fríggjadagur 1. februar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 1. februar 2008
15
viðmerkingar
Tá ið eg sat og las í sosiali
num tað eina kvøldið, so
las eg greinina ”Bíblian og
sexologurin”. Eg øtaðist
yvir, hvussu skeivur man
kann fara, og alíkavæl
senda tað í bløðini.
Tað var ikki skrivað um
mentanina í tí landinum,
hesi fólkini vóru frá; tað
var heldur ikki skrivað um
avleiðingarnar sum tey
fingu.
Og allur tann ómoralur,
sum tú skrivar at stendur í
Bíbliuni; tú skrivar ikki at
tað stendur sum áminingar.
(Hvat man skal gera, og
ikki gera).
So kemur tú við einum
so tápiligum svari, har tú
sigur at Jónatan og David
kystust, og so má David
vera samkyndur.
Tað løgna við tí er, at tú
skrivar bæði hvar tað stend
ur, kapitlar og vers. Læt
meg taka eitt dømi hjá tær
sjálvum. Tú skrivar at tað
stendur í 1. Sám.19.1, at
teir báðir hava onki ímót at
kyssast framanfyri ørðum.
Tað vil siga at tú hevur
ikki funnið hatta í Bíbliuni,
tí tað stendur í 1.Sám.19.1:
”Saul tosadi vid son sín
Jónatan, og við allar tænar
ar sínar um at drepa Dávid.
Men Jónatan, sonur Saul,
var ógvuliga góður við
Dávid”.
At Jónatan var gódur við
Dávid hevur onki sum
helst at gera við at David
var samkyndur.
Og tað næsta sum tú
skrivar, og tú vísir eisini
enntá hvar tað stendur. Lat
meg taka tað orðarætt sum
tú sjálvur skrivar um 1.
Sám.18.24. Tú skrivar
soleiðis um tað serliga
forholdið sum Jónatan og
Dávid hava:
”Jónatan dámar væl at
vera nakin framanfyri
Dávidi, kanska tí hann var
ógvuliga góður við hann.”
Men í Bíbliuni stendur
tað soleiðis skrivað í 1.
Sám.18.24: ”Sama dag
tók Saul hann til sín og gav
honum ikki loyvi at fara
heimaftur til faðir sín.
Jónatan gjørdi sáttmála við
Dávid, tí hann elskaði hann
sum sína egnu sál. Jónatan
læt seg úr kappanum, sum
hann var í, og gav Dávidi
hann, somuleiðis herklæði
síni, ja, enntá svørð sítt,
boga sín og belti sítt”.
Har stendur ongastaðni,
at Jónatan dámar væl at
vera nakin framan fyri
Dávidi. Dávid fekk alt
hatta frá Jónatani, tá Dávid
drap Goliat; tað kanst tú
lesa í kapitlinum framan
undan. Hatta bleiv givið, tí
Jónatan hevði gjørt sátt
mála við Dávid. Í hasari
mentanini skuldi tú geva
okkurt at minna teg á sátt
málan; í hasari mentanini
skuldi man ikki geva hond
uppá nakað, men lutir
blivu givnir burt, til at
minna teg á sáttmálan.
Her stendur eitt sindur
um klædini:
1: Kappin. Jónatan var
sonurin hjá konginum, tað
vil siga at hann hevði
kappan útyvir herklæðini,
sum siður var hjá kongs
soninum, tá ið bardagin var
liðugur.
2: Herklæðini. Tey fekk
Dávid, tí hann hevði prógv
að seg at vera ein verdigur
hermaður. Og herklæðini
hevði man ikki útyvir sítt
bera hold; tey vóru til at
verja móti stoytum og sløg
um; og hann fekk bæði
svørð, og boga og belti
hansara. (Jónatans.)
Eitt skal eg geva tær rætt
í, Tað er at Jónatan var góð
ur við Dávid, ja meiri enn
sína egnu sál. Vil tað siga,
at hann var samkyndur? Í
týðingini hjá Jákup Dahl
stendur skrivað í 1.
