fríggjadagur 1. februar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 23 • 1. februar 2008
Vikuskifti
fyri á leið fýra vikum síðani. Men
sjálvt um bert ein vika er til sjálva
frumframførsluna, er ongin stórvegis
fjáltur at hóma á Eyð Matras.
Avbjóðingin til hendan leikin er annars
ein av teimum stóru. Eyð er ikki bara
einsamøll um at fylla tann út við
hálvan annan tíma, ið leikurin varðir.
Eisini skal hon skifta ímillum ikki
færri enn 35 smærri leiklutir umframt
leiklutin sum Aina Cederblom.
- Tað er ikki soleiðis, at eg skal seta
meg inn í og spæla so nógvar leiklutir.
Smærru leiklutirnir eru meir ein máti
at dríva søguna fram og lýsa Ainu
Cederblom, sigur Eyð, sum viðgongur,
at tað eru ávísir vansar við at vera
einasti leikari.
- Vanliga er ferðin í einum leiki
nógv tengd at samanspælinum við
viðleikararnar. Slíkar havi eg ikki her,
og tí má eg ansa eftir, at eg ikki skundi
mær ov nógv, men lati persónarnar fáa
tað pláss, teir skulu hava, sigur Eyð
Matras.
Hesum ber leikstjórin tó ongan ótta
fyri. Hon heldur tað nevniliga vera eitt
privilegium at sleppa at arbeiða saman
við ein so dugnaligum sjónleikara sum
Eyð Matras.
Tætt samstarv
Samstundis viðgongur Sigrun
Valbergsdóttir, at hon ivast í, um
hon hevði átikið sær eina slíka
uppgávu saman við einum leikara,
hon ikki kendi. Tað sigur seg sjálvt,
at í einum einrøðuleiki sum hesum,
arbeiða leikstjórin og leikarin óvanliga
tætt saman. Tað er ikki pláss fyri at
troyttast av hvørjum øðrum, tí ein tann
mest týðandi uppgávan er nettup at
geva hvørjum øðrum meir orku, greiðir
Sigrun Valbergsdóttir frá.
- Tað er ófatiligt, at Eyð hevur tol við
ein leikstjóra, sum ikki dugir føroyskt
serliga væl, bendir annaðhvørt orð
skeivt og javnan má steðga á fyri at
finna rætta orðið, sum skal siga henni,
hvat eg vil hava hana at gera, flennir
íslendska Sigrun Valbergsdóttir.
Tí er hon sera fegin um, at Eyð
Matras eftirhondini skilur heitt fitt av
íslendskum.
rðin til Klaksvíkar
Frá venjingunum í Leikalund
Fakta
Íslendski leikstjórin
Sigrun Valbergsdóttir
hevur skrivað
handritið til leikin
”Sjóvevur”, ið byggir
á bókina hjá Ainu
Cederblom Som sjøluffarer på Atlanten.
Eyð Matras, sjónleikari, hevur týtt handritið til føroyskt.
Leikurin er liður í 100 ára hátíðarhaldinum hjá Kalksvíkar
Kommunu
”Sjóvevur” verður frumsýndur 7. februar í Leikalund.
Hugskot: Eyð Matras
Leikstjóri: Sigrun Valbergsdóttir
Leikari: Eyð Matras
Pallmynd: Edward Fuglø
Tónleikur: Magni Husgaard
Ljós: Árni Baldvinsson
Fá meir at vita um leikin á heimasíðuni www.eymaleik.com
Myndir: Høgni Thomsen