Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 1. februar 2008 19 tíðindi Nevndin sum fyrireikaði ALS á fundi við Jóannes Eidesgaard, sum tá var landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum. Við borðendan sita f.v. Arne Poulsen, varamaður hjá Oddfríð, Oddfríður, Petur Alberg Lamhauge, formaður í nevndini og Ingeborg Vinther Tann 4. februar 2008 fyllir Emma Winther 90 ár. Emma er dóttir Dáva úr Gerðum hjá Óla- Klokker og Armgaard hjá Óla hjá Karl á Vágsheygnum. Ella Emma er dóttir Johan David og Armgaard Joensen úr Klaksvík. Emma er triðja í røðini av tíggju systkjum. Øll systkini búsettust í Klaksvík uttan Emma. Emma fór longu í 1932 sum 14 ára gomul niður til Danmarkar at ganga á preliminerskúla, sum tað tá kallaðist. Síðani tók hon studentsprógv og las seinni til lækna. Hetta var byrjanin til nøkur annarleiðis og til tíðir hørð ár. Emma slapp ikki heim fyri kríggið, og las tí til lækna undir krígnum – Hon kom ikki heim aftur at verða, fyrr enn í 1954 sum kommunulækni í Fugla- firði. Emma Winther hevði ein virknan, strævnan og langan arbeiðsdag í Fuglafirði og grannabygdunum har um vegir. Tá vóru vegirnir ikki so væl útbygdir, sum nú. Hon mátti tí ofta langa leið upp um fjøll til gongu ella við báti á sjúkravitjan í fjarlagdar leiðir. Hon fekk bil og fór at læra seg at koyra. Men undir einum venjingartíma var hon ov kvik at rætta uppaftur og fór av vegnum í seinasta svinginum í Gøtudali, áðrenn tú kemur til Fuglafjarðar. Meir skuldi ikki til, og hon hevði eitt sving uppkallað eftir sær: Winthers´sving! Seinni varð hetta svingið tikið úr vegaskránni hjá Lands- verk, og vegurin gjørdur beinur niðan gjøgnum Gøtudal. Við hesi beinu strikuni falla so søguliga svingið eisini burtur og navnið við. Men Emma hevur verið kend fyri at gera ógongdar leiðir gongdar – Hevur eitt sving verið eftir vegnum ella ein hindring, hevur hon bara beint hesi av vegnum. Hon legði nógv fyri og gjørdist kend sum ein røsk, dugnalig, nærløgd, ábyrgdarfull og serstakliga fyrikomandi kvinna. Hon gjørdist jú eisini landskend við áhugaverdu sjónvarpssendingin: »Hon leyp á leistum« og seinni útvarpssendingini í fýra pørtum, sum greiddu frá hennara serstaka og annar- leiðis lívsleið. »Hon leyp á leistum« er eitt sera beinrakið heiti um hesa megnar kvinnu, sum bráð av lyndi fekk nógv av skafti. Vítt var um at fara, og ofta vóru boð eftir henni. Tó misti hon ikki fótafestið og skynsemið. Júst skynsemið hevði hon so serstakt. Dugdi streym, og visti alt um veður og vind, sum vóru neyðug atlit at taka í starvi hennara. Í hennara starvstíð var stress ella strongd ikki uppfunnið. Tað er at undrast á, at hon ikki legðist fyri av teimum mongu, ótespiligu uppgávunum, sum henni var fyri. Tær kravdu so nógv av henni sum menn- iskja og nógv av tíð henn- ara. Einaferð skuldi hon hjálpa dóttur síni at føða í Fuglafirði. Hetta endaði við keisaraskurði á loftinum í doktarahúsunum í Fugla- firði. – Jú, Emma var av sonn- um ein sálarhirði, almanna- stova og lækni; alt um somu leið. Onkur hevur sagt um Emmu, »Bert at hoyra hennara rødd var leki- dómur«.. Øll tóku væl í móti Emmu og vóru blíð og góð við hana. Ikki minst grannarnir fløvaðu við onkrum góðum bita ella eini køku, tá ið teir vistu, at hon nú aftur hevði verið langa leið. Settu ein bita stillisliga inn um gáttina, sum var henni kærur eftir ein langan dag ella eina langa ferð. Tosar tú við Emmu, sigur hon ofta frá teimum góðu døgunum í Fuglafirði og har um vegir. Har hon kendi seg væl og er takksom fyri blíðskap og gott vinalag. Jú, Emma kann av røttum rætta ryggin, nú hon fyllir 90 og minnast á góðar dagar í Fuglafirði, har hon var í 27 ár. Hon rundaði sín læknagerning av við at vera nøkur ár á Landssjúkrahúsinum og gavst sum lækni 72 ára gomul. Emma er enn sera gløgg, skrivar ein hóp og samskiftir nógv umvegis telduna. Sendir tú henni eitt sms; so svarar hon tær aftur! Hevur júst endurnýggjað sær koyri- kortið. Og tað kemur meir enn so fyri, at onkur enn søkir sær læknaráð hjá Emmu. Góða Emma! Hjartaliga tillukku við degnum! Fuglfirðingur Emma Winther 90 ár leiðsluna. Hetta tykist at bera væl til hjá teimum í Gøtu, með- an onnur virki útvega sær skip við fiskiloyvum fyri formúur fyri at fáa rávøru. Oddfríður er ektaður libe- ralur. Hetta hava hann og hansara