Sám.18.3, at ”Jónatan
gjørdi fostbrøðralag við
Dávid”, tað vil siga, at tað
var bróðurkærleiki millum
teir, og sum vil siga, at teir
elskaðu hvønn annan sum
brøður.
Og um eg nú broyti evni;
tú skrivar eisini um døtur
Lots, at tær drukku hann
skít, og fóru í song við
pápa sínum, og fingu barn
við honum. Ja, tær drukku
hann skít, og tær fóru í
song við honum; og tú
skrivar at Lot var villigur
at geva døtrarnar upp,
heldur enn menninar, tá ið
hann var í Sodomu, men tú
skrivar ikki hví. Alt hatta
stendur í 1.Mós.19.
Soleiðis stendur tað í 1.
Mós.19: ”Tá ið Lot møtti
teimum báðum einglunum,
sum komu til Sodoma,
segði hann: ”Harrar mín
ir”. Tað vil siga, at Lot var
undir teirra autoriteti. Men
um tú lesur í Jákup Dahls
týðing, sigur Lot við teir:
”Komið og gistið hjá træli
tínum”, Lot sjálvum. Ein
trælur er undir harra sín
um. Lot kundi ikki annað
enn at geva tær upp, men
einglarnir sjálvir hjálptu
Lot og blindaðu teir sum
stóðu fyri uttan; síðani
koyrdu einglarnir Lot og
konuna og døtrarnar úr
býnum, og útslettaðu býin
heilt; býurin bleiv brendur
upp. Men Lot bleiv ikki
tann sami aftur; hann fór
til býin Zóar, men hann
tordi ikki at vera har, orsak
að av tí sum var hent, so
hann flutti niðan til fjalla
landið, har sum hellurnar
vóru, og búði har saman
vid døtrunum. Tað var tann
eldra dótturin sum segði:
”Vit koma aldri aftur at
møta kallmanni og fáa
avkom, kom so og drekki
pápan druknan, so at hann
ikki sansar tað, so fáa vit
avkom við honum”; og tær
báðar gjørdu tað. Men
hygg í Esaias 15, hvat Gud
sigur um Móab. Eftir eina
nátt verður Móab oytt.
Avkomið hjá tí eldru
systirini var ættarfaðir hjá
Móab. Og hjá tí yngru var
tad BenAmmi, attarfaðir
hjá Ammonitum; Jeremia
48 sigur: ”Tá ið eg lati
herróp rópa í Ammons
landi, tað skal vera oyðin
eyrdungi”. Sum sagt
áminningar.
So vil eg vísa á, hvat tú
sigur um tær hertiknu
kvinnurnar. Læt meg taka
tað orðarætt sum tú sjálvur
sigur. Soleiðis skrivar tú:
”Í 5. Mós. Kapitul. 22.
lesa vit, at tað einasta sum
eitt mannfólk skal gera,
fyri at fáa hendur á eini
kvinnu hann hevur hug á,
er at neyðtaka hana.
"Revsingin" fyri neyðtøku
er nemmiliga tann, at
maðurin skal gifta seg við
kvinnuni, umframt at
gjalda pápa henara eina
viðbót. Hetta var Guðs
leiðbeining til jødarnir í
oydimørkini.”
Og tú skrivar at hatta var
Guðs leiðbeining. Tað kann
eg gott siga tær, hatta er
ein lygn sum tú kemur við,
og hatta er tín egna leið
beining.
Tí í Bíbliuni stendur tað
soleiðis í 5. Mós. 22.; tí
har stendur, at neyðtekur
ein maður eina kvinnu, so
er hann bundin alt lívið, til
at taka sær av henni, hava
hana sum konu, um honum
dámar hana ella ikki, so er
hann stadigvekk bundin til
at taka sær av henni alt
lívið. Gott nokk skuldi
hann betala pápanum
viðbót, men tað var 50
seklar í silvuri, tað var ikki
tespiligt at fáa eina
sovorðna bót tá í tíðini.
