fríggjadagur 1. februar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 23 - 1. februar 2008
tíðindi
Leygardagin
2.
februar
hava Torborg og Debus
Hansen á Toftum verið gift
í hálvt hundrað ár. Tey eru
millum ímyndirnar av tofta
fólki og Toftum, og tey
munnu vera mong, sum
komast við tey í sambandi
við Svangaskarð og B68.
Torborg er fødd 10.
desember 1934. Foreldrini
vóru Helena fødd Johanne
sen og ættað úr Hvalvík, og
Jens Christian Olsen uppi á
Regni á Toftum, sum var
løgtingsmaður fyri Sam
bandsflokkin. Tey fingu
fimm børn: Jacob (1928),
Jógvan
Ingvard
(1930),
Nickolaj (1932), Torborg
(1934) og Helenu (1936).
Helena býr í Havnini, og øll
hini búgva á Toftum.
Helena doyði á barsils
song við Helenu. Jens Chris
tian giftist uppaftur við
Hildu fødd Hansen av Tof
tum. Hilda og Jens Christian
fingu
sjey
børn:
Ruth
(1940) á Argjum, Diana
(19431944), Diana (1944)
á Toftum, Alfred (1947) í
Saltnesi, Jonny (1949) á
Argjum, Johannes (1951) í
Saltnesi og Annika (1956) á
Toftum.
Jens
Christian
doyði í 1963, og Hilda, sum
var fødd í 1917, doyði í
fjør.
Debus, sum er føddur 23.
juni 1932, er ættaður av
Stykkinum á Nesi. Foreldr
ini vóru Dagmar fødd Han
sen og ættað úr Pálsstovu í
Norðragøtu og Petur Hans
Hansen úr Gerðinum á
Nesi. Tey fingu tíggju børn:
Johannes (19241996) á
Nesi, Petur (19252007) á
Nesi, Manuel (19262001)
búði niðri. Maria (1928) í
Gøtu, Símun (1930) á Nesi,
Debus (1931), Hildibjørg
(1932) á Toftum, Herdis
(1935) í Gøtu, Kjartan
(1937) býr niðri, og Piddi
(1939) á Toftum. Dagmar
doyði í 1976, og Petur Hans
doyði í 1997.
Torborg tænti í Havn hjá
Ester Djurhuus, og hon var
í handli í Oyrum, áðrenn
hon fór niður til Haslev á
húsarhaldsskúla. Hon visti
ikki um nakra aðra føroyska,
tá ið hon fór avstað. Tá ið
hon kom niður, vóru tær 25
føroyskar ella umleið helm
ingurin av holdinum. Tað
hevur verið gott samanhald
millum hesar síðani, og tær
hittast av og á.
Debus hevur verið sjó
maður alla sína tíð, og í
mong ár var hann kokkur.
Hann hevur ikki gingið í
kokkaskúla, men tað hevur
ligið væl fyri at matgera
tað, sum hann hevur lært
frá konuni, og góðsliga
framferðin og ljósa lyndið
hava verið kærkomnir egin
leikar.
Debus hevur siglt við
nógvum skipum, og flestu
teirra hava verið úr heim
bygdini. Hann hevur verið
við eitt nú Elsu, Jógvan
Norðri, Stapanum, Polaris,
Snodda og síðsta skipið,
sum hann var við, var Mas
cot, sum hann sigldi við í
eini tjúgu ár.
Um ta tíðina, tá ið tey
bæði giftust, sigldi Debus í
fleiri ár við íslendskum
trolara.
Torborg var í nógv ár
heima hjá børnunum, sum
eru sjey í tali. Tá ið tann
yngsti varð føddur, var tann
elsti ellivu ára gamalur:
Asbjørn (1959), Jens Chris
tian (1961), Petur Hans
(1963),
Høgni
(1964),
Doris (1967), Heri (1968)
og Øssur (1971). Doris býr
í Søldarfirði, Jens Christian
býr á Nesi, og allir hinir
dreingirnir
búgva
á
Toftum.
Eitt skifti arbeiddi Tor
borg á Nyki, og so var hon í
fleiri ár heimahjálp. Tað var
bygdarmynd at síggja hana
ganga millum heimini, og
tað kom fyri, at teinurin var
úr Rókini og heilt út á Nes.
Dreingirnir vóru óførir
fótbóltsspælarar, og onkra
ferðina vóru fimm teirra á
besta B68 liðnum í senn!
Teir vóru eisini góðir í talvi.
Foreldrini vístu áhuga og
stuðlaðu, og tí var tað so
sjálvsagt, at heimið hjá sera
fryntligu og fyrikomandi
gullbrúðarparinum gjørdist
miðdepul í bygdini, har
nógv vitjaðu inn á gólvið.
B68 bygdi hús og vallir,
og Torborg og Debus taldust
millum teirra, sum stuðlaðu
undangongumonnunum av
fullum huga. Virksemið var
stórt í B68 húsinum, og
Torborg hevði inntil fyri
fáum árum síðani høvuðs
ábyrgdina av matgerðini.
Debus stuðlaði henni væl,
og kring landið og eisini
uttanlands, eru tað mong,
sum hava lært gullbrúðar
parið at kenna á Svanga
skarði.
Síðani
Debus
legðist
uppi, hevur hann røktað á
Mýrunum, egnt og viðhvørt
hjálpt til at landa, tá ið tað
hevur staðið á at fáa fólk.
Barnabørnini eru 21 í tali –
12 dreingir og 9 gentur –
fylla nógv hjá gullbrúðar
parinum, sum framvegis
eru frísk og ferug.
Stóra dagin halda Torborg
og Debus saman við sínum
næstu.
J
Gullbrúdleyp á Toftum
Ferðaleiðarar í Miðlahúsinum
Mánakvøldið
4. februar klokkan
20 skipa føroyska
ferðaskrivstovan
»Tora Tourist Traffic«
og ferðaleiðaraskúlin
»Service & Co«
í Barcelona fyri
ferðaleiðarakvøldi í
Miðlahúsinum
Tað verður Súsanna Gunn
arsson
frá
ferðaleiðara
skúlanum »Service & Co«
sum kemur at greiða frá um
skúlan. Hon var í Føroyum
í mai í fjør í somu ørindum.
Skúlin hevur síðan upplivað
at hava nógv fleiri føroyskar
næmingar, og tí hevur
Súsanna valt at koma aftur
hendan vegin at greiða fleiri
føroyingum frá um skúlan.
Á skránni verður m.a. frá
greiðing um ferðaleiðara
útbúgvingina í Spania og
um tað at vera føroyskur
næmingur á skúlanum. Eis
ini greiða fleiri fyrrverandi
næmingar frá um skúlan.
Aftaná verður ymiskt á
skránni, umframt at kaffi
og smákøkur vera at fáa.
Ferðaleiðaraskúlin »Ser
vice og Co« upplærir ferða
leiðarnar til tey størstu og
mest væl umtóktu ferðalið
ini í øllum Skandanavia.
Súsanna sigur, at sum føroy
ingur hevur tú sterk kort á
hondum, tí føroyingar eru
væl umtóktir, tá tey stóru
ferðaliðini seta starvsfólk
til at átaka sær umráðandi
tænastuuppgávurnar úti á
ferðastøðunum. Føroyingar
eru m.a. væl umtóktir, tí
teir duga væl tey skandi
navisku málini, teir kunnu
tosa við øll og skilja danskt,
norskt og svenskt, og tað er
ein fyrimunur hjá teimum
stóru ferðaliðunum.
Service og Co. er tann
einasti
ferðaleiðaraskúlin
sum »við garanti« kann
bjóða arbeiði til allar teir
góðkendu
næmingarnar.
Tað merkir, at um tú verður
góðkendur, so kanst tú
síggja fram til eitt spennandi
arbeiði í útlandinum, sigur
stjórin í »Service og Co«
Chris Wager. Skúlin er stór
ur og vælkendur. Fleiri enn
4.000 næmingar hava tikið
prógv á skúlanum, síðan
hann varð stovnaður í
1998.
Súsanna Gunnarsson er
24 ár gomul og fødd í Havn.
Síðan 1994 hevur hon búð
á Bømlo í Vesturnorra.
Liðug við framhaldsskúlan
var hon eitt skifti í USA og
eitt
skifti
í
Føroyum.
Súsanna hevur, eins og
fleiri aðrir føroyingar, ging
ið á ferðaleiðaraskúlanum
hjá Service & Co., og síðan
var hon eina sesong ferða
leiðari fyri charterfelagið
Apollo á Kreta.
Nú hevur Súsanna fingið
starv á ferðaleiðaraskúlan
um hjá Service & Co. í
Barcelona. Í fjør var hon í
Spania fyri betur at læra
seg málið, og var í starvi
sum lærari á skúlanum í
Santa Susanna. Í maj var
hon so í Føroyum og greiddi
frá um skúlan. Síðani juli
2007 hevur Súsanna arbeitt
á skrivstovuni hjá Service
& Co. í Århus. Áhugaðir
føroyingar kunnu tí ringja
til skrivstovuna og fáa hjálp
á føroyskum.
Tora Tourist Traffic í Tórs
havn kann hjálpa, um tú
hevur
spurningar,
sum
kunnu sendast til Sámal
Bláhamar
á
adressuni:
tora@tora.fo. Upplýsingar
kunnu eisini fáast á heima
síðuni: www.guide.fo.
Her kanst tú eisini lesa
frásøgn
frá
fyrrverandi
næmingurm tað kann geva
tær eina hóming av, hvat
eitt uppihald á ferðaleið
araskúlanum kann hava at
siga fyri tína framtíð. Eisini
ber til at senda spurningar
til: info@serviceco.dk, har
svar fæst innan 48 tímar.
Føðingar
17. januar fingu Daimi Kjærbo og Mortan úr Hørg, ein son. Hann
var 55 cm. langur og vigaði 3650 gr.
19. januar fingu Elin og Elmar F. Petersen, Skálafjørður, ein son.
Hann var 54 cm. langur og vigaði 3650 gr.
23. januar fingu Lina og Mikkjal Petur Næs, Tórshavn, eina dóttur,
ið eitur Marta. Hon var 45 cm. long og vigaði 1650 gr.
24. januar fingu Guðrið T. og Jóannes Patursson, Kirkjubøur, ein
son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4075 gr.
24. januar fingu Elinborg og Kári Reynheim, Tórshavn, ein son.
Hann var 51 cm. langur og vigaði 4000 gr.
25. januar fingu Birna og Bogi Jacobsen, Tórshavn, ein son. Hann
var 56 cm. langur og vigaði 4350 gr.
26. januar fingu Anita Johansen og Olivar Danielsen, Hósvík, eina
dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3700 gr.
26. januar fingu Barbara Thomsen, Sandvík og Fróði Mortensen,
Øravík, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4530 gr.
27. januar fingu Mariann og Jan Poulsen og stórasysturin Gunnrið,
Tórshavn ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4000 gr.
27. januar fingu Kára Joensen og Idar Lydersen, Klaksvík, eina
dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3500 gr.
28. januar fingu Shamila og Høgni Johannesen(Onglandi) eina
dóttur.
28. januar fingu Elisa P. Vang og Høgni Joensen, Hvalvík, ein son.
Hann var 54 cm. langur og vigaði 3875 gr.
28. januar fingu Sólvá og Jørgen Nielsen, Norðragøta, ein son.
Hann var 55 cm. langur og vigaði 3750 gr.
28. januar fingu Diana og Jann Hansen, Fuglafjørður, ein son.
Hann var 54 cm. langur og vigaði 3400 gr.
28. januar fingu Anja og Remi Thorleifsson, Vestmanna, eina
dóttur. Hon var 48 cm. long og vigaði 2440 gr.
29. januar fekk Linda Maria Reynagarð, Tórshavn, ein son. Hann
var 54 cm. langur og vigaði 3540 gr.
29. januar fingu Anita Berg og
Rúni Samuelsen, Saltnes, ein
son. Hann var 55 cm. langur og
vigaði 4050 gr.
31. januar fingu Ingun Johansen
og Bogi Gregersen, Strendur,
ein son. Hann var 52 cm. langur
og vigaði 3325 gr.
Emma Winther 90 ár
Í sambandi við føðingardagin verður móttøka í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði 4. feb. 2008 kl. 18.00 – 21.00.
Brúdleyp
Leygardagin 2. februar kl.13.00 giftast í Prestagarðinum í
Miðvági, Rigmor í Lon, Miðvágur og Hans Petur Tjørnudal,
Signabøur. Døgurði verður fyri innbodnum á Hotel Vágum.
Vælkomst til kaffi verður í Filadelfia Vágar í Miðvági kl. 20.00
Øll eru hjartaliga vælkomin:):)
2. februar giftast í Thyregod kirkju Ann Christin Johannesen,
Tvøroyri og Ingálvur Nordendal, Toftir. Adr. Ågårdsvej 61, 7323
Thyregod DK.
Silvurbrúdleyp
Mánadagin 28/1 høvdu hjúnini Lea og Óli Wolles í Søldarfirði
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin 9/2. Tey, ið ynskja at gleða
okkum við eini vitjan eru væl komin í høllina á Eiði leygardagin 9.
februar millum kl. 15. og 21. Fyri at hava eina hóming av, hvussu
mong eru væntandi, hevði verið gott at fingið boð í seinasta miku
dagin 6. februar á tlf. 44 20 31 ella teldupost oliwo@kallnet.fo
Gullbrúdleyp
Leygardagin 2. feb. kunnu Torborg og Debus Hansen, Toftir halda
gullbrúdleypsdag. Dagurin verður hildin saman við børnunum og
ommu og abbabørnunum.
22. desember fingu Krist
bjørg og Søren Sørensen,
Sejlflod hesar fittu tvíburð
arnar gentu og drong.
Gentan vigaði 2700 gr og
var 46 cm. long, drongurin
vigaði 2860 gr. og var
47 cm. langur. Tey eita
Frederik og Sofie. Her sit
ur ein stoltur stóribeiggi
undir teimum, hann eitur
Christian.
12. januar fingu Petur Sigurð
og Sonni eina lítlasystur sum
eitur Katrin Elisabet, hon var
55 cm long og vigaði 4400
gram. Foreldrini eru Rigmor
og Jens Mortan Rasmussen,
Skála