víst við uppboðs- søluni, sum annars er ein sólskinssøga í føroyskum vinnulívi. Hetta vísti hann eisini, tá ið hann breyt fiskasølu- monopolið. Tað verður enn tikið til, hvussu skakaðir teir á fiskasøluni vóru, tá ið Oddfríður heilt óvæntað vann eitt sakarmál í hesum sambandi. Góð viðurskifti við bygdafólkið Oddfríður og teir hava dugað væl at arbeiða saman við bygdarfólkinum. Tá á hevur staðið, hevur arbeiðs- fólkið gjøgnum arbeiðara- felagið eisini dugna teim- um. Afturfyri hevur bygda- fólkið fingið eitt arbeiðs- pláss við góðum arbeiðs- umstøðum og støðugum arbeiði. Betri kann tað ikki vera.Tað eru annars ikki bert gøtufólk, sum arbeiða á virkinum. Her eru fólk úr grannabygdum og úr nógv- um londum. Var við til at gera ALS Oddfríður hevur verið nógv frammi í almennum lívi. Hann var bygdaráðformaður í Gøtu 1971-1985, og eigur hann tí eisini í so máta sín part av teirri menning, sum hevur verið í Gøtu. Tað kann verða nevnt, at tey hava verið fýra ættarlið í kommunustýrinum í Gøtu: Jóan Pauli, Oddfríður, Páll og Poula. Øll hava verið formenn, Poula tó »bert« næstformaður í sitandi bygdaráð. Men hon er tó enn bert 25 ár! Í 1984 tók Oddfríður við sum formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag eftir tann legendariska Thorstein Vilhelm, sum hevði sitið í hesum sessi síðan 1968. Hetta ár gjørdist Oddfríður eisini næstformaður í fel- agnum. Oddfríður var for- maður fram til 1993. Hetta er eitt tíðarskeið sum fólk minnast væl, tí tíðina aftaná vóru nøkur drúgv verkføll. Oddfríður hevði avgjørdar meiningar, og tær kundi hann saktans halda fast uppá. Einaferð varð eitt drúgt verkfall, og tað var upp á tal at herða tað. Men tá mælti Oddfríður til, at tey bæði Ingeborg skuldu fara í einrúm at tosa um viður- skiftini. Tá loysnaði! Onkra glósu mundu tey fáa aftaná um, hvat tey gjørdu einsa- møll. Men fyrst í 90-unum, tá kreppan var av tí ringasta, varð Oddfríður ein av teim- um, sum varð settur at gera uppskot um eina arbeiðs- loysistrygging. Her varð gjørt eitt dygdararbeiði, sum eisini endaði við semju tvørtur um borðið. Hinir limirnir vóru Ingeborg Winther og Petur Alberg Lamhauge. Oddfríður var eisini í stýr- inum í fleiri ár, og tað er eingin ivi um, at uttan ALS hevði ofta staðið verri til hjá vinnu og arbeiðarum enn tað gjørdi undir krepp- uni. Góðan heimafront Oddfríður kann gott vera nakað fortur og ótolin. Men her hevur hann verið so heppin at fáa eina sera tolna og fitta konu, Hjørdis, og hava tey uppbygt eitt gott heim. Hjørdis er dóttir Petru og S. P. Petersen, Piddi, kallað- ur, sum rak reiðaravirkið við sama navni í Fugla- firði. Petra var úr Kollafirði. Pápin æt Bernhard Magnus- sen, sum kom av Strondum. Hann átti tríggjar beiggar, ið gingu burtur í 1889. Tveir bátar av Strondum gingu burtur tann dagin eystan fyri Æðuvík. Her skal verða nevnt, at ein systur mín sum blaðung genta var í húsinum hjá teimum fyri 40 árum síðani. Hon tekur framvegis til, hvussu gott hon hevði tað, og hvussu góða tey vóru við hana. Systirin fær eisini framvegis besta skoðsmál frá teimum. Tað eru nøkur ár síðan Oddfríður formelt legði frá sær sum stjóri. Men hann er so nevndarformaður, so hann hevur ikki heilt slept endanum. Men Oddfríður hevur dugað væl at seta við. Nú eru tað synirnar Atli f. 1956, Páll f. 1959 og Regin f. 1963, sum reka fyritøk- una, og teir hava ikki staðið aftanfyri pápan. Fyritøkan hevur ment seg og hevur eisini spreitt seg heilt vestur í Vágar. Grundarlagið er gott, sum er lagt av teimum gomlu. Sum sagt havi eg nærum altíð kent Oddfríð. Vit hava ikki beinleiðis verið (mót)partar, men vit hava samskift nógv, ikki minst tá leiðin er komin framvið Gøtu. Oddfríður hevur greiðar meiningar um sam- felagsviðurskifti, og hesar hava ofta verið gagnligar at brúkt í arbeiðinum. Tað er næstan óneyðugt at siga, at Oddfríður hevur meira ella minni virkin fólkafloksmaður alla sína tíð. Men har torir hann eisini at vera ósamdur. Sum við øðrum gøtufólki er hann íðin í fótbólti. Her hevur hann eisini sett við. Páll er júst blivin formaður í samanlagda GÍ og LÍF. Ynskt verður Oddfríð hjartaliga tillukku við teim- um 80 árunum. Send verður eisini ein heilsan til Hjørdis, sum man eiga sín fittliga part í, at tað hevur gingið so væl, sum tað hevur gjørt. Tey verða burturstødd føðingardagin. ó.