Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 • 1. februar 2008 Vikuskifti 19 Tlf. 357400 · Tórsgøta 16 · www.skyn.fo Ynskir tú at búgva á bygd, men tó tætt við Havnina, er Hósvík eitt gott stað at búgva. Í Hósvík er friðarligt, barnavinarligt og nattúruvakurt – eitt gott stað at búgva. Her er ein nýggjur Dagstovnur, ein barnaskúli og handil. Grannalagið er gott og sera gott útsýni er til fjørðin. Stílurin í raðhúsinum er nútímans – ljósur og lættur. Raðhúsið í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er ein gongd, baðirúm, stova og køkur í einum og tvey góð kømur. Gongin er ljós og rúmlig. Í baðirúminum er hiti í gólvinum. Brúsan og gólvið er sveisað vinyl. Køkurin er ljósur og arbeiðsvinarligur Í kjallaranum er ein gongd, tvey stór og góð kømur, eitt rúm, sum er klárt til at gera baðirúm, umframt eitt stórt og gott kjallararúm. Eisini er eitt stórt og gott ovastaloft, sum kann nýtast sum goymslurúm. Loftslemmur við innbygdum stiga er í gongini. Tú fært meira at vita um húsið við at ringja til Skyn á tlf. 35 74 00. Hugnalig raðhús í Hósvík Fakta Adr. Glasgøta 16, Hósvík Byggiár: 2003 Hæddir: 2 Stødd innan: 154 Grundøkið: 256 Prísuppskot: kr. 1.300.000