Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 • 1. februar 2008 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Neyðugt við eini visjón Filadelfia, Havn: Seinasta sunnudag var eitt sindur øðrvísi møti hildið í samkomuni, eitt sonevnt visjónsmøti. Á møt­ inum varð kunnað um ymisk viðurskifti í samkomuni, millum annað fíggjarstøðuna og barna­ og ungdómsarbeiðið í virknu samkomuni. Næsta visjónsmøtið verður sunnudagin 9. mars. Skeið fyri avvarðandi hjá misnýtarum Blái Krossur: Hetta vikuskiftið skipar fráhaldsfelagsskapurin fyri einum skeiði, sum vendir sær til teirra, ið varða av einum rúsmisnýtara. ­ Hóast tey avvarðandi ofta sjálvi ikki hava rúsevnistrupulleikar, hava tey mangan stóran tørv á stuðli fyri at koma seg væl eftir ymsum fylgjum og negativum upplivingum, sum rúsevnismisnýtslan hevur ført við sær, sigur Blái Krossur um orsøkina til hetta skeiðið. Skeiðið verður hildið á Blákrossheiminum í Havn. Føroysk vitjan úr Senegal Porkeri: Hesa seinastu tíðina hevur trúboðarin Lív Poulsen (myndin) vitjað í ymiskar samkomur kring landið. Í hesi vikuni var hon millum annað á vitjar í Ebenezer í Havn. Her greiddi hon frá tí arbeiðinum í Senegal, har hon virkar við trúboðarafelagsskapinum New Tribes. Lív Poulsen, ið er ættað úr Porkeri, byrjaði arbeiði sítt sum trúboðari í mars í 2005, og arbeiðir nú í einum ættarbólki í Tongia, ið liggur við markið til Guinea. Lív kom heim í farloyvi í november mánaði í fjør og fer hagar aftur seinast í mai. Sí, eg havi givið tykkum vald til at traðka á ormar og drekar og á alt fíggindans veldi, og einki skal verða tykkum at minsta meini (Lukas 10,19) Tú ert ikki kallaður at vinna sig­ ur á Satan. Tað gjørdi Jesus fyri meiri enn 2000 árum síðani. Tú ert kallaður at handhevja ósigur hansara! Í Kolossubrævinum 2,15 sigur Paulus, at Jesus “avvápnaði valdini og harra­ dømini og sýndi tey opinberliga fram, tá ið hann vann sigur yvir teimum í honum”. Tá Seinni Heimsbardagi var um at enda, varð ovasti leiðarin fyri japanska herin settur andlit til andlits við herovastan Mac­Arthur. Herovastin tók øll heiðursmerkini av herbúnan­ um og tók svørðið úr hondum hansara, og við øllum heiminum sum vitni kunngjørdi hann fullkomna sigurin hjá teimum sameindu og setti treytirnar fyri yvirgevingini. Hetta sama gjørdi Jesus á krossinum. Tá hann doyði og reis upp, gjørdi hann enda á valdi Djevulsins og segði: “Mær er fingið alt valdið á himli og á jørð. Farið tí ...”. Far í hansara valdi. Far í hansara navni. “Fyri tað hevur eisini Guð hátt upphevjað hann og givið honum navnið, sum er yvir hvørjum einum navni, fyri at í Jesu navni skal hvørt knæ boyggja seg, teirra, sum eru á himni, og teirra, sum eru á jørð, og teirra, sum eru undir jørðini, og hvør tunga skal ásanna, at Jesus Kristus er harri, til dýrdar Guðs faðirs (Filippibærvið 2, 9­11). Eingin myndugleiki hevur størri vald enn tann megin, sum stendur aftanfyri hana. Hesa megin, sum tær tørvar, hevur tú í navninum Jesus. Um tað er á himli, á jørðini ella í helheimi: Hvørt knæ skal boyggja seg og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er harri. Hann hevur givið tær valdið. Far og ger nýtslu av henni. (Kelda: ucb.dk) orðið Heimamissiónin: Aftur í summar verður høvi at fara á toymisferðir hjá Heimamissiónini. Hesaferð bjóðar Heimamissiónin fram fimm slíkar ferðir ­ til Kenya, Ukraina, Ísrael, Kina/Vietnam og til Danmarkar. Í fleiri ár hevur Heimamissiónin skipað fyri toymisferðum um sumrarnar. Umframt ferð til tey somu londini, sum vóru á skránni í fjør, er í ár eisini