fríggjadagur 1. februar 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 1. februar 2008
33
tíðindi
dagarnar, fyri aftur at koma
í samband við fólk. Eisini
konur, sum vanliga ikki
gingu nógv úti sóust í
handlinum av og ein.
Mýr-Anna
Ein
av
hesum
kvinnu
imponeraði meg serliga
nógv. Tað var Mýr-Anna.
Hon var ein prektig kvinna.
Hetta var fyrsta lýsingarorð-
ið eg lærdu um eina kvinnu,
sum var nakað serligt og
tað var Hjalmar í Langagarði
sum bar orðið víðari til mín,
ella til onnum meðan eg
lurtaði, og fast situr tað í
minninum. Tað sást næstan
líka mikið hvar tú var stadd-
ur í bygdini, tá íð Mýe-
Anna var á veg úr Garða-
mørk og heim í Hálvmørk
at til handils. Eg drønaði
inn í handilin at lurta. Hví?
Jú fyri tað fyrsta var hon
ein prúð og myndug ma-
damma við sterkari útstrál-
ing, og so var hon útlend-
ingur og tosaði eitt heilt
fremmant mál, sum eg ong-
antíð hevði hoyrt fyrr, men
sum eg allíkavæl skilti. Hon
var ættað úr Vági, og var av
forelskilsi burtursøgd norð-
ur í myrkrið til Oyndar-
fjarðar. Og upprunin til for-
elskilsi,
Elias
Karl
úr
Hvanngarðinum í Oyndar-
firði, fekk ikki annað navn
frá henni enn: “Rossið hjá
mér.” Ein stásmaður og ar-
beiðssamur sum fáur. Suð-
uroyarmálið var so merkiligt
og dragandi í mínum oyrum
sum smádrongur, at eg gekk
langt fyri at hoyra tað.
Og
innanfyri
skivuna
stóð Eivind, handilsmaðurin
í hvítari skjúrtu og opnari
troyggju og stýrdi øllum.
Hvíta bringan minti meg
um lundar, sum eg plagdi at
síggja um onkur hevði verið
og skotið og tað vóru serliga
Guttamenn og hann var
kvikur at leggja saman.
Høvuðrokningin lá eisini
ræðið fyri.
Serliga spennandi var
inni í Hálvmørk illveðurs-
dagar. Tá kom nógv fólk, tí
einki gjørdist úti. Vit smá-
dreingir stóðu mitt í millum,
eg veit ikki hvat hinir
gjørdu, men eg lurtaði og
undraðist og setti spurningar
inni í høvdinum, sum lívið
seinni hevur svarað.
Oyndarfjørður var í seksti-
árunum, tá íð eg var smá-
drongur, meira býttur upp í
familjur enn hann er í dag.
Hetta er ikki bara ein leysur
pástandur. Eg grundi hann
á at í teimum mongu rundu
føðingardøgunum,
sum
hava verið hildnir seinastu
árini í Oyndarfirði koma
fólk saman undir somu lon,
nakað sum hevði verið heilt
óhugsandi tá ið eg var smá-
drongur. Tað vóru summar
familjur, sum bara komu í
Hálvmørk og aðrar sum
bara keyptu í Víkum. Og
síðani høvdu vit onnur, sum
gingu í millum og tíbetur
tey vóru ikki so fá. Smá-
drongirnir gjørdu ongan
mun á, eg var líka nógv í
báðum handlunum og orð-
ini eg skrivi um Hálvmørk,
kundu eins væl verið skriv-
aði um Víkar, har tað ediliga
menniskja Petur Klein ráddi
fyri borgum. Tú kundi
síggja hvussu bygdin var
uppbýtt eftir hvønn handil
fólk valdu í bygdini. Hand-
ilin í Víkum brendi tá íð eg
var hálvvaksin og hetta var
ein so traumatisk hending
fyri meg, at eg síðan havi
biðið Gud vara meg frá eldi
í náttarbønini. Tað var ikki
bara ein bygningur sum
hvarv, tað var ein heil søga,
ein heil mentan.
Handilsferðir
til Havnar
Handilsmenninir í Oyndar-
firði vóru í Havn einaferð
um árið og vitjaðu heilsøl-
urnar og keyptu inn. Vit
børn vistu, at nú fór okkurt
spennandi at henda. Petur
Klein fór undir hatti við
Sildberanum til Havnar.
Hetta var fast fríggjadag og
vit smádreingir vóru ógvu-
liga stoltir av at tað var ein
oyndfirðingur, sum var skip-
ari á Sildberanum. Also
ikki ordiliga oyndfirðingur,
tí hann búði í Havn. Hann
var føddur í Oyndarfirði og
átti beiggjar her og hann
hevði búð inni í Kinn sum
smádrongur, og Heindrikur
kallaðist hann. Vit sluppu
onkuntíð við, tá hann fóru
norður um til Gjáar, Funn-
ings og Elduvíkar. Vit
fylgdu Peturi av stað og
beundraðu hansara stásiliga
hatt og vit tóku í móti hon-
um aftur, tá íð Sildberin
kom undan Nestanga aftur.
