fríggjadagur 1. februar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 • 1. februar 2008
Vikuskifti
20
Íbúð – undir Kongavarða, Argir
Frálíka íbúðin undir Kongavarða er 102 m² til støddar og
harafturat er felagsøki, trappugongd og lyfta. Íbúðin, sum
er í gerð, er sera snøgg, væl gjørd og úr besta tilfari. Hon
er væntandi liðug síðst í 2008. Har er trappurúm / lyfta,
inngongd, gongd / forstova / garderoba, baðirúm /
vaskirúm, køkur, borðstova / stova við útgongd til svala,
hjúnarrúm við útgongd til svala og kamar. Íbúðin liggur í
friðarligum, náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi
við góðum tilplantaðum felagsøki, spæliplássi, sparkivølli
og góðum parkeringsøki. Íbúðin er á 3. hædd og hevur
panoramaútsýni yvir alla Havnina, Nólsoynna og fjørðin.
Prísuppskot: kr. 1.755.000,00
Íbúðir, raðhús og vinnuhøli – undir Kongavarða, Argir
Her kanst tú vera við, tí enn eru nakrar íbúðir á 102 m² og á 131 m², nøkur vinnuhøli í
stovuhædd á 130 m² og nøkur raðhús á 209 m² eftir til sølu. Nú kunnu øll keypa. Talan er
uttan iva um bíligasta fermetraprís, tú yvirhøvur kanst byggja fyri í dag, so talan er óivað
eisini um eina sera góða íløgu. Tú kanst velja millum ymisk gólv og ymisk snið og lit á køki.
Set teg í samband við okkum og fá meira at vita.
Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum. Hevur tú
hug til at selja?
– Vinaliga, set teg í samband við okkum.
Sethús – undir Gráasteini 33, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum - niðara á 84,24m² og ovara á
63,72m² - í alt 147,96 m². Grundøkið er 475m². Byggiár:
1982. Húsini eru væl hildin í góðum standi. M.a. eru nýggj
gólv, hurðar og vindeygu omandeftir í ovaru hædd og
nýtt gólv í stovuni og í gongini. Í niðastu hædd er
inngongd, hjallur, gongd / garderoba, baðirúm, bryggers,
køkur / borðstova / alrúm, borðsstova / stova. Í erva er
trappupallur / sjónvarpsstova / alrúm, hjúnarrúm við
egnum baðirúmi, 2 kømur. Garður / urtagarður er runt
húsini. Har er gott busssamband og stutt til skúlar og
dagstovnar. Húsini standa nær býnum í vøkrum umhvørvi
og hava sera gott útsýni oman yvir býin og út á fjørðin.
Tvíhús – Grønlandsvegur 66, Tórshavn
Bygd verða tvíhús í tveimum hæddum við kvisti stødd
uml. veghædd 67m2 og loftshædd 58 m2. Húsini, sum
eru tey vælkendu Suðuroyarhúsini (eins snið sum
myndin), verða seld lyklaklár tvs. við køki og
baðirúmsmøblum - tó uttan máling og tapet innan.
Húsini verða málaði uttan (lit eftir ynski frá kundanum) og
vindeyguni eru hvítmálað við sprossum. Í niðaru hædd er
durur, gong, trappa til loftshæddina, baðirúm við brúsu,
vásakøkur við hurð út í tún, køkur / borðsstova / stova við
útgongd út á útigólv. Í ovaru hædd er gong, hjúnarúm,
baðirúm og 2 kømur. Trý parkeringspláss verða til hvørt
húsi. Er ynski um tað, er pláss fyri at gera garasju til hvørt
húsið. Stutt til gongu oman í miðbýin, í skúla, dagstovn
og til handils. Útsýni er oman yvir býin og út á
Nólsoynna.
Íbúð – Niðaragøta 4, Hoyvík
Stór íbúð í tveimum hæddum, búvídd 95 fermetrar.
Byggiár: 2002. Íbúðin er innrættað við miðhædd og loft
og ovastaloft til goymslu. Íbúðin er sera rúmlig og hevur
hita í gólvinum í baðirúmi, bæði í erva og í neðra, í
durinum og í vaskirúminum. Hvítvørinar í køkinum eru av
merkinum ”Gram”. Íbúðin hevur fjarðhita og lága
orkurokning og er í góðum standi - klár at flyta inn í.
niðaru hædd er gong, vaskirúm / fýrrúm, stova / køkur, wc
og goymslurúm. Í ovaru hædd er gongd, hjúnarrúm,
klædnarúm, baðirúm og tvey kømur. Í búðin stendur í
friðaligum umhvørvi við góðum parkeringsviðurskiftum,
og vakurt og frítt útsýni er út á Nólsoynna og yvir
Nólsoyarfjørð.
Virkisbygningur - Víkarvegur 1, 690
Oyndarfjørður
Bygningurin er í 2 hæddum - hvør hæddin er uml: 125
fermetrar. Grundøkið er uml. 450 fermetrar. Byggiár.
1988. Bygningurin hevur verið brúktur til vinnuligt
endamál. Húsini hava stoypta grund, eru klødd við
timbri og hava aluminiumstak. Í niðaru hædd er móttøka
og stór høll. Í ovaru hædd er gongd, kantina, 2
goymslurúm, skiftirúm, 2 wc og kontór. Bygningurin
stendur á kaiøkinum á Oyndarfjørður.
Prísuppskot: 1.000.000
Sethús - Bótolvsvegur 11, Miðvágur
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd uml 196
fermetrar. Grundøkið er 443 fermetrar. Byggiár 1930-
unum /1995. Húsini hava betong grund, træ klædning,
træ vindeygu og aluminiumstak. Húsini blivu renoverað
í 1995. Tá bleiv øll niðasta hæddin gjørd av nýggjum,
stórur partur av ovastu hæddini og ein partur av
miðhæddini. Harumframt er takið eisini skift. Í niðastu
hæddini er gongd, 2 kømur, baðirúm, kjallararúm/ fýr/
vaskirúm og goymslurúm undir trappuni. Í miðhæddini
er durur/ gongd, køkur og stova. Í ovastu hæddini er
gongd, wc, 2 kømur og fleiri innbygd skáp. Urtagarður
er niðanfyri húsini. Húsini hava gott útsýni.
Prísuppskot: 950.000
Sethús - Argjavegur 41B, 160 Argir
Húsini eru í 3 hæddum, miðhædd og kjallari 67 m2 hvør,
umframt óinnrættað loft uml. 35 m2. Grundøkið er 543
m2. Í miðhæddini eru nýmótans køkur, stova, 2 kømur,
baðirúm, gongd, hjallur og vindfang. Í kjallarahæddini er
sjálvstøðug íbúð við køki, stovu, kamari, baðirúmi og
gongd, umframt kjallara-/fýrrúm. Loft sum er óinnrættað
kann innrættast. Húsini eru í góðum standi, standa í
friðarligum, barnavinarligum og veðurgóðum umhvørvi,
og hava rímiligt útsýni. Byggiár: 1964 Húsini verða seld
um hóskandi boð fæst.
Virkisbygningur: Norðadalur, 178
Norðradalur
Talan er um eina 1500 m2 stóra nýggja høll sum kann
nýtast til ymisk endamál. Høllin er í løtini útgjørd við
biofiltur og stórum smolttangum. Høllin stendur á
leigaðum økið, 11.321 m2 . Á sama øki eru eisini lutir og
aðrir bygningar sum hava verið nýttir til alivirksemi,m.a.
vatnhús,byrging, startfóringshøll við køki, skrivstovu, wc,
eisini eru kør,tangar, biofiltur og eltalva. Væl egnað til
ymiskt virksemi, sera gott til hestar. Høllin kann nýtast til
ríðuhøll, stødd og hædd kann sammetast við eina stóra
ítróttarhøll. Ferðavinna, ítróttur, er eisini ein møguleiki.
Økið liggur í sera vøkrum góðum og sløttum umhvørvi,
ein hugnalig á rennur framvið økinum og vakurt útsýni
yvir á Hest og Koltur við Sandoynni í baksíðuni. Verður
selt samlað ella hvør sær um nøktandi boð verður givið.
Sethús: Undir Gøtuni 10, 210 Sandur
Húsini eru í 3 hæddum, herav miðhædd uml. 60 m2 og
loft uml. 30 m2 og kjallari uml. 60 m2. Grundøkið er 690
m2. Á loftinum eru 3 kømur, wc og útloft. Í miðhæddini
eru køkur við kova, stór stova, kamar, baðirúm og gongd.
Kjallarin er partvís uppdeildur í smærri rúm. Kjallur á uml.
8 fermetur niðanfyri húsini. Her er talan um eldri sethús í
barnavinarligum, friðarligum umhvørvi og sera góðum
útsýni. Húsini hava nýggja klæðing á suður og eystursíðu,
umframt nýggj vindeygu. Byggiár: uppr. uml. 1900. Húsini
verða seld um hóskandi boð fæst.
Sethús: Víkavegur 6, 700 Klaksvík
Húsini eru í 3 hæddum - hvør hædd á uml 61,5 fermetrar.
Grundøkið er 295 fermetrar. Byggiár: 1948 . Húsini eru
stoypt heilt upp, klødd við aluminiumplatum, tann
sunnnara síðan av húsini er klødd við timbur í 1994.
Húsini blivu í 1974 total renueraði. Síðani 2002 hevur man
skift vindeyguni út til plastikvindeygu, tey flestu gólvini,
fleiri innveggir og hurðar. Í miðhæddini er gongd, køkur,
stova og trappu niðurgongd. Í ovastu hæddini er gongd,
hjúnarrúm, brúsirúm, wc og 4 kømur. Í niðastu hæddini er
niðurgongd, køkur/ stova, kjallararúm/ fýrrúm. Húsini
hava sera vakurt útsýni yvrir Klaksvíkina.
Handils-og
skrivstovubygningur:
Á
Sondum 14, 360 Sandavágur
Kjallari: Handilshøli og trappa uppá miðhæddina + eitt
kjallararúm. Miðhædd: Handilshøli, tekøkur og trappa
uppá loftshæddina. Loft: Handilshøli, wc og klárt til te
køk. Frágreiðing: Bygningur í trimum hæddum, stødd
hvør hæddin 90 m2 + ein garasja 23 m2. 2 leigumál eru í
bygninginum og loyvið fyriliggur at byggja eina hædd
uppá garasjuna. Bygningurin liggur væl fyri mitt í gomlu
bygdini og parkeringsøki er til ognina. Húsini verða seld
um nøktandi boð verður givið!