ein toymisferð til Kenya, har ætlanin er at byggja ein missiónsskúla. Treytin fyri at henda ferðin varð veruleiki er, at friður og trygd aftur er at finna í hesum nú ófriðarliga landinum, ið hevur verið so nógv frammi í fjølmiðlun­ um í seinastuni. Hesar toymisferðir eru ein øðrvísi summarfrítíð við meining og innihaldi. Farið verður til eitt fremmant land, har okkurt hjálpararbeiði verður gjørt. Talan er bæði um handverk­ araarbeiði, at hjálpa til á barna­ legum, ítróttarmissión, bera Bíbli­ ur inn í lond, har stórur mangul er á Bíblium, eins og gøtumissión. Toymisferðir til seks lond Toymisferðirnar eru ein øðrvísi máti at halda sína summarfrítíð Tú hevur valdið Tey, sum fyrstu ferð koma í kirkju, halda helst at guds­ tænastan er beinleiðis keðilig. ­ Men tað er als ikki so býtt at keða seg eitt sindur, sigur danski prest­ urin Poul Joachim Stender ­ Ert tú ein teirra, sum ikki gongur regluliga í kirkju, fari eg vinarliga at siga við teg, at hetta er tápuligt av tær. Far í kirkju sunnudagin!, ljóðar áheitanin frá Poul Joac­him, sum er eitt av valevnunum til nýggjan biskup í Roskilde. Hann leggur dent á, at fyrsta fatanin av eini gudstænastu er, at alt gongur fyri seg í slowmotion. Og okkurt er helst um tað: ­ Vit eru í roynd og veru góð at vera seinfør í kirkjuni. Men tað er ikki galið við ferðini inni í kirkjuni. Tað er uttanfyri kirkjuna at ferðin er ov stór, slær hann fast í eini bloggu á religion.dk. Fólk kæra seg ofta um, at tey ikki kunnu fylgja við, tá tey eru í kirkjuni. Men sambært prestinum er støðan júst hin øvugta: Fólk kunnu ikki fylgja við, tá tey ikki eru í kirkju! ­ Tak við læru av ferðini í kirkj­ uni, og far síðani heim eftir guds­ tænastuna og ger matin spakuliga og gev tíni elskaðu ein koss! Ripa eina gudstænastu Sambært Poul Joac­him kunnu fólk eisini læra annað og meiri undir eini gudstænastu, um ein altso keðir seg. Tað er púra natúrligt at keða seg, tí kirkjan hevur sum sergrein ikki at vera undirhaldandi alla tíðina. ­ Tá ein situr í kirkjurúminum og lítur seg íkring og hoyrir sálmarnar, so verður tíð til at hugsa øðrvísi enn vanligt. Kanska hugsar ein um deyðan: “Ups, eg skal doyggja!”. ­ Men ein kann eisini knappliga fara at hugsa um, hvør ætlanin er við lívinum. Tað er nevniliga als ikki so tápuligt at keða seg eina løtu!, sigur hann. Og hann leggur aftrat á bloggu sínari: ­ Følir tú teg stressaðan, kann eg saktans peika tær á nakrar orsøkir til tað: Tú ert ikki seinur. Tú keðir teg ikki við millumbilum. Tú biður ov lítið! ­ Tí er áheitan mín: Ripa eina gudstænastu til tín! Í lagi at keða seg í kirkjuni - Í kirkjuni kann ein hugsa um lívið, hóast gudstænastan er keðilig, sigur danski presturin Poul Joachim Stender, sum fyri nøkrum árum síðani gav út eina bók við uppskriftum til matgerð og baking (tilvildarlig mynd) Eitt sum fólk kunnu læra í kirkjuni er, at undir gudstænastuni verður biðið rættiliga nógv. Tað er helst so, at fyri mong er tað pínligt at tosa um bøn. – Men, vísir Poul Joac­him á. – Tað er gott at kunna leggja mangt og mikið í Guds hendur. Hóast ein ikki altíð verður bønhoyrdur, kann tað vera ein meining við at biðja. Hann vísir til eitt dømi frá hansara egna lívi, tá hann sum ungur bað Gud um at ein genta, sum hann hevði gott eyga á, mátti fáa gott eyga á seg. Hon hugdi kortini ongantíð móti honum. ­ Og takk fyri tað. Eg møtti henni ein dagin í einum handli. Hon var tá ein ill kona, sum skeldaði líkbleika mann sín. ­ Gud kann hava eina meining við ikki at svara bønum okkara, staðfestir hann. Fáa ikki altíð svar