fríggjadagur 1. februar 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 23 - 1. februar 2008
tíðindi
Miðskeiðis í januar í ár
vóru nógv fólk samankomin
í Oyndarfirði at heiðra føð
ingardagsbarninum, Eivind
Petersen, sum fylti áttati.
Eivind hevur vígt alt lívið
innan Stong og Nestanga,
ávikavist tað ytsta av norð
ara og sunnara armi á Oynd
arfirði. Lívið, tætta sam
bandið eg havi havt við
Eivind sum handilsmann í
bygdini og okkara vinarlag
hevur givið iblásturin til
hesar reglur sum eru ein
føðingardagsheilsan og hug
leiðingar um handilslívið í
Oyndarfirði í míni tíð.
Árstíðin, Eivind verður
mintur á, at eitt ár er komið
aftur at hansara lívsleið, er
hugalig á tann hátt, at nú
ber móti ljósari tíðum. Sólin
liggur og gresjar á Reyða
fellstindi omanfyri Selatrað
og Skálafjørðin hesa árs
tíðina. Hon sendir sínar enn
veiku strálir norður á Rust á
Helvtini, sum er skarðið
millum Oyndarfjørð og um
heimin. Hagani fara tær
sína beinu leið heim gjøg
num Breytahjalla og norður
í fjall. Oyndfirðingar síggja
sólina sum eitt ljóshav norð
uri í fjalli hesa árstíðina.
Eivind hevur fylgt við
hesum leiki, so langt aftur
hann kann minnast. Alt sítt
vaksna lív hevur hann búð í
Garðamørk, har hann giftist
inn. Og sum smádrongur
helt hann til heima í Oynd
arfirði, niðri í bygdini, hann
var stórur smádrongur, áðr
enn tey fluttu í nýggj hús
sum í dag eisini verða kall
aði á Fløtti, hóast navnið
var tengt at teim eldru niður
tiknu húsunum niðri í bygd
ini omanfyri hjá teimum
við Lið og á Dunganum.
Gamla Fløtt er heldur ikki
nakað fyrndarhús. Abbi
Eivind í móððirætt, Jens
Pauli Clementsen var av
Syðradali. Hann bygdi fyrst
inni á Bakka í Oyndarfirði,
tað hevur verið fyrst í 1880
´unum og seldi síðan húsini
til Ábraham við Stein. Tá
hevði hann bygt nýggj hús
uppi á Fløtti og tey eru ikki
til longur. Hann giftist við
Elsebeth Cathrinu Horn úr
Oyndarfirði. Hina helvtina
av genunum hjá Eivind
hava vit til felags. Pápi mín
og Eivind vóru systkina
børn. Abbi Eivind í faðirætt
kallaðist Petur. Hann var
funningsmaður, pápi hans
ara Jóhan Petur Poulsen var
úr Tarti í Oyndarfirði, og
giftist til Funnings við
Súsonnu Pedersdatter undar
Reyni í Funningi. Abbi Ei
vind giftist við Onnu Sofíu
Dahl av Breyt í Oyndarfirði.
Tey bygdu í Hoygarðinum á
Breyt í Oyndarfirði. Omm
an og abbin hjá Eivind eru
langomma og langabbi mín
og teirra foreldur oldur
ommur og oldurabbar hjá
mær. Eg og Eivind hava fe
lags funningsblóð í æðrum
okkara, hvønn týdning tað
hevur fyri okkum veit eg
ikki. Frammanfyri nevnda
omma Eivind, langomma
mín Anna Sofía, mundi
bara ikki sloppið higani frá.
Tá íð hon doyði í 1952 var
hon 97 ára gomul. Tað var
næstan óhoyrt gamalt tá.
Starblind sat hon uppi hjá
dóttrini, ommu míni á
Marknagili, Magninu, og
stýrdi “livets gang” niðri í
bygdini.
Eitt jarðiskt himmiríki
Í mun til hinar menninar í
bygdini var Eivind heima
maður, haldilsmaður við
einum hópi av álitisstørvum
og tí minnist eg hann serliga
nógv frá barnaárunum. Og
Eivind´sa lív ber til at býta
sundur í tvey, sum eg minn
ist. Fyrst mongu árini í
Hálvmørkhandlinum,
har
hann var einaráðandi og síð
an í nýggja handlinum við
Tartavegin, har hann hevur
hildið til seinastu mongu
árini og har hann enn er til
arbeiðis hvønn einasta ger
andisdag í vikuni.
Vit áttu tveir handlar í
Oyndarfirði, tá íð eg var
smádrongur og hesir lógu
eitt sindur avsíðis, fyrst
Hálvmørkshandilin og síð
an inni í Víkum. Og tað
merkir eisini, at vit áttu
tveir handilsmenn, Eivind,
sum búði innast í bygdini,
átti heimara handilin og
Petur Klein, sum búði heimi
í bygdini í Haraldsstovu átti
innasta handilin.
Hesin handlar fingu eitt
serstakt pláss í lívinum hjá
okkum børnum. Uttanfyri
skivuna í hesum báðum
handlum fingu vit eitt tev
av himmiríki innan skivuna.
Har angaði av søtum vørum
uttan úr heimi. Bommeskj
urnar úr blikki vóru stórar í
okkara barnaeygum og áttu
vit eitt oyra, so fekkst upp í
eitt kramarhús, sum Eivind,
var kvikur at evna til.
Her var himmiríkið sætt
við jarðiskum eygum. Her
var ongin líðandi Jesus,
sum græt yvir okkara syndir
og gav okkum ringa sam
vitsku. Hann hoyrdi til
heima í Missiónshúsinum,
sum stóð har kalt sum eitt
íshús við himmalhválvi upp
undir loftinum, og sum
abbabeiggi mín Jákup í
Skúlanum var upphavið til
Her inni í handlinum var
reint njótilsi og jarðiskt
prát. Her stóðu vørur, sum
vit bara smakkaðu onkuntíð
og tað reyk ramliga og
hugnaligt av petroleum,
sum vit plagdu at keypa fyri
eldri fólk, fyri eitt smáoyra.
Mjølskuffurnar vóru stórar
og goymslan fekk ikki ann
að navn enn Mjølstovan.
Her stóðu menn uttanfyri
skivuna og prátaðu og
drukku øl. Eivind drakk
ikki øl. Hann var álitismaður
í halgidóminum, klokkari, í
kirkjuráðnum í missións
húsinum Teir keyptu mest
mjøl, te, margarin ger og
sukur. Tá ið menn komu av
skipi sóust teir eisin í hand
ilinum, kanska eisini eitt
sindur meira teir fyrstu
Ein bróðursonur Eivind, Helgi, sonur Petur og sum hevur búð niðri alt sítt vaksna lív, tók hesa myndina einaferð fyrst í
sjeytiárunum. Hálvmørkshandilin er ein serdeilis hugnaligur handil, sum eigur at varðveitast. Hann hevur serligan týdning
fyri Oyndfjarðar søgu nú eldri handilin brendi og hesin er tann einasti sum eftir er óbroyttur innan frá tí hann varð bygdur í
sjeytiárunum í 19. øld. Kassaapparatið er komið í handilin. Petur Klein og eisini Eivind roknaðu fyrstu tíðina av gomlum vana
saman í høvdinum, áðrenn teir slerdu inn á pengaklaverið, sum Jógvan á Grundlendi beinrakið skírdi.
Reint nostalgi nú
Eivind Petersen áttati