sínar ógloymandi, danskarafíggindaligu monologar á takinum á Ríkis­ sjúkrahúsinum: "Vad skogen dog är frisk och stor, kucku kucku fallera. H.C. Andersen, Danmarks nationalpoet. Kucku kucku fallera. De är inte bara fåniga, idio­ terna, de är tamejfan livsfarliga. DANSKJÄVLAR!!!". Gálvandi, genial danofobi, sum møguliga er ørari, men eisini nakað væl meira undirhaldandi enn okkara egna. Huskotið aftan fyri listaframsý­ ningina er at sýna fram danska samtíðarlist út frá einum uttanfy­ ristandandi sjónarmiði og hesum syrgir nýggi, svenski stjórin í Kunsthal Charlottenborg fyri. Tað er nevniliga Bo Nielsson, sum hevur sett saman framsýningina í Kunsthal Charlottenborg, hvørs nýggi leiðslubygnaður hevur elvt til mikið kjak m.a. millum teir mongu listafólkabólkarnar, ið nú eru útihýstir av borgini, sum bæði hevur verið fyri umbygging og navnabroyting. Ikki er tað vist, at navnabroytingin til Kunsthal Charlottenborg er hugkveikt av navninum hjá Listahøllini á Skipasmiðjuni í Havn, hóast nøvnini eru partar av sama ráki. Men í øllum førum er lítil ivi um endamálið við nýggja navninum, sum er at signalera, at fram­ sýningarstaðið er vorðið meira moderna, nútíðarligt og interna­ tionalt. Eg – ein installatión??? Í innganginum í framsýningar­ skránni greiðir Bo Nilsson frá um framsýningina, at hon snýr seg um danskan samleika í einum altjóðagjørdum heimi og hetta evnið fyrihalda summi av verkunum seg til, meðan onnur eldri verk eru tikin inn í høpið. Framsýningin er tøkniliga fjølbroytt við vanligum, dekorativum myndum og installatiónslist av ymsum slag. Av tí, at eg fyri tíðina haldi meg síggja ríviligt av vakrari list, sum ikki hevur nógv annað uppá seg enn at taka seg gott út í eygum áskoðarans, var eg kanska mest spent uppá ta ikki dekorativu listina og helt tessvegna beina kós yvir í onkra installatión. Men her var ein í vanda fyri at vera mistikin fyri eina listaverk og eg vil í hesum sambandi staðiliga ávara ímóti at taka barnavogn við inn í Kunsthal Charlottenborg, serliga tá tað snýr seg um eitt risastórt ellisakfar, sum umframt innkeypsposar og prinsateppi er útgjørdur við einum longum og heldur ómanererligum, nýkeyptum, elektriskum klaveri. Trendy listafólk Listafólkayvirlitið avdúkar tjúgu av teimum heitastu donsku nøvnunum beint nú, harav fleiri hava vitjað her heima, m.a. í Grafiska Verkstaðnum í Gundadali. Tað fyrsta verkið hjá Jens Haaning, sum møtir áskoðaranum longu framman fyri inngongdina, er ein ovur­ stórur (5 x 18 metrar), skelta­ kendur hvítur veggur, sum ”DANMARK” stendur á við stórum svørtum blokkbókstavum. Monumentala støddin leggur saman við plaseringini av verkinum upp til eina politiska ella samfelagsatfinnandi tulking, men annars er hetta eitt lutfalsliga einfalt verk við sera ríkum assosiatiónsmøguleikum, ið bæði kunnu snúgva seg um grundleggjandi forðingar í lívinum, men sum heilt sikkurt sipar til tann strenga danska innflytingarpolitikkin, sum verður førdur í løtuni. Burtursæð frá royndum hjá Ole Wich, hava vit ikki nógv av tílíkari list í Føroyum, hóast vit óivað kundu trongt til tað. Men list nýtist ikki vera installatión fyri at ørkymla. Hetta síggja vit í óhugnaliga verkinum hjá Morten Schelde: ”Crazy Horses Teenage Wasteland”, sum í stíli minnir um myndirnar hjá Tummas Jákup Thomsen, sum eisini eru merktar av sama blandið av sosialrealismu og surrealismu. Ærtebjerg og Kørner Kathrine Ærtebjerg hevur ein lítlan sal fyri seg sjálva við eini samanseting av teimum eyðkendu myndunum, sum við dekorativum, bjartlittum popplistamáli, siga søgur um kvinnuligan sam­ leika og seksualitet í einum symbolløddum heimi, sum í grundini minnir heilt nógv um fornsøgur og kvæði. John Kørner hava vit upplivað umvegis tey fantastisku gulu prentini, DANSKJÄVLAR!!! Ummæli Kinna Poulsen Nýtt verk í Holstebro hjá Hans Paula Olsen; ein av fleiri føroyskum listafólkum, sum eru limir í donskum listafólkabólkum, ið nú eru útihýstir av Charlottenborg One World hjá John Kørner