Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 23 - 1. februar 2008 Hóast talið av skúla­ børnum í Haldórsvík er í minking, læra tey júst tað sama sum hinir næmingarnir kring landið. ­ Hugurin hjá okkum at undirvísa minkar í øllum førum ikki, sigur Nomi Jacobsen, skúlaleiðari Bygdarskúlin Orð&myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Haldórsvík: Mitt í bygdini liggur tann lítli bygdarskúlin væl staðsettur. Beint við skúlan liggur ein sparkivøllur, høli til dag­ røktina og ikki minst ein lít­ il sandur. Her er talan um eitt rættiliga barnaum­ hvørvi. Tað er fríkorter beint nú henda, og børnini skunda sær út í góða veðrið henda vakra týsmorgunin: Dreing­ irnir við bólti og genturnar við einum hoppibandi, með­ an ein er farin ein túr oman í fjøruna. at leita eftir onkr­ um. Bygdarskúlin í Haldórs­ vík hevur í løtuni 19 næm­ ingar, men mangt bendir á, at tey einans verða 15 eftir summarfrítíðina. ­ Hóast henda veruleika hevur tað ikki minkað um hugin at undirvísa børnu­ num her. Heldur hinvegin, sigur skúlaleiðarin Nomi Jacobsen. Ein lítil bygdarskúli hev­ ur eisini tørv á at seta sær síni mál í undirvísingini og at gera eina undirvísingar­ ætlan fyri alt árið. Børnini í Haldrósvíkar skúla skulu ikki vera verri fyri enn aðrir næmingar kring landið! Flyta av bygdini Hóast lítli bygdaskúlin í Vík er bæði væl útgjørdur, hevur góðar lærarar og ligg­ ur væl fyri mitt í bygdini, kann sannleikin ikki krógv­ ast burtur. Tey trý árini, ið Nomi hevur starvast við skúlan, er talið av skúlabørnum minkað munandi. Spurning­ urin er, um til ber at steðga hesi gongdini. Fyri trimum árum síðani var næmingatalið í teimum sjey flokkunum uppi á 25 næmingum. Í dag er talið komið niður á 19 og er fram­ vegis í minking. Henda sama gongdin sæst eisini aftur í fólkatali­ num í bygdini, sum í no­ vember mánaði í fjør var 148, í mun til 161 hálvt ár frammanundan. Tað er ikki tí at skúlin á nakran hátt er vánaligur, at talið av skúlabørnum mink­ ar. Veruleikin er hin einfaldi, at fólk flyta av bygdini og longur suður í kommun­ una! Eingin handil Fyrr var bæði fiskaarbeiði, peningastovnur og handil ­ og enntá ein grill ­ í bygdini, men so er ikki longur. Í bygdini er ikki so nógv arbeiði longur, og víkafólk hava tí arbeiði í økinum við Streymin ella aðrastaðni á meginlandinum. Fólk skulu haraftrat koyra børnini til ítrótt og annað virksemi, og fyri mong er kanska eisini meiri lív í og størri virksemi, tess longur suður ein kemur í ta stóru Sunda kommunu. Tað tykist sum um at fólk ynskja heldur at búgva nærri miðøkinum við Streymin. Har er ein jú mun­ andi tættari við tær ymisku tænasturnar, ið bæði børn og vaksin hava brúk fyri í tí dagliga. Tað er tí munandi einfald­ ari hjá fólki í hesum økinum at fara í ein peningastovn ella til handils á Norðskála. ­ Her í Haldórsvík er jú ikki so frægt sum ein hand­ il, sigur Nomi. Gott stað hjá børnum Spyr ein børnini í Haldórs­ vík hvat tey ynskja innast inni, man lítil ivi vera um svarið: ­ Vit vilja búgva her! Haldórsvík er ein sera góð bygd fyri børnini. Hon er hugnalig og gevur børn­ unum møguleikar fyri ymiskum virksemi ­ ikki minst við lítla sparkivøllin sum liggur beint við skúl­ an. Jú, hetta er eitt gott stað fyri børnini, eru øll samd um. Spælt verður úti til langt út á kvøldarna, júst soleiðis sum tey gjørdu áður. Men hinvegin, tá foreldr­ ini ikki hava nakað arbeiði í bygdini og mugu aðrastaðni at gera hetta, er tað helst bert ein spurningur um tíð, nær talið av skúlabørnum fer at minka enn meiri. Tað er undir hesum veru­ leika at teir fýra lærararnir við skúlan arbeiða undir í tí dagliga. Tær fýra kundu kanska freistast til at minka um arbeiðshugin, arbeiðs­ gleðina og ídnið eftir at læra børnini setningin fyri dagin. Men soleiðis er støðan als ikki her í Haldórsvíkar skúla: ­ Nei, hugurin at undir­ vísa, hann er hin sami og góði, hóast tað bert verða einir 15 næmingar næsta skúlaár, sigur Nomi og veit, at hon hevur hinar tríggjar lærararnar aftanfyri seg í hesi útsøgnini. Tær fýra eru greiðar um, at tann dagin tær sleppa huginum, gleðini og ídnin­ um at undirvísa, er tíð at gevast. Lofta einum næmingi Sum skúlaleiðari dugir Nomi væl at síggja bæði fyrimunir og vansar í einum skúla við so avmarkaðum tali av næmingum. Hyggur ein fyrst eftir fyri­ mununum, so kemur lærarin at kenna tann einstaka næm­ ingin munandi betri, tí hann hevur tey í fleiri ymiskum lærugreinum gjøgnum vik­ una. ­ Tað er eisini lættari hjá okkum at lofta einum næm­ ingi, um hesin ikki klárar at Kenna seg tryggan í lít Haldórsvíkar skúli er tvíflokkaður - teir yngru næmingarnir eru fyri seg og teir eldru fyri seg