Tað legði ikki eitt skip at í
Oyndarfirði uttan at hvør
einasti smádrongur fór á
keiina, hvørja ferð.
Eivind fór oftast yvir
land. Hann fór til Fugla-
fjarðar til gongu og síðan
við bili út á Skálafjørðin og
síðan til Havnar. Handils-
menninir vóru burtur í fleiri
dagar. Úrslitið av teirra ferð
sást nakrar dagar seinni, tá
rutubáturin kom. Bjartasta
og søtasta minnið vóru nek-
arakyssini
frá
Frans
Restorff. Tú hevur ikki ein-
gang loyvi at nýta hetta
orðið longur uttan at dis-
kriminerað litt fólk í heimi-
num. Sjokukátan í nekara-
kyssunum vóru stoypt í
bylgjutum formi, so sóu út
sum fimm ella seks bildekk
lagaði oman á hvørt annað.
Fleskasiður hingu ofta í
handlinum aftan á hesar
handilsferðir og flesk og
egg er enn tann dag ídag
ein lívrættur hjá mær.
Handilsferðirnar hjá báð-
um handilsmonnunum fold-
aði seg út frá nekarakyssum
og fleski, longur vit komu
út í desember til súreplir,
appelsinir, dadlir, figur,
jólapynt og jólagávur. Ein
heilt serliga hugnalig tíð og
finalan var nýggjárið. Hetta
var høgtíðin sum bar av øll-
um fyri okkum smádrongir.
Barnið í fjósinum, jólagáv-
ur, jólafestin í missiónshúsi-
num og allur maturin blikn-
aði í mun til fýrverakríið,
sum báðir handilsmenninir
høvdu bestilt á teirra hand-
ilsferð í Havn, og sum nú
hevði liðið og bíðað óupp-
pakkað á loftinum í Hálv-
mørk og á mjølstøvuni í
Víkum. Vit smádreingir
gingu og langtaðu og bíð-
aðu. 30 desemmber sluppu
vit at keypa og ikki eitt
sekund fyrr. Onkuntíð var
Várharra náðigur og legði
ein sunnudag á tann 30,
soleiðis at vit sluppu at
keypa tann 29. og tá fekk
hann serliga heitar tankar
frá dreingjunum. Og síðani
brast. Vit høvdu samlað pen-
ing gjøgnum árið til hesa
fest. Rulla tunnur heim á
kejina fyri handilsmenn-
inar. Vit dámdu betri hjá
Eivind, tí har var teinurin
styttri
og
ikki
handan
dumma Víkabrekkan
at
rulla upp um. Vit engdu og
vit samlaðu fløskur, alt til
eittans endamál, at sleppa
fýra alt av á nýggjárinum.
Fyrstu skotini dundu tíðliga
um morgunin og síðan
hildu vit á til langt út á
kvøldið. Vit vóru svartir av
krúti, onkur meislaði fing-
urin, tí hann helt ov leingi í
einum
kinesara.
Vit
gloymdu at eta, bara brustu
og brustu og brustu. Tað var
ikki eitt lyklarhol, sum ikki
fekk ein brest og neyt og
hundar høvdu tað ringt,
meðan seyðurin helt seg
langt omanfyri garðarnar.
Hetta var høgtíð so tað
forsló og vit høvdu ringt at
fyrigeva myndugleikunum,
sum einaferð sjeytiárunum
bannaðu kinesarunum. Tá
eg sum vaksin arbeiddi í
Týsklandi, fann eg útav, at
har enn er loyvt at keypa
kinesarar. Eg keypti inn
undir meg og gekk sum ein
smádrongur og skjeyt kines-
arar í fleiri nýggjár eftir
tað.
Ongantíð
fornermaður leingi
Hetta er alt søga og enn er
Eivind handilsmaður. Nú er
hann 80 ára gamal og hann
røkir handilin. Meðan javn-
líkar hava dúvað upp á ald-
ursrentuna seinastu 13 árini
hevur Eivind tjent pengar.
Hann er í handlinum frá
morgni av og til middags
og hann er aftur um hálv-
gum tvey tíðina og sjáldan
steingir hann fyrr enn
klokkan seks. Og leygar-
dagar hevur hann eisini
opið.
Og tað er í handlinum vit
síggjast dagliga. Eg koyri
heim av Hellunum, sjálvt
um eg einki mangli og
kanska havi verið ótrúgvur
í Inn við Streymin á veg
norður kvøldið fyri. Túrurin
heim í handilin er ein partur
av degnum, og tað er líka
nógv prát og at hitta fólk
sum tað er at hava ein
beriposa við út aftur. Tað er
ringur økonomiur í at vera
einbúgvi á Hellunum og
handla. Helvtina av tí eg
keypi frá Eivind, berið eg út
í ruskbingjuna á Hellunum
nakrar dagar seinni.
Vit eru í slekt, pápi og
hann vóru systkinnarbørn.
Pápi Eivind og omma mín
vóru systkin og á tann hátt
eru bond okkara millum.
