Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 23 - 1. februar 2008 lýsingar Lærarastarv í Sørvágs skúla Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv, fyri lærara í barnsburðarfarloyvi, 10. mars og skúlaárið út. Talan er um eitt fult starv við 25 undirvísingartímum. • 2. – 4. flokkur: Heimkunnleiki • 4. flokkur: Føroyskt • 5. flokkur: Danskt • 8. flokkur: Enskt • 10. flokkur: Danskt • Starvið umfatar eisini flokslæraravirksemi í 4. flokki. Starvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 27.4 Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Andrass Henriksen, skúlastjóra, á tel. 363222 ella 233222, ella Eyð Niclasen, vara­ skúlastjóra, á tel. 223670 Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møgu­ ligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 15.februar kl.12 Sørvágs skúli Skúlavegur 13 . FO-380 Sørvágur Tlf. 36 32 20 & 36 32 22 Fax 36 32 21 · sor@skulin.fo Seinkaður tunnusláttur á Tvøroyri Aftur í ár, men eina viku seinni enn vanligt, kemur verjuskipið hjá sjóverjuni til Suðuroynna at hava tunnusláttur við børnunum. Tiltakið verður sunnudagin hin 10.feb. kl. 14:00 umborð á HVIDBJØRNEN, sum fer at liggja við bryggju á Tvøroyri. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tvøroyrar Kommuna og Færøernes Kommando T V Ø R O Y R A R K O M M U N A Lastbilur til sølu Um hóskandi boð fæst er ein nýsýnaður Iveco Daily, við krana, til sølu. Eginvekt 3.300. Maks. last 1.900. Totalvekt 5.200. Typugrein nr. T 11765 0 Lastbilurin er frá 05.03.2001 Krani, Effer E 42 Kranin er frá 07.10.2005 2 sett av vetrardekkum fylgja við. Lastbilurin stendur á parkeringsøkinum við kommunuskrivstovuna. Nærri fæst at vita um lastbilin við at tosa við Jón Thomasen, tlf. 589011. Kvívíkar kommuna Víkarvegur 4 · 340 Kvívík · Tlf. 42 12 94 · Fax 42 14 98 Aðalfundur Aðalfundur felagsins verður 15. mars 2008 kl. 10.00 á Hotel Føroyum smbrt. viðtøkum felagsins við hesi dagsskrá: 1. Val av fundarstjóra 2. Val av atkvøðuteljarum 3. Góðkenning av dagsskrá 4. Góðkenning av starvsskipan 5. Frágreiðing formansins 6. Framløga av rammufíggjarætlan og roknskapi, harímillum áseting av limagjaldi 7. Innkomin uppskot 8. Val av tveimum grannskoðarum 9. Ymiskt Uppskot, sum skulu verða viðgjørd á aðalfundi­ num, mugu vera felagnum í hendi 1. mars 2008 Morgundrekka fæst frá kl. 09.30. Fundurin byrjar kl. 10.00 stundisliga. Eftir fundin, á middegi verður okkurt til matna. Tilmelding er neyðug til aðalfundin, og skal tilmeldast á skrivstovu felagsins í seinasta lagi týsdagin 10. mars kl.13.00. Eiðis kvøldskúli Vikuskiftisskeið í teldulæru Byrjanarskeið í rokniarki (Microsoft Exel) Leygardagin 9. februar og leygardagin 16. februar. kl. 14.00 – 18.00 Byrjanarskeið í heimasíðusniði (Frontpage) Leygardagin 8. mars og leygardagin 15. mars kl. 14.00 – 18.00 Lærari: Lena Lastein Luttøkugjald 300 kr. Skal gjaldast við skeiðsbyrjan. Tilmelding á tlf. 423502 ella 273212 Eiðis kvøldskúli www.eidi.fo Íbúð Í blómubrekku Íbúð á Blómubrekku, 75,8 kvm, miðskeiðis í Havn, verður við hesum lýst til sølu. Seinasta boð kr. 1.600.000. Áhugað kunnu venda sær til http://www.123hjemmeside.dk/blomubrekka6 ella ringja á tlf. 221922.