fríggjadagur 1. februar 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 23 - 1. februar 2008
lýsingar
Mentamáladeildin
Stuðul til
mentanarlig tiltøk
Sambært Løgtingslóg nr. 60 frá 17.05.2005 er peningur
settur av á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til tiltøk og verk
ætlanir innan mentan og list.
Stuðulin verður játtaður sum verkætlanarstuðul ella annar
stuðul til einstaklingar, bólkar ella feløg.
Freistin at søkja er leygardagin 15. mars 2008
Umsóknir um stuðul til fløgu og bókaútgávu skulu
sendast til Mentanargrunn Landsins.
Stuðul til
barna- og ungdómsarbeiði
Tann upphædd, ið Mentamálaráðið umvegis sp/f
Ítróttarvedding fær burtur av veddingarpeninginum,
verður nýtt sum stuðul til verkætlanir og tiltøk til gagns
fyri børn og ung.
Tey, ið skipa fyri tiltøkum og standa fyri verkætlanum,
sum eru børnum ella ungum til gagns, eru vælkomin at
søkja.
Freistin at søkja er týsdagin 15. apríl 2008
Stuðul til
myndlistafólk
Peningur er settur av á løgtingsfíggjarlógini til stuðul
til myndlistafólk. Listafólk, sum eru undir útbúgving,
kunnu søkja. Yrkislistafólk kunnu søkja um stuðul til
eftirútbúgving og til námsferðir.
Freistin at søkja er leygardagin 15. mars 2008
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt varðir Mentamálaráðið av uppgávum viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Heimasíða Mentamálaráðsins er: www.mmr.fo
Stuðul
sansir.fo
Viðmerkjast skal, at ongin stuðul verður útgoldin, fyrr enn løgtingsfíggjarlógin fyri 2008 er samtykt.
Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið. Umsóknarbløð og
vegleiðingar eru at finna á alnetinum á: www.mmr.fo ella fáast við at venda sær til:
Mentamálaráðið
Postrúm 3279 110 Tórshavn
Telefon 35 50 50 – Telefax 35 50 55
epostur.: mmr@mmr.fo
Sveinur søkist
Nýggja Salongin í Leirvík,
Salong K, søkir eftir sveini.
• Balmain extensions
• ghd
• Kérastase
• Matrix
• Hans F. Hansen
• Fudge
v/Kartin Høgnesen
Toftanes 3
520 Leirvík
Tel 44 39 88
Holger og
Villmenn
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið spæla