So út frá Bíbliuni er hatta
strangari dómur enn vold
tektsforbrytarar fáa í dag.
Fyri tað næsta er kapitul
22 ein áminingar kapitul,
tað vil siga at gert tú hetta,
so skal hatta koma útyvir
teg.
Og tað næsta sum tú
skrivar er hetta: tú sigur at
hetta er frá 5. Mós. 21, at
har leiðbeinir Gud jødar
nar, hvussu teir eiga at bera
seg at í eini krígsstøðu; um
so er teir fáa eyga á onkra
vakra kvinnu millum krígs
fangarnar, so stendur tað
frítt at taka hana til sín, og
gera við hana sum teimum
lystir.
Tað sum eg undrist á, er
hvar tú hevur lisið hatta.
Tú skrivar, at hatta er frá
Bíbliuni, men tað er einn
lygn. Tí soleiðis stendur
tað í Bíbliuni, frá somu
bók og sama kapitli sum tú
sigur tað stendur í, forrest
in er tað frá 5. Mós. 21,
1014. Um ein maður var
góður við eina kvinnu
millum tey hertiknu, ikki
voldtiknu men hertiknu,
har er stórur munur á, so
skal hann fyrst lata hana
sleppa at syrgja pápa sín,
og móður sína, í ein heilan
mánað, og vil maðurin ikki
hava hana alíkavæl, so skal
hann lata hana vera fría,
hann skal ikki lata hana
vera trælkvinnu, og heldur
ikki selja hana fyri pening.
Forrestin hevur tú bland
að kapitul 21 og 22 saman.
Eg havi ikki skrivað
nógv um sexologin. Um tú
ert so keddur av, at ongin
sexologur er í Dimmu, sum
tú sjálvur sigur, so avtala
tær eina tíð við einum.
Men dragsa ikki bæði
Bíbliuna og tey krisnu uppí
tað. Fyri tað næsta, so
hevur tú ikki ánilsi av, hvat
stendur í Bíbliuni. Tad eru
30.442 versir í Bíbliuni; tú
kláraði ikki at útgreina eitt
av teimum. Tað er nógv
annað, sum eg hevði
kunnað viðmerkt til tína
grein, men eg haldi at ein
endi má koma. Og tað
síðsta sum eg vil siga er,
áðrenn tú kallar Bíbliuna
fyri ”pervers spýggjilig
óhumsk bók”, og vil hava
18 ára aldursmark á hana,
vælsignaði les í henni
áðrenn tú sigur hvussu ring
hon er, kanska lærir tú
okkurt.
Bíblian og sexologurin frá 14-01-2008
Skopun
EliEsar
JacobsEn
Eg eri nýútbúgvin náms
frøðingur, ið búgvi á Sandi
og arbeiði við 5 – 6 ára
gomlum børnum í Barna
garðinum í Gerðinum í
Skopun. Har ganga eini 50
fitt børn hvønn dag. 6 av
hesum børnum skulu ger
ast skúlaklár – tey fara í 1.
flokk í summar. Eg havi,
sum ábyrgdarnámsfrøðing
ur fyri stovuna við skúla
børnunum í, roynt at gera
mítt besta til at gera hesi
børn skúlaklár. Eg havi
leitað tilfar fram, og tað
var als ikki ein løtt upp
gáva, tey sleppa at royna
seg í at skriva og rokna, eg
royni at leggja túrar til
rættis bara til tey, og so
verða børnini av og á
sundurdeild, soleiðis at
skúlabørnini kunnu verða
fyri seg sjálvan, osfr.
Men hetta er ikki ein løtt
uppgáva, tá eg ikki veit
petti, um hetta er rætti
mátin. Og hvussu veit eg,
nær hesi børnini veruliga
eru skúlaklár??Hvussu veit
eg, at tað er nakað høpi í tí,
eg geri? Her er ongin, ið
hevur eftirlit við tingunum.
Tað er lítið og onki kjak í
gongd um hetta evnið. Og í
Føroyum er tað als ikki
krav, at hesi børn yvirhøv
ur møta upp í barnagarði
num. Tey kunnu fyri tað
liggja heima í songini og
sova dagin burtur.
Fyrr enn barnið verður
skrivað inn í skúlan til 1.
flokk, er tað ongin ið setur
barninum krøv. Jú, gaman
í, barnagarðarnar royna sítt
besta, og foreldur kunnu
eisini gera sítt, meira enn
so, men tað er so tað
einasta. Tað sum eg sum
námsfrøðingur eftirlýsi,
eru onkrar reglar ella
annað, ið greitt lýsir hvat
børnini, ið skulu í 1. flokk
skulu duga, hvussu skulu
tey verða fyri?
“Hvat skulu børnini
duga, tá ið tey koma í
skúla?” eitur ein grein, ið
stóð í Pædagogblaðnum
fyri jól. Sera góð grein, ið
varpar ljós á, hvat ið skal
til fyri at eitt barn kann
fara í 1. flokk. Gott at hava
okkurt at halda seg til, tá ið
ein arbeiðir við børnum í
hasum aldrinum. Men øll
børn í Føroyum eru ikki á
sama støði, tá tey byrja í 1.
flokki. Kanska er tað tí, at
1. flokkur er tann truplasti
flokkurin at fáast við í
Fólkaskúlanum, sum tað
eisini stendur í somu grein.
Eg veit eisini, at í nógv
um barnagørðum hava tey
meira skipaði viðurskifti
viðvíkjandi teimum 6 ára
gomlu. Veit eisini, at 6 ára
gomul børn aðra staðni
verða kannaði, fyri at
síggja um tey nú veruliga
eru skúlaklár. Men tílíkt
hendir so ikki á Sandoynni,
tað veit eg so avgjørt. Tað
skal tó eisini sigast, at tað
at nýta barnagarðar í Sand
oynni er rættiliga nýtt.
Fyri 7 – 8 árum síðani var
als ongin barnagarður í
oynni.
Havi frætt,at t.d. í Vági,
fara tey 6 ára gomlu børn
ini ígjøgnum eina kanning,
áðrenn tey yvirhøvur
sleppa innum skúlagátt,
har tey skulu royna seg í
ymiskum royndum. Har er
eisini ein skipað stova,
hvar børnini, ið skulu í
skúla, ganga. Tað sama er í
flestu barnagørðum í
miðstaðarøkinum.
Forskúli, skúlabólkur,
skúlastova, firvaldar, ella
hvat vit nú vilja kallað tað,
so er tað neyðugt við
einum ella øðrum betri
skipaðum dagilgdegi fyri
børnini, ið skulu gerast
skúlaklár. Fólkaskúlin er
ein skúli, ið er fyri øll
børn, og tað er ein lóg sum
sigur, at øll børn í Føroy
um skulu ganga í skúla.
Men nær verða barnagarð
ar fyri øll børn, nær fer
hann at eita fólkabarna
garðurin? Nær fer tað at
standa í dagstovnalógini, at
børn í barnagarði skulu
gerast skúlaklár? Kanska
vit enntá høvdu fingið
betri PISAúrslit, um
børnini fingu eina øðrvísi
skúlabyrjan.
Tað kann gott verða, at
eg ikki havi fylgt nóg væl
við í samfelagsrákinum, og
at viðuskiftini eru øðrvísi,
enn eg haldi, men so má
onkur vakja meg og gera
meg vara við hetta. Havi
einans verið námsfrøðingur
í eitt lítið ár. Og tá eg las,
var tað ikki við í pensum at
gera børnini skúlaklár.
Vinarliga og við vón um
eitt gott kjak um evnið.
Skulu námsfrøðingar inn um gáttina í fólkaskúlanum?
Námsfrøðingur
anJa sandoy