Men tað er fyrst og fremst
sum handilsmann at eg
kenni hann og undrist á
hansara evnir at duga at
fara við sínum viðskiftafólk-
um. Eivind er ongantíð
leingi
fornermaður
við
nakran sum helst. Tað er
hann for klókur til. Ikki
dugir at saga ta grein ein
situr á og hvørt menniskja,
sum er statt heimanfyri
Garðamørk er ein møguligur
kundi. Eivind dugir at hava
eina greiða meining, og
samstundis ikki at ganga so
nógv upp í hesa meining, at
samskifti við onnur fólk
slitnar. Og eg lúri honum
kunstin av. Hetta er vís-
dómur sum øll kunnu brúka
og sum lívið tíbetur lærir
okkum sum frálíður.
Eivind handlar í dag í
nýggja handlinum og hesin
hevur einki við Hálvmørk
at gera. Tó nakað av hugn-
anum er flutt niðan við.
Eivind hevur megnað at
skapa
hendan
hugnan
saman við konuni Ester,
sum eisini er trúgv í handli-
num. Eivind hevur havt
ómetaliga stóran týdning
fyri Oyndarfjørð og ikki
minst fyri meg og eg njóti
hvønn dag tað enn ber til at
koma heim at keypa frá hon-
um.
Eivind eldist, hóast tíðar-
innar tonn hevur verið mild-
ari við hann enn tey flestu.
Nú banki eg undir borðið, tí
langomma mín Lisa í Skúl-
anum, sum var ættað við
Stein av Glyvrum, var tiltik-
in fyri spurstungu. Tíðar-
innar tonn sæst eisini á
gamla
Hálvmørkshandli-
num. Gævi sætt at tey sum
fingu hann upp í hendur
eftir Eivind sett hann í upp-
runaligan stand, undir eftir-
liti av okkara fornminnis-
myndugleikum, soleiðis at
hann fekk nýggj vindeygu,
nýggjan klædning og flag-
tak. Hann er ein perla enn
og kann bjargast og stendur
einki
aftanfyri
Piddasa
handil og Ribarhús í Fugla-
firði. Kanska vit um nøkur
ár á Mjølstovuni í Hálvmørk
kunnu sita og práta um
handilsmenninar, sum her
skaptu sær útkomuna. Jóan
Pauli og Eivind og onkur
var undar teimum eisini.
Vælsignaði latið hann ikki
fara. Tað er nógmikið av
norskum typuhúsum í Oynd-
arfirði og tað er so lítið av
orginalum eftir.
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Aftur torradagar
í Klaksvík
Torradagar verða í Klaksvík í næsta mánaði
Aftur í ár skipar mentanardeildin hjá
Klaksvíkar kommunu, saman við Norðlýsinum
fyri teim sonevndu Torradøgunum.
Tiltakið verður í døgunum 18. til 24. februar og er at meta
sum eitt tiltak, ið tekur støði í fiskivinnuni, sum jú er
høvuðsvinnan í Klaksvík.
At hetta serliga tiltakið hevur fingið hetta heitið kemst
av navninum “torri” sum kemur frá norðurlendsku
tíðarrokningini, har mánaðurin, sum byrjaði við fyrstu
tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendring –
torrasólina.
Tað er eisini júst í hesum tíðarbilinum at tiltakið enn
einaferð verður á skránni. Tað varð roynt í fjør við sera
góðum úrsliti, og tí hava fyrireikararnir valt at skipa fyri tí
enn einaferð – nú við eini víðkaðari skrá.
Hóast talan er um eitt tiltak, ið hevur við sjógv og fisk at
gera, so venda torradagarnir venda sær ikki bert til fólk, ið
á ein allan hátt eru knýtt at fiskivinnuni. Hesar dagarnar
hevur maðurin á gøtuni eisini møguleika at fáa størri
kunnleika til høvuðsvinnu okkara og siðir og annað, sum
er knýtt at hesum.
Millum fyrilestrarnar verður ein áhugaverdur um veður
og veðurlíkindi. Her fer maðurin við kendu røddini í
Útvarpi Føroya, veðurfrøðingurin hjá DMI Alix Rasmussen
at siga frá um veður og broytingarnar í tí, sum so nógv er
at hoyra um í hesum døgum.
Á skránni annars eru framsýningar, fiskarættir, sjónleikur
og heilsucafé. Nevnast kann eisini, at umboð fyri vinarbý
Klaksvíkar í Íslandi, Kópavogur verða í býnum hesar
dagarnar.
42 ár í valstýrinum
Samstundis sum fólk fóru á val atgreiða atkvøðu til nýggja
løgtingið, var ein serligur dagur á valstaðnum á Skála,
skrivar runavik.fo. Henda dagin fekk Sighvatur Sighvatsson
handað eina heiðursgávu hjá Runavíkar kommunu. Hetta
fekk hann ikki uttan orsøk, tí seinastu 42 árini hevur hann
verið limur í valnevndini í bygdini. Á myndini fær hann
gávuna handaða av býráðsliminum Ásbjørn Mikkelsen.
Nicolina Mikkelsen, sum er ein annar av limunum í val-
nevndini sæst eisini á myndini.