fríggjadagur 1. februar 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 23 • 1. februar 2008
Vikuskifti
úr borgarasamfelagnum.
Ein trupulleiki sigst vera, at
lærubøkur ikki greiða nøktandi
frá krígnum, tess uppruni og
fylgjur. Í eini gjøgnumlestri av
10 samfelagsligum skúlabókum,
frá árum eftir 1990, verður
borgarakríggið, um tað yvirhøvur
verður nevnt, viðgjørt einans á
yvirflatuni og tilvildarliga (t.d.
við myndum av oyðiløgdum
bygningum og ungdómum, ið
rópa »nei til kríggj, ja til frið.«).
Tann eina bókin sipar, so at
siga, til at søgan fyri libanar
endaði í 1943, tá ið Libanon
varð stovnað – eftir ´43 verða
hendingar, og serliga bardagar,
næstan ikki nevndar. Harafturat,
stendur skrivað í tí einu bókini,
at »samveran í Libanon ongantíð
hevur verið betri« og, at »Libanon
er eitt tolsamt samfelag, hvørs
borgarar trívast og liva sum
brøður.« Hetta er at fara skeivur
av veruleikanum, sum hann hevur
víst seg seinastu árini og serliga
síðan seinasta vikuskifti.
Eingin sannleika
dómstólur í Libanon
Í Libanon hevur mann ikki,
eins og t.d. í Suður Afrika,
havt sannleikadómstólar, har
krígsbrotsverk og illgerðir
hava verið viðgjørdar. Undir
libanska borgarakrígnum hvurvu
17.415 persónar. Og enn í dag
spyrja fleiri seg sjálvan hvagar
hesir eru endaðir. Og fleiri
av oddamonnunum í mongu
herliðunum, sum bardust tá, hava
sitið gjøgnum 90ini og sita enn í
dag á ovastu politisku sessunum.
T.d. verður hetta umtalað í einum
filmi frá 2000, »In the Shadows
the City«, sum finst serliga nógv
at oddamonnum. Í filminum er eitt
petti, har ein bólkur av kvinnum
heldur eitt mótmælistiltak
uttanfyri høvuðsstøðina hjá eini
herdeild, og hetta er seint undir
borgarakrígnum. Kvinnurnar
ganga og vísa fram myndir av
synum og monnum, ið eru horvnir
undir borgarakrígnum. Tann eini
leiðarin, sum í 90unum kom at
sita á einum týðandi statsligum
sessi, kemur út og biður tær fara
heim at ansa eftir børnunum og
lata fortíðina fara.
Libanska tjóðartingið tók í
august 1991 ítøkilig stig til,
at samfelagið skuldi gloyma
borgarakríggið og halda á fram,
sum um lítið og einki var hent.
Fyrrverandi herdeildarleiðarar
komu í tingið og ein almenn
amnesty var kunngjørd, galdandi
fyri allar brotsgerðir, ið høvdu
við kríggið at gera. Einasti
herdeildarleiðarin, ið var settur
fyri ein dómstól í samband við
borgarakríggi, fekk amnesty í
2005.
Komandi tíðin verður serliga
avgerandi fyri libanar. Dirvi skal
undir øllum førum til fyri at trína
fram og siga sonnu libansku
søguna, eins og høvundurin Elias
Khoury eftirlýsti. Men undir
núverandi umstøðum (sí stubba
omanfyri) er tað helst ov seint til
at slíkt fer at gera mun.
Libanska borgarakríggið er ikki gloymt, hóast lítið og
einki alment kjak er um hesa myrku og óheiðurligu tíð hjá
libanska samfelagnum. Leivdir av borgarakrígnum síggjast
týðuliga í dagsins Libanon: politisk kreppa valdar og
harðskapur tekur meiri um seg
• Lýðveldið Libanon, stovnað í 1943.
• 93 % av libanum hava arabiskt sum móðurmál.
Muslimar 54 % (shiamuslimar 34%,
sunnimuslimar 20%), Kristin 36%, drusar 8%.
• Ofta lýst sum eitt »trúarsamfelagsligt lýðveldi«
orsakað av samansetingini av fólkabólkunum
í samfelagnum, og ikki, eins og hini arabisku
lýðveldini – Sýria, Egyptaland, Yemen og Libia
– sum eitt »sosialistisk« lýðveldi.
• Libanska borgarakríggið fevndi um allar týðandi
partarnar í samfelagnum. Grannarnir, Ísrael, Sýria
og palestinar, vóru eisini virknir í stríðnum, ofta í
samstarvi við libanskar partar. Tøl frá 1992 siga,
at tils. 144.240 fólk doyðu.
Fakta
Amnesty: Óheft kanning av tilburðunum
Felagsskapurin Amnesty International hevur í almennum skrivi heitt á stjórnina um at gera eina óhefta kanning av
tilburðunum sunnudagin, har ið minsta lagi átta persónar lótu lív. Sagt verður í skrivinum, at hendan kanningin ikki skal
gerast av libanska herinum ella øðrum trygdartænastum, men skal vera neyv og har skal berast skjótt at, og so skal
kanningin lúka altjóða treytir viðvíkjandi óheftni. Forsætisráðharrin Fouad Siniora kunngjørdi beinanvegin, at hendingarnar
fóru at verða gjølla kannaðar. Sambært vitnum lótu einstakir úr libanska herinum skot av, men vitnir sóu eisini aðrar
ókendum menn, lata skot av frá háhúsum nærhendis mótmælisgonguni. Nakrir mans vórðu handtiknir sama dagin, og mett
verður, at teir eru undir illgruna fyri at hava skotið inní mótmælisgonguna frá háhúsunum. Men fjølmiðlarnar á staðnum
hava einki fingið at vita um, hvørjir hesir eru.