Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 • 1. februar 2008 Vikuskifti 14 ”Hvar fert tú í hasi jolluni?” Drongurin við tráðuni hyggur grunandi at Ainu Cederblom, sum sjónleikarin Eyð Matras leggur kropp og rødd til ”Eg fari allan vegin um Atlantshavið”, svarar Aina og syftir ein bensindunk umborð á Rospiggen II. ”Við hasum lítla bátinum? Hann koppar heilt sikkurt!” Uttan at vita tað, verður drongurin á seiðabergi ímyndin av øllum tí, Aina Cederblom var uppi ímóti í royndini at fylgja sínum dreymi. Dreyminum um at sigla úr Svøríki einsamøll í opnum báti tvørtur um Atlantshavið. Langa ferðin førdi Ainu til mill­ um annað Klaksvíkar í 1933, har hon bygdi vevskúlan. Tann partin av søguni um Ainu Cederblom kunnu vit lesa um í søgubókum. Hin partin – tann um, hvussu tað kendist hjá Ainu at sita einsamøll í sínum báti á opnum havi og vita, at øll hildu hana vera óða í høvdinum, hava vit ikki hoyrt fyrr. Ikki fyrr enn nú, ið sjónleikarin Eyð Matras og leikstjórin Sigrun Valbergsdóttir fara aftur um søguna um Ainu Cederblom í einkvinnuleikinum ”Sjóvevur”, sum verður frumsýndur hósdagin. Heiður til tey, ið tora Sjálvandi kann ongin vita, hvussu Aina Cederblom veruliga kendi tað at sita rennvát og einsamøll í ódnarveðri í einum lítlum báti onkustaðni úti á viðopnum havi, men vit gera so eina roynd í hesum leiknum, greiðir sjónleikarin Eyð Matras frá. ­ Eg má viðganga, at eg havi eitt sindur ilt við at síggja støðuna hjá Ainu fyri mær. Mín máti at royna at koma inn undir húðina á henni er heldur at ímynda mær, hvat hon hugsaði – ikki minst, tá allar ávaringarnar aftur og aftur spøktu í høvdinum á henni, sigur Eyð Matras. Hon er serliga er hugtikin av ómetaliga sterka viljanum hjá Ainu Cederblom at fylgja sínum dreymi ­ hennara eginleika at seta sær eitt mál og váða alt fyri at røkka tí. Eisini heldur Eyð, at tað er í hesum sambandi, at søgan um Ainu Cederblom hevur nakað serligt at serligt at siga okkum í dag. ­ Eg eri vís í, at øll menniskju ganga runt við einum dreymi, sum skal broyta okkurt í teirra lívi. Men av onkari orsøk renna tey seg í forðingar – ofta kanska forðingar, sum tey skapa sjálvi, hugleiðir Eyð Matras. Hesum er íslendski leikstjórin, Sigrun Valbergsdóttir, samd í. ­ Vit eru alt ov skjót at sleppa okkara dreymum og bara fylgja við streyminum. Alt skal helst vera so ’behagiligt’ sum møguligt, og helst skal onkur annar taka um endan, um trupulleikar stinga seg upp, sigur Sigrun Valbergsdóttir. Sigrun greiðir frá, at sum leikstjóri skalt tú helst kunna savna søguna í leikinum í einum orði, áðrenn tú fert til verka. Fyri hana var tað ongantíð nakar ivi um, hvat orð best kundi taka saman um søguna um ferðina hjá Ainu Cederblom til Føroyar. ­ Tað var orðið ”dirvi”, sigur Sigrun Valbergsdóttir avgjørd og leggur afturat, at eftir hennara tykki skal leikurin ”Sjóvevur” millum annað síggjast sum ein heiður til tey, ið tora at fylgja sínum dreymi. Einsamøll á palli Venjingarnar til leikin byrjaðu Vitleysa dreymafe Leikurin »Sjóvevur«, um djørvu ferðina hjá Ainu Cederblom til Klaksvíkar, er ein heiður til øll tey, ið tora at fylgja sínum dreymum Sjónleikarin Eyð Matras og leikstjórin Sigrun Valbergsdóttir – til reiðar at frumframføra leikin »Sjóvevur« hósdagin Mynd: Høgni THomsen Sjónleikur Anna V. Ellings- gaard anna@sosialurin.fo