fríggjadagur 1. februar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 23 - 1. februar 2008
tíðindi
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Regin Skaalum í Vági
andaðist á Suðuroyar
sjúkrahúsi,
70
ára
gamal.
Ketty Marie Hamrá í
Hósvik andaðist týs
dagin á Landssjúkra
húsinum 84 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum
fríggjadagin klokkan 15
til Hósvíkar. Jarðarferð
in verður leygardagin
klokkan 13 úr Hósvíkar
kirkju. Sungið verður
úr sálmabókini. Tey, ið
vilja
minnast
Ketty
kunnu lata Reyða krossi
eina
gávu,
konta
í
peningastovni.
Andlát og jarðarferðir
2. februar. Kyndilsmessa. Er upprunaliga ein mariu
messa og varð hildin til minnis um vitjan Mariu í halgi
dóminum 40 dagar eftir føðingina, sum siður var hjá
jødiskum konum. Henni til minnis og barninum til heið
urs vórðu kertur og kyndlar tendraði, og av tí kemur
navnið missa candelarum. Navnið candela merkir vaks
ljós. Victor Danielsen doyði hendan dagin í 1961.
3. februar, Blásius, deyður umleið ár 300. Tikin av
døgum fyri trúar sakir. Var biskupur í Sebaste í núverandi
Turkalandi, og av tí at hann bjargaði einum smádrongi,
sum hevði sett eitt fiskabein í hálsin, varð hann tilbiðin
sum verndari fyri hálsverk. Dagurin var eisini róptur
blámessa, og var blámessudagur stillur og klárur, boðaði
tað fyri einum brúsandi vári, varð sagt.
4. februar. Veronica. Vit vita einki um hesa halgikvinnu
uttan tað, sum halgisøgan sigur, at hon var ein, ið fylgdist
við Jesusi, og at hon á leiðini út til Golgata turkaði sveitt
an av andliti hansara. Tá ið hon fekk turrklæði aftur, stóð
mynd frelsarans á tí, og tað varð síðani varðveitt sum ein
dýrur gripur. Hann varð róptur vera ikon, sum merkir
tann sanna myndin. Harav kemur eisini navnið á halgi
kvinnuni.
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu,
tá ið okkara kæra
Elsebeth Katrina Jacobsen
(Ebbedinna)
í Kollafirði
doyði og varð jarðað.
Ein serstøk tøkk til Eldrasambýlið fyri alt, tit gjørdu
fyri hana, meðan hon var har. Tøkk, øll tit, ið vitjaðu
hana og vóru um hana líka til tað síðsta. Eisini ein
sertøk tøkk fyri gávurnar, ið givnar vórðu til Zion
(fyri Bíbliur til Eysturevropa). Síðst, men ikki minst,
tøkk fyri lánið av Bygdarhúsinum, og tøkk, allar tit,
ið tóku tykkum av ervinum.
Tøkk til berarar, talarar og øll tykkum mongu, ið
fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á
fold.
Familjunnar vegna
Martha og Hjørdis
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan
hátt gleddu okkum á gullbrúdleypsdegi
okkara tann 15.des. 2007.
Ein serlig tøkk til Manskórið í Thabor
fyri vakran sang.
Marjun og Tórur Olsen, Fuglafirði
Mynd frá »realskúlaframsýningini 1916-
66« sum Jórunn Dánjalsdóttir skipaði fyri í
Kommunuskúlanum í Havn í summar. Her
er ein mynd av einum fimleikaliði í 1925.
Aftasta rað f.v.: Petur Dahl, Debes
Christiansen, Ove Thomsen, Freddy
Juhl Petersen » Wienerbarn« (vaks upp í
Frelsunarherinum), Jákup Johansen og Olaf
Magnussen úr Saksun
Miðraðið f.v.: Karin Jacobsen, Anna
Christiansen (Joens2en) av Stykkinum,
Helma Rubeksen (Michelsen), dóttir Stóra
Óla, Oddvør Evensen, dóttir Próst Evensen,
Helena Mørk (Hjelm), Ebba (Ki) Jacobsen,
Tønny Egholm (gift í DK)
Fremsta rað f.v.: ókend, Helena Bærentsen
(seinni lærarinna), Armgarð Andreasen
(Systi), gift Hull, Gunhildur Isholm, dóttir
Kristin í Geil, Jensia (Duddan) Andreassen,
(Dahl), Amanda Danielsen úr Mykinesi
(Akraberg Hansen)
Um onkur hevur okkurt at viðmerkja til
hesa myndina, er viðkomandi vælkomin at
venda sær til Jórunn Dánialsdóttir á telefon:
226024.
Myndaeigari: Fornminnissavnið
Fimleikalið í 1925
Lesið
- so eru tit við