Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 23 - 1. februar 2008 tla bygdarskúlanum At hava og ikki minst at varðveita ein slíkan barnaskúla er sjálvandi ein stór avbjóðing fyri lærararnar Skúli Snorri Brend Lærararnir við Haldórsvíkar skúla eru greiðar yvir, at ein slíkur skúli er ein ynski­ dreymur hjá teimum smærru næmingunum, tí teir eru í einum tryggum og kendum nærumhvørvi. Hinvegin kann tað kanska vera eitt sindur meiri óinte­ ressant fyri ein einsamallan næming í 6. og 7. flokki. Hesin aldursbólkurin vil jú helst vera saman við sín­ um javnaldrum, soleiðis at tey fáa sammett seg við onn­ ur. Fyri at tryggja teimum henda møguleikan, hevur Haldórsvíkar skúli eitt sera gott samstarv við aðrar smærri skúlar í nánd av hon­ um. ­ Tað er sera týdning­ armikið at vit eisini hava gott samband við teir skúl­ arnar, sum virka undir somu umstøðum sum vit, sigur Nomi. Kavadagur Mesta sambandið man skúl­ in í Haldórsvík hava vit teir seks næmingarnar í skúla­ num í Tjørnuvík. Tey hittast fleiri ferðir um vikuna, har tey m.a. eru saman um lærugreinarnar handverk og list, eins og tey svimja saman í skúlanum á Oyrarbakka. Við millumbilum eru tey í Funningsfirði, har bæði umstøður og góður mannligur lærari er til undirvísing í smíði. Tá tey eru har hevur tann lærarin, sum fer við børnunum úr Haldórsvík, handarbeiði saman við næmingunum. Í aðrar mátar hava tey eina rættiliga fasta skipan um samstarv við hinar skúl­ arnar. Ein dag um árið eru børnini úr Haldórsvík, Tjørnuvík, Gjógv, Funningi og Funningsfirði saman, og nú mánadagin fara tey øll til Funnings sum er føst føstulávintsbygd hjá skúlu­ num. Umframt hetta so hava tey nógv annað til felags, m.a. ein kavadag í februar ella mars, har børnini úr skúlunum í Haldórsvík og Tjørnuvík hugna sær í kava­ num og sova saman. ­ Tá ein er í einum lítlum skúla er altíð lættari at gera slík impulsiv ting. Tað er meiri rúmligt á henda hátt, sigur Nomi. Gott samstarv við aðrar bygdaskúlar ” Fyrimunurin við hesi skipanini er m.a. hann, at ein næmingur í 3. flokki kann skilja nógv betri tað, sum verður undirvíst í 2. flokki, um hann ikki skilti tað árið fyri fylgja so væl við í undir­ vísingini, staðfestir hon. Skúlin í Haldórsvík er tví­ flokkaður, soleiðis at næm­ ingarnir í 1. til 4. flokki ganga fyri seg og tey í 5. til 7. flokk ganga fyri. Fyrimunurin við hesi skipanini er m.a. hann, at ein næmingur í 3. flokki kann skilja nógv betri tað, sum verður undirvíst í 2. flokki, um hann ikki skilti tað árið fyri. Hinvegin kann ein dugna­ ligur næmingur í 2. flokki fáa nyttu av undirvísingini og tilfarinum í flokkinum oman fyri, av tí at tey jú øll eru í einum og sama høli. Ein av uppgávum hjá lær­ arunum er júst tann, at tey ikki ynskja at steðga teim­ um, sum hava hug at taka við tí tilfarinum, sum teir eldru næmingarnir skulu læra í somu skúlastovu. Avbjóðingin hjá lærarun­ um er tí at hugsa breitt, soleiðis at tann einstaki næmingurin kann kenna seg tryggan í tí lítla skúlanum. Sjálv heldur Nomi vans­ arnar við einum slíkum bygdarskúla verða munandi færri enn fyrimunirnir. Hon dugir kortini væl at síggja, at tað kann vera eitt sindur einsligt hjá teimum eldru næmingunum. Er lærarabólkurin ikki so breiður, kann vera torført at finna breiddina í tí fakliga. ­ Tí er bæði gott og neyð­ ugt at vit kunnu samstarva við aðrar skúlar í økinum innan ávísar lærugreinar, sigur Nomi. Heppin at hava góðar lærarar Í einum komandi blaði hitta vit Gurið Samuelsen, sum umframt at vera lærari, eisini er ein av bygdaráðslimunum í Sunda kommunu. - Vit hava verið heppin, og hava havt sera góðar lærarar í Haldórsvík og í Tjørnuvík. - Og tað týdningarmesta er at børnini eisini merkja tað og eru nøgd við skúlan, sigur hon. - Neyðugt er at samstarva við hinar skúlarnar, sigur Nomi Jacobsen, skúlaleiðari Saman við garðvaktini dáma gentunum væl at hoppa band í fríkorterinum ” Hugurin at undirvísa, hann er hin sami og góði, hóast tað bert verða einir 15 næmingar næsta skúlaár ” Her í Haldórsvík er jú ikki so frægt